ið teir løgdu á Noreg 9. apríl 1940 Pápi Thomas var Jógvan Olsen í Króki, mamman var Súsanna, ættað av Geilargarði í Skúvoy. Hetta merkti, at Thomas kom at ferðast nógv til Skúvoyar sum drongur. Hann minnist [...] Nyhavn. Hetta var ikki lætt, tí tað vóru nógvir um boðið. Hann fekk til ráðs at seta seg inn á skrivstovuna og bara at bíða í tolni, til ein kjansur var. Tað gjørdi hann eisini, og eftir 2-3 dagar hevði [...] hospitalinum. Mia stuðlaði honum. Pengar vóru ikki nógvir, so hon rindaði ferðaseðilin, 60 kr. Tá Thomas kom afttur 10 ár seinni bjóðaði hann systrini at gjalda peningin aftur, men tað vildi hon ikki hoyra um
Helst bleiv tað ikki troðkað inn, men sogið inn. Aftan á Reformatiónina bleiv hetta danska vanligt, og tað bleiv í hesum fjarskotna, lítla landi varðveitt, at kalla sum tað kom. Tað gamla, reina ’gøtudanska’ [...] partur av tí latínska. Spurningurin hjá Una Arge er eitt dømi um totala misskiljing. Troðkað inn, ella sogið inn? Sagt var eisini, at danskir prestar ’daniseraðu’ nøvnini. Hetta er bert partvís rætt. Ofta [...] hjá teimum uppí, so danskt til dømis hevur æ, ø og å aftrat tí grundleggjandi latínska. Og tí er tað bara tápuligt at hoyra, at ein tjóðveldismann í Løgtinginum spyr, um vit nú skula hava danskt bolle-å upp
eina sending sum Máltráðin, har fólk ringja inn, so skalt tú eisini duga at lofta tær, tí fólk kunnu tosa um bæði eitt og annað. Einaferð ringdi ein maður inn og fortaldi mær, at konan hjá honum júst var [...] i í Útvarpinum til at gera innsløg og at práta við fólk. Elis hevði í oktober í 1989 fingið fótin inn um í Útvarpinum. Hann gjørdi eina leygarkvøldssending, har hann spældi blandaðan tónleik, og nakað [...] fyri honum til at dekka ein sangleik á Strondum. - Eingin var at fara til Strendur, og tí spurdi Jógvan Arge, sum tá var programleiðari, meg, um eg ikki kundi fara og gera eitt innslag um leikin. Eg ivaðist
noyddu Jákup Mikkelsen at vísa nakað sum helst. Føroyska liðið var eisini umskipað, soleiðs at Pauli kom inn á miðvøllin, har hann skjótt fram fram til leiklutin sum sweepari, og tí steðgaði flestu gjøgnum [...] Atli Danielsen Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: René Tórgarð, Johan Troest Davidsen, Herbert í Lon Jacobsen, Hjalgrím Elttør Venjari: Jógvan Martin Olsen [...] spakuliga hevði lagt seg yvir Kaunas. Fyri føroyska liðið og úrtøkuna av dystinum var trupulleikin bara, at hetta var at kalla seinasta sparkið í dystinum, sum tí kortini varð taptur. Og tað kundu okkara
er Svenning Tausen rúkandi ósamdur við núverandi málnevndarformannin, Jógvan í Lon Jacobsen, og hevur í bløðunum sáað iva um Jógvan í Lon Jacobsen yvirhøvur hevur tign og førleika til at sita í lærda stólinum [...] valdar á økinum. Ikki minst á tí málsliga økinum er nógv hent síðani 1993. Tann nýggja Málnevndin v/ Jógvan í Lon Jacobsen sum formanni, hevur eina heilt aðra nútíðar fatan av málinum enn tann meiri natio [...] kt orienteraða nevndin, sum ráddi fyri borgum í 1993. Henda nýggja Málnevndin gongur millum annað inn fyri, at okkara alfabet verður normaliserað og fær bókstavirnar c, q, w, x og z upp í. Hetta broytir
heilsu og verið sera sterk. Hon kom eisini at gerast hjálparfólk hjá jarðarmóðrini. Jógvan Waagstein var giftur við Sannu Dahl úr Vági. Hana kendi mamma væl, tí pápi og Jógvan vóru vinir. Tá Sanna skuldi eiga [...] so kom flúgvarin. Eg var farin út á altanina at hyggja. Hann fleyg nakrar ferðir aftur og fram uttanfyri fjørðin. Tað vóru nøkur vátaslettingsæl beint tá. Men so sleit í. So sá eg, at hann kom inn eftir [...] skuldi fram. Har er uttan iva avgjørt at flúgva inn á Trongisvágsfjørð, men nú vóru fjøll fyri. Flúgvarin vendi so knapt, at hann misti nógv av ferðini. Hann kom nú upp móti ættini, og hann byrjaði at fara
JAVNRÆTTINDI Turið Sigurðardóttir Elinborg var dóttir Annu og Jógvan Jacobsen, skósmið, úr Havn. Jógvan var beiggi Jákup bøkjara á Húsum í Havn, faðir Sonnu av Skarði. Tey fluttu til Íslands og búðu í [...] ikki loyvi til at vera innskrivað sum næmingur, tí skúlin var bara fyri dreingir. Hon kundi sum genta lesa uttanskúla og skriva seg inn til próvs. Hesin møguleikin varð løggildur árið 1886. Undan Elinborg [...] loyva henni tað, men stiftsyvirvaldið ikki. Tá varð málið skotið inn til ráðgevingar [til Íslandsráðharra í Keypmannahavn]. Tað tilmælið kom við novemberskipinum og var soljóðandi, at Elinborg skuldi sleppa
biðidegi er kanska bara fyrsta stigið á hesi leið, sigur Jütta Reynslág álvarsom. ##med4## Jütta Reynslág: - Vónandi koma vit ikki so langt, at vit fara at avtaka okkara heiligdagar, bara tí at pengar mangla [...] onkustaðni Og hon endar við hesi bøn: - Eg vóni bara ikki, at føroyska samfelagið fer at koma so langt, at vit beinleiðis fara at taka av okkara heiligdagar, bara tí tað mangla pengar í á onkrari konto. Bið [...] kjakinum um dýra biðidag er Jütta Reynslág av Argjum. Fyrsti tanki hennara, tá hetta "løgna málið" kom upp, sum hon tekur til, var: - Danmark verður meiri og meiri avkristnað. - Eg havi fulla virðing fyri
hvussu vakra, gamla klokkan á vegginum kom í húsið. Ein av monnunum við serliga fittum hondum fekk eyga á klokkuna, og tað tók ikki langa tíð, fyrr enn hon aftur kom til heiður og æru á vegginum, har hon [...] stríð fyri onnur. At myndin ikki er í tráð við veruleikan fáa vit eitt gott prógv um við at støkka inn á gólvið í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn - har hava tey gomlu nevniliga hvørki tíð til at liggja á [...] arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur hevði sæð alt ov nógvar syrgiligar lagnur, har eldri fólk mest sum bara fánaðu burtur, tí gerandisdagurin ikki longur hevði nakað innihald. - Alt gott um ellis- og røktar-heim
stakk eg bara av heim til okkara. Eg roknaði við, at mamman fór at vera við hús aftur, áðrenn barnið vaknaði. Mamma og omma skiltu meg væl men hildu, at eg skuldi ikki verið farin, áðrenn mamma kom heim aftur [...] seinni kom konan og kærdi seg fyri mammu um mín atburð, og kravdi at eg skuldi koma aftur til hennara. Men hon fekk als ikki mammu at geva sær viðhald í tí. At fáa samsýning fyri slíkar beinar kom ikki [...] Skálafjørðinum. Meðan teir drógu línuna kom ein hvirla, og hon koppaði bátinum. Abbi, sum dró, gjørdist fastur í línuni og fór til botns. Maðurin, sum sat við árarnar, kom uppá kjøl. Abbi flotnaði upp aftur