útvarping til nýggjar og heilt ókendar hæddir í Føroyum. Tað er væl kent, at enskir útvarparar eru teir nógv bestu í heiminum, og at lurta eftir einum spennandi dysti í bestu ensku 1. deild – áðrenn sjónvarpið [...] Schmeichel, sum fór grulvandi aftan á bóltinum inn í málið. Ella tá Kári Reynheim stútaði innleggið frá Allan Mørkøre í netið í Belfast eftir einasta álopið í dystinum, sum endaði 1-1? Tá »dannaðu« Arge-brøðurnir [...] leggja frá sær, at maður so sanniliga kemur í mans stað. Arge is it! Tá Niels Juul byrjaði at trappa niður, var tað næstan sum í »Alment starv« – tað gekk í arv. Men tað kundu vit lurtarar bara gleðast
skrivaður til at verða framførdur í kirkju. T.d. er ein føroysk passión skrivað, nevndi hon, men hon er ongantíð framførd í nakrari kirkju í Føroyum. Aftur fall orðið á pening í kirkjuni, og Uni Næs helt tað [...] embætisteologiskt. Marjun Bæk helt, at kirkjan heldur átti at fáa fleiri prestar í starv í mun til í dag. Uni Næs nýtti í hesum sambandi høvi at siga, at kirkjufólkið má gjalda fyri tað, kirkjan kostar [...] ímóti grundsjónamiðunum í Confessio Augustana, sum er partur av trúargrundarlagnum hjá Fólkakirkjuni, um Fíggjarmálaráðið ynskti at bera so í bandi, at prestur t.d. bert kundi setast í tvey ár. Somuleiðis
Seinastu tíðina hevur politiska lívið í Føroyum milt talað verið turbulent. Í gjár varð samgongan slitin, og grundin úteftir var ein spurningur um nakrar skrivstovur, men sambært Jógvani Mørkøre, stjó [...] fer tó ikki í eina samgongu fyri einhvønn prís, tí hann skal altíð hugsa um flokkin aftanfyri seg, greiðir Jógvan Mørkøre frá. Sambært Jógvani Mørkøre vil løgmaður eisini heldur í andstøðu enn í eina samgongu [...] júst hevur verið í samgongu við, men Jóannes Ejdesgaard hevur eina skyldu at syrgja fyri, at Javnaðarflokkurin situr so sterkur sum gjørligt. Hetta kann flokkurin best gera við at fara í eina ABC samgongu
bara hongur á einum kordeli. Men øll sleppa tó í land í øllum góðum. Og so gongur leiðin niðan á Hotel Norð. Har inni renna vit okkum í gamla starvsfelagan í Miðlahúsinum, Elin Heinesen. Hon er systir eigaran [...] lítla húsið, sum er bygt inn í skráningin, men við onkum kikara ber ikki til at siga, hvar sessirnir eru. Ella kanska teir gera sum í Mykinesi og bara seta seg onkunstaðni í líðini. Vit sigla tætt inn undir [...] tú so kemur undir sjálvt Enniberg, er tað ein ørandi sjón. Hald í nakkan hevur tú ikki stundir at hugsa um, meðan tú hyggur beint upp í loft og undrast á, at føroyska náttúran kann bergtaka ein føroying
enn í næsta ár, so eru fakfeløgini kortini so smátt farin at gera vart við seg. Í farnu viku kom fram, at Starvsmannafelagið ætlar sær at fáa lønarhækkingar við í nýggja sáttmálan, sum skal koma í gildi [...] skal vera betri at liva í Føroyum. -Kunnu fakfeløgini ikki fáa lønarhækkingar í góðum tíðum, nær skulu tey so fáa tær? -Ein má minnast til, at hóast lønirnar eru tær somu sum í 91, so er keypiorkan munandi [...] búskaparfrøðingarnir, at vit høvdu bøtt um okkara kappingarføri í mun til okkara veruligu kappingarneytar í Íslandi og Skotlandi við kanska 25% í hesum tíðarskeiðnum. Hetta heldur løg-maður vera rættiliga avgerandi
Kommuna sín stóra part í hesum missi. Pál lVang minti eisini á orðini í samgonguskjalinum ímillum A,D og E um, at skapa trivnað í útjaðaranum og um økismenning. Ein fortreyt fyri trivnaði í útjaðaranum og [...] munandi. Í løtuni er kommunuskatturin á Tvøroyri 23%. Men eftir nýggju fíggjarætlanini lækkar tað niður í 20,75%. Varð onki gjørt við skuldina, skuldi kommunan næsta ár betalt 16,2 milliónir í rentum og [...] 200-300.000 krónur í undirskoti komandi ár. Ikki ráðiligt longur Hann helt, at tað var ikki longur ráðiligt at halda fram í kommununi, sum nú. Hann vísti á, at seinastu 10 árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað
Talan er um góð 52 tons av upsa, sum eru keypt á uppboði í Aberdeen, í Peter Head og Scrabster. Hetta er fingið í lag í samstarvið við Símun Gullaksen í Klaksvík, sum hevur Calder Fishselling Co, og sum flytir [...] Páll Joensen, stjóra á Kósavirkinum beint fyri miðdag í gjár... Klaksvíkingar hava aftur gingið nýggjar leiðir í føroyskari fiskivinnu. Og á miðdegi í gjár sá fyribils út til, at henda nýggja royndin hevur [...] Joensen ikki fyri, at hann sær møguleikar í hesum. ? Men í løtuni vita vit ikki, hvat tað endar við ? Men leggur tað nakað eftir seg til virkið, ivast hann ikki í, at hesin møguleikin fer at verða brúktur
Bogasini og Edvard Nyholm Debess á Listastevnuni í fjørð. Andras gongur í løtuni á solistlinjuni á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn og hevur eisini verður í London á The Royal Academy of Music og nomið [...] hoyrast aftur. Aldubáran er mannaður av 9 av teim fremstu klassiku tónleikarunum í Føroyum og hevur, síðani hon bleiv til í 1995, bílagt og frumframført hópin av verkum eftir føroyskum tónasmiðum. Hóast [...] nomið sær lærdóm. Dávur Juul Magnussen gongur í løtuni í 2. g á Hoydølum og nemur sær undirvísing á Musikkskúlanum og spælir annars við í Føroya Symfoniorkestri, Havnar Hornorkestri og ungdómsorkestri og hevur
Í Føroyum er hetta í dag ikki ein rættur hjá børnunum hvørs foreldur eru ógift ella fráskild. Børnini hava ongan rætt yvirhøvur, men tað er bara, í flestu førum, mamman, sum hevur rætt til børnini. Børn [...] myndugleikalógina frá 1922, sum er frá eini tíð, har pápin í minni mun enn í dag tók lut í umsorganini og uppælingini av børnunum. Tí er tónin í lógini eisini, at mamman pr. defenitión er hon, ið dugur at [...] fast við tey úttalilsir, teir eru komnir við í valstríðnum. Fyrr enn myndugleikalógin er dagførd til samfelagið vit liva í í dag, broytist einki hjá børnunum. Í Danmark hava tey »Foreningen Far«. Vit stíla
verða tiknar, sum sum í seinna enda skapa trupulleikar.Málið skal verða Fuglafjørður vakrasti býur í Føroyum innan 10 ár. Vit mugu ansa eftir, at eldri vøkur hús, ið falla væl inn í landslagi, og sum siga [...] 1970, tá ið eg á fyrsta sinni kom á ting. Havi innlit í kommunumál Hóast eg ikki havi sitið í nøkrum kommunustýri, so haldi eg meg hava innlit í kommunumál.Hetta kemst av, at eg sum landsstýrismaður umsat [...] fái.Til løgtingsvalini, ið eg havi stillað upp til, havi eg altíð fingið dyggan stuðul í Eysturoynni, og ikki minst í Fuglafirði. Hesum havi eg verið sera takksamur fyri, og fari eg her at takka tykkum mongu