Í Føroyum er hetta í dag ikki ein rættur hjá børnunum hvørs foreldur eru ógift ella fráskild. Børnini hava ongan rætt yvirhøvur, men tað er bara, í flestu førum, mamman, sum hevur rætt til børnini. Børn, hvørs foreldur eru fráskild, eru bundin av, at foreldramyndugleikin ? um tað so er mamman ella pápin er líkamikið ? vil samarbeiða við hitt foreldri um børnini.
Vit hava enn tað gomlu myndugleikalógina frá 1922, sum er frá eini tíð, har pápin í minni mun enn í dag tók lut í umsorganini og uppælingini av børnunum. Tí er tónin í lógini eisini, at mamman pr. defenitión er hon, ið dugur at taka sær børnunum. Pápin er hinvegin pr. defenitión ikki egnaður at hava ábyrgd av børnunum. Tá lógin áleggur myndugleikunum at velja annað foreldrið frá eftir hjúnarskilna, verður tað tí oftast rættin til pápan børnini missa.
Ein sannroynd er, at nógvir pápar stríðast sum úlvur á skóg fyri at hava eitt rímiligt samband við síni børn. Alla staðir er tað, sum at renna ímóti einum múri! Boðini alla staðir frá eru, - tað er mamman, sum altíð hevur rætt at avgera í hvønn mun sambandið millum børnini og pápan skal vera møguligt.
Í flestu førum er tað tíbetur soleiðis at tørvurin hjá børnunum á báðum foreldrunum vigar mest hjá foreldramyndugleikanum, soleiðis at tað ber til at gera rímiligar avtalur um samveru.
Hinvegin eru tíverri eisini nógv dømir um, at persónligt agg, bitturheit og enntá hatur til hjúnarfelaga, sum valdi at fara, er so stórt at tað (skuggar) forðar fyri øllum rímiligheitum.
Ofta verður hetta til, at børnini verða brúkt sum eitt vápn til ? »hetta skal tú fáa afturlønt«. Rætturin og enn minni tørvurin hjá børnunum at vera saman við í flestu førum pápanum, fánar heilt burtur.
Gamaní, Ríkisumboðið ásetir í flestu førum ein minsta samverurætt til pápan, men hetta er ikki eftir tørvinum hjá børnunum, men eftir tí vanliga »retspraksis«.
Nógv dømir eru um pápar, sum støðugt noyðast at skriva brøv til Ríkisumboðið fyri at verja seg ímóti íspunnum ákærum um bæði líkt og ólíkt frá mammuni at børnunum í eini roynd at taka enn meira av samverurættinum. Langt ífrá altíð er neyðugt hjá mammuni at prógva ákærurnar, fyri at Ríkisumboðið gongur hennara krøvum, um at avmarka samveruna, á møti!
Børni eru fullkomiliga verjuleys! Mamman hevur rætt til at frátaka børnunum møguleikan til rímiligt samband við fyrst og fremst pápan, men eisini alla pápafamiljuna annars. Nógv dømir eru um, at børnini ongantíð sleppa við til nakað, sum familjan øll annars er saman um. Mamman sigur nei, tí tað merkir at pápin eisini er til staðar, ? og hann hevur ikki rætt at síggja børnini uttan fyri tey ásettu samveruvikuskiftini, tí skulu hesi stakkals børn heldur ikki við.
Børnini hava ikki rætt til eina føðingardagsheilsan frá pápanum, um mamman vil frátaka pápanum henda møguleikan.
Nú glógvar vónandi fyri framman. Í valtríðnum hesaferð hava fleiri politikkarar tikið henda trupulleikan upp, sum nakað tey vilja arbeiða við. Ein skipaði enntá fyri einum fundi, har sálarfrøðingur, umboð fyri Almannastovuna og umboð fyri barnaverndina í Havn søgdu frá sínum royndum.
Øll vóru tey á einum máli um, at hetta er eitt serstakliga forsømt økið og at her má okkurt gerast. Umboðið fyri Almannastovuna segði beinleiðis, at tað er »flóvisligt« at verða uttanlands og vara av eini so gamlari skipan, har rættarstøðan hjá hesum børnum er so út av lagið vánalig.
Nógvir pápar stríðast hvør í sínum lagi, men koma tíverri ikki altíð líka langt við hesum einsamallir. Tí eru vit nú nøkur, sum hava sett okkum fyri at samla allar hesar kreftir til eitt felags stríð, fyri at halda politikkarunum fast við tey úttalilsir, teir eru komnir við í valstríðnum. Fyrr enn myndugleikalógin er dagførd til samfelagið vit liva í í dag, broytist einki hjá børnunum.
Í Danmark hava tey »Foreningen Far«. Vit stíla eftir einum líknandi felagið. Men vit vita, at tað ikki bara eru pápar, sum eru við skerdan lut. Vit vita eisini at tann størsti taparin í øllum hesum eru børnini. Tí hava vit valt at endamálið hjá felagnum skal verða rætturin hjá børnum.
Okkara útgangsstøðið er, at øllum børnum eigur at verða tryggjað felags foreldramyndugleika. Líka so lætt, sum tað er í dag, at taka mynduleikan frá pápanum, líka so torført skal tað framyvir verða at taka myndugleikan frá øðrum foreldrunum.
Foreldrini skulu hava skyldu til at verja henda rættin hjá børnunum og at samarbeiða út frá hesum. Tað skal ikki vera nokk, at mamman t.d. sigur, at tað ikki ber til at samarbeiða fyri síðan at fáa allan rættin einsamøll. Tá skal t.d. Ríkisumboðið, sum í dag umsitur hetta økið, hava skyldu til við serkønari hjálp at hyggja nærri eftir, hvat og ikki minni hvar trupulleikin er.
Vónandi eru tit nógv, ikki bara pápar ella mammur, við ella uttan myndugleika, men eisini øll tit onnur, sum standa hesum børnum nær. Jú fleiri vit eru, jú betur! Tað er ikki neyðugt at øll eru virkandi í felagnum, men tað ber eisini til at gerast stuðulslimir.
Øll tit sum hava áhuga í antin at vera virkandi ella stuðulslimur í einum slíkum felagi, sendi ein teldupost til »Børn uttan rættindi« bur@hotmail.com.
Tá vit hava eina mynd av, hvussu áhugin verður, verður skipað fyri einum stovnandi aðalfundi. Helst ongantíð ov skjótt!!! siga stigtakararnir í tíðindaskrivinum.