Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hann hevur gjørt tað fyrr, og hann gjørdi tað so aftur hesaferð. Rógvi Jacobsen er framvegis einasti føroyski landsliðsspælarin, sum hevur skorað í hesi undankappingini, og við einum framúrskarandi lobbi úr 20 metrum hitaði hann føroysku hjørtuni nakað, tá náttarkuldin spakuliga hevði lagt seg yvir Kaunas.
Fyri føroyska liðið og úrtøkuna av dystinum var trupulleikin bara, at hetta var at kalla seinasta sparkið í dystinum, sum tí kortini varð taptur. Og tað kundu okkara sum so ikki vera nøgdir um.
Helvtin riggaði
Landsliðsvenjarin hevði undan dystinum sagt upp í saman, at tað ráddi um hjá føroyska liðnum at vera væl skipaðir í verjustøðu, og at vit so skuldu tora at spæla í álopsstøðu.
Og av hesum riggaði í øllum førum helvtin. Tí tað tók sína tíð, áðrenn liðið veruliga stóð rætt á vøllinum. Á vinstra bakki byrjaði Jákup á Borg ikki so sannførandi, nú hann fyri fyrstu ferð yvir høvur royndi seg á hesum plássinum. Og nakrar ferðir varð hann yvirspældur í kvikum 1-2 samanspælið, tá hann fór upp at pressa, heldur enn bert at gardera í verjupartinum. Og við undantaki av Fróða Benjaminsen, so tóktist nýggja samansetingin at órógva friðin í verjuni.
Litaviska málið var væl eisini eitt dømi um, at verjan ikki var nóg væl skipað. Eitt er, at dómarin ongan tíð skuldi dømt frísparkið móti Fróða, sum meira varð togaður av enn togaði í Jankauskas. Men tá frísparkið so varð sent innfyri, misti Jón Rói sína markering, og hóast Jákup reageraði væl og fangaði stútaran, so snorksvav alt liðið, so Jankauskas kundi sparka returin í kassan.
Men longu undan hesum, og stóran part av fyrra hálvleiki prógvaði føroyska liðið, at vit so sanniliga kundu vera við. Litavar tóktust als ikki hava væntað, at føroyska liðið kom somikið langt niðan á vøllin, og tí vóru teir støðugt í ójavnvág, tá okkara kontraðu niðaneftir. Plássið í borðunum var gott, og eisini á miðvøllinum høvdu føroyingar rúmar ræsur, tá bólturin fyrst varð fingin framvið fyrstu ketuni.
Og hetta bæði kundi og skuldi givið okkurt málið. Størsta møguleikan fingu vit, tá Jákup Mikkelsen sýndi frálíkan sparkiteknikk við langum bólti yvir 70 metrar. Rógvi Jacobsen sýndi eins frálíkt høvuðsspæl og stýrdi til Christian Holst, men tíverri fekk litaviski málverjin beint bóltinum til horna. Seinni hevði Rógvi góða roynd, eins og vit fleiri ferðir áttu at fingið meira burtur úr góðum góðum álopsstøðum, har bólturin tó ofta varð mistur, tí seinasta trekkið ikki var nóg væl umhugsað.
Litavar bíðaðu
Og tað er væl eingin loyna, at litaviski landsliðsvenjarin var alt annað enn nøgdur. Hóast bæði Mikoliunas og Cesnauskis lótust at halta, tá teir fóru av vøllinum, so var avleiðingin av dupult-útskiftingini eftir hálvan tíma sjónlig. Liðið hjá Litava varð stillað nógv meira verjukent, og tí gjørdist plássið hjá okkara væl minni.
Við 1-0 í steðginum mundu føroysku vónirnar tó vera á eini leið undan seinna hálvleiki, og kanska kundu vit eisini fingið okkurt at hava hesar vónirnar í heilt skjótt eftir steðgin.
Litavar royndu annars at byrja við buldur og brak, og alt fyri eitt kom føroyska liðið undir stórt trýst. Ikki minst, tí Danilivicius á miðvøllinum og Ksanavicius, sum nú spældi vinstri kantur, fingu alt ov gott pláss. Ferð eftir ferð var føroyska verjan um ein háls, tá yvirtalsstøður vórðu skaptar, men áðrenn júst teir báðir stóðu fyri næsta heimamálinum, høvdu litavar so sanniliga fingið sær ein hvøkk fyri allar pengarnar. Fyrst tá Rógvi Jacobsen tvingaði málverjan at stórbjarga stútara eftir fríspark, og síðani tá Símun eftir flott føroyskt álop sendi væl innfyri, men uttan at nakað føroyskt álopsbein kom fyri.
2-0 málið at kalla drap dystin, og litavar hugsaðu nú aftur meira um verjuspælið. Tó so, at teir høvdu nøkur vandamikil kontra, har Atli til tíðir hevði stórar trupulleikar av sínum kvika kanti, men veruligar atsóknir gjørdist talan sjáldan um. Aloftast endaði tað við langsskotsroyndum, sum sjáldan noyddu Jákup Mikkelsen at vísa nakað sum helst.
Føroyska liðið var eisini umskipað, soleiðs at Pauli kom inn á miðvøllin, har hann skjótt fram fram til leiklutin sum sweepari, og tí steðgaði flestu gjøgnumrenningunum hjá litavum. Men nakað veruligt trýst fekk føroyska liðið sjáldan. Vandamesta álopsvápnið var framvegis høvuðsspælið hjá Rógva, men hann var dupultkekkaður, mest sum hvørja ferð hetta varð roynt. Og hóast okkara fleiri ferðir komu ígjøgnum í borðunum, so var ov sjáldan, at veruligar vandastøður stóðust av hesum.
Skotvenjing á skránna
Eftir spælbýtinum at døma, so var litaviski sigurin helst í lagi, men meira enn nakað, so var sigurin grundaður á, at teir tóku av møguleikanum, tá hesin beyðst. Tann partin megnaðu okkara heldur ikki hesaferð. Og tó at tað er hugaligt at staðfesta, at føroyska liðið í trimum av seinastu fýra dystunum hevur skapt fleiri møguleikar, enn teir hava gjørt seinastu tvey árini tilsamans, so er tað eins frustrerandi, at hesir ikki vilja geva nakað mál av sær. Og tíansheldur nakað stig. Og havandi komandi mótstøðuliðini í huga, so er ikki serliga upplagt, at nakað av slagnum fer at koma í seinastu dystunum av undankappingini.
Glottar vóru tó avgjørt at síggja. Avgerðin at flyta Jákup á Borg á bakkin var djørv. Men bæði tí hesin spældi seg væl upp, og tí Símun Samuelsen hesa ferð leveraði tað, sum hann eigur at megna, vísti hon so eisini at halda. Og kann luftvápnið hjá Rógva fáa stuðul frá kvalitetunum, sum Holst og Súni Olsen áður hava víst, eigur hetta eisini at virkar til enn fleiri føroyskar møguleikar. Og kunnu hesir skapast, uttan at ov nógv verður slakað í verjupartinum, so fara fleiri føroysk mál væl at spyrjast burturúr fyrr ella seinni. Men um tað verður í hesi undankappingini, er tó ilt at siga.
Myndatxt
Skothagtøini søgdu, at litavar høvdu 23 av slagnum mótvegis 7 frá okkara monnum. Men bert trý av skotunum hjá vertunum vóru innan fyri rammuna, og tað var eitt minni enn hjá føroyingunum. Ein góð mynd av, at hóast yvirvágina, so megnaðu vertirnir sjáldan at spæla seg fram til tær heilt vandamiklu støðurnar
Fakta um dystin
Litava-Føroyar 2-1 (1-0)
EM-undankappingardystur á Zalgiris Stadion í Kaunas
4.000 áskoðarar
1-0: Edgaras Jankauskas 8.
2-0: Tomas Danilevicius, 53.
2-1: Rógvi Jacobsen, 90.
Dómari: Twvetan Georgiev
Litava: Zydrunas Karcemarskas – Andrius Skerla, Vidas Alunderis, Deividas Semberas, Arunas Klimavicius – Deividas Cesnauskis (Mindaugas Kalonas, 21.), Kestutis Ivaskevicius, Andrius Ksanavicius, Saulius Mikoliunas (Andrius Velicka, 32.)– Tomas Danilevicius, Edgaras Jankauskas (Aurimas Kucys, 86.)
Gul kort: Vidas Alunderis, Andrius Ksanavicius, Aurimas Kucys
Á beinkinum uttan at koma inn: Paulius Grybauskas, Irmamtis Zelmikas, Igoris Morinas, Ricardas Beniusis
Venjari: Algimanters Liubinskas
Føroyar: Jákup Mikkelsen – Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen, Jón Rói Jacobsen, Jákup á Borg – Símun Samuelsen, Súni Olsen (Pauli G. Hansen, 63.), Mikkjal Thomassen, Christian Høgni Jacobsen (Andrew av Fløtum, 84.) – Christian Lamhauge Holst (Hans Pauli Samuelsen, 74.)
Gul kort: Fróði Benjaminsen, Rógvi Jacobsen, Súni Olsen, Atli Danielsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: René Tórgarð, Johan Troest Davidsen, Herbert í Lon Jacobsen, Hjalgrím Elttør
Venjari: Jógvan Martin Olsen