næmingur saman við teimum, og sum býr á bygd, koma um Kára Hornið. Hon var eisini rópt inn á Kondittaríið, og hon visti eisini at siga frá øðrum næmingum. Seinni var ein mynd tikin og sett í Dimmalætting, við [...] næmingar, eins og brævskrivingin eisini gjørdi sítt til, at tað eydnaðist teimum at hittast seinasta leygardag. Vit vóru 26 næmingar í 1948 á Háskúlanum, og nú vit hittuast, vóru tríggjar deyðar og bert tvær [...] døgurði á Háskúlnum kl. 16 og um kl. 20 fóru tær hvør til sítt, eftir ein ógloymandi dag. Anna Egholm var 17 ára gomul, tá hon fór á Háskúlan í sínari tíð. Hon búði á Glyvrum, og fyri ungar gentur tá í tíðini
arloyvi styrkir bæði móður og barn, so nógvir sjúkradagar verða spardir og familjulívið verður styrkt. Hetta uppskotið er væl og virðiliga viðgjørt á sosialnevndarfundum, og serliga á fundi 24. mars, har [...] breiðir seg meira og meira. Fyri at fyribyrgja hesi sjúku, mæla allar heilsusystrar til, at børn fáa móðurmjólk og einki annað fyrstu seks mánaðirnar. Tí er tað óheppið bæði fyri móður og barn, at barnið [...] n ganga í skúla soleiðis, at onnur helvtin er í forskúla fyrrapart á degi og í frítíðarskúla í Sjónleikarhúsinum seinnapart og hin helvtin øvugt, tá verður rúm fyri líka so mongum øðrum børnum afturat
tá teir brutu ígjøgnum í høgru síðu og bólturin varð sendur hart og flatt innfyri. Men beint áðrenn Birgir Jørgensen skuldi seta fótin á bóltin, kom Dann Knudsen og sparkaði burtur. Tað vóru eini tíggju [...] skoraði til 3-0 og sløkti seinastu vónina hjá VB um at fáa nakað burtur úr dystinum. Bólturin kom innfyri úr høgru síðu, og har fintaði Óli tveir mans, áðrenn hann gjørdi sítt næsta og triðja málið hjá [...] skoraði. Og tá tíggju minuttir vóru eftir, slapp innskifti Eddie Mikkelsen í vinstru síðu ótarnaður at reka heilt inn móti 5-metrinum. So fór bólturin millum beinini á einum VB-ara og einum NSÍ-ara og endaði
fyrimun. Tað vóru 20 minuttir eftir at spæla, tá Rúni Elttør rak framvið fleiri sundalagsmonnum og skeyt eitt flatt skot, sum Óla Christian ikki megnaði at verja fyri. So var 1-0 til KÍ, og fimm minuttir seinni [...] sum varð spælt næstseinasta leygardag, tapti EB/Streymur 1-3 móti Royn, og leygardagin bleiv tað til enn eitt heimatap, tá KÍ vann 2-0. Fyrri hálvleikur endaði uttan mál. Beint áðrenn hálvleik var EB/Streymur [...] málið var Ove Nysted komin inn hjá KÍ, og hann brúkti ikki langa tíð á vøllinum til at skora. Úti í høgru síðu kombineraði KÍ seg ígjøgnum verjuna hjá heimaliðnum, og enn eina ferð endaði tað við einum flatum
tað er stórur munur á 1. og 2. deild, sást týðiliga í góðveðrinum í Gundadali leygardagin, tá ið næstbestu liðini hjá HB og GÍ dystaðust. Ferðin var ikki serliga høg á dystinum, og haraftrat blakaðu bæði [...] forða bóltinum í at fara inn í málið. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Eyðun til 2-0 eftir eina misskiljing í GÍ-verjuni, og umleið fimm minuttir fyri leiklok fullførdi hann sítt hattrick við besta málinum
aftur og hótti Sunnvard Joensen í GÍ-málinum. NSÍ var eisini veruliga komið fyri seg og hevði fleiri ferðir hótt við at javna, tá GÍ fór upp á 2-0. Sámal Joensen sendi bóltin innfyri úr høgru síðu, og har [...] Bæði GÍ og NSÍ vístu heilt gott spæl, tá liðini hittust í fjórðingsfinalu í Gøtu dýra biðidag, og dysturin bar eisini boð um, at hesi liðini skulu vit rokna við, tá kappingin um gull og onnur heiðursmerki [...] kortini oftari enn NSÍ, og tað var eisini væl uppiborið, at gøtumenn vunnu 4-1 og tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni. Hóast 4-1 kanska var í meira lagi, kundi einki setast á GÍ-sigurin, og um teir gulu úr Gøtu
Jákup á Borg gjørdist leysur, og hann skeyt bóltin framvið Bjarna Johansen og í málið. Hetta málið tók púrasta luftina frá vágbingum, og nógvir teirra hingu við høvdinum og skeldaðust sínámillum. Heimaliðið [...] løgdu seg á odda 2-0, tá ið 33 minuttir vóru leiktir. Tomislav Sivic, sum minuttin áðrenn hevði rakt stólpan, spældi bóltin úr vinstru inn í málteigin hjá VB, og har stóð John Petersen og prikaði bóltin [...] hálvleikstøðuna 2-0 til B36. Seinni hálvleikur eitt stórt B36-álop Í seinna hálvleiki var tað einvegis ferðsla ímóti VB-málinum. Teir svørt/hvítu B36-leikararnir spældu VB-verjuna sundur og saman, og tað vóru
sum komu niðan aftur í Gundadal dýra biðidag og vónaðu at síggja eina eins undirhaldandi fjórðingsfinalu millum HB og B68 sum tann fyrr á degnum millum B36 og VB. Hesi fóru helst vónsvikin til hús, tí at [...] 5-meturin. Har var John Heri Dam fyrstur á honum og smekkaði til, men Magnus Poulsen í B68-málinum hálvbjargaði, og so var Súni Fríði Johannesen beinanvegin klárur og sendi bóltin í málið hjá gomlu liðfeløgunum [...] við miðjuni og álopinum. Miðjan hongur ikki saman, og av tí sama fáa áleyparnir alt ov lítið at arbeiða við. Harafturímóti kann sigast, at HB í Jan Dam, Hans Fróða Hansen, Hans á Lag og Johannes Joensen
Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen, umboða í Danmark, og viðhvørt gongur minni væl. Hetta vikuskiftið var soltið bæði hjá Toda og Jákupi. FCK var á gamla heimavøllinum hjá Toda í Lyngby, og teir høvdu nógv [...] Mikkelsen og Herfølge vóru í Aarhus, har 6.276 áskoðarar og teirra millum nógvir føroyingar staðfestu, at hvørki av liðunum hevur nakað at spæla um hesi síðstu umførini í superliguni. AGF vann 2-0. Eftir [...] viðhaldsfólk við sær. Vanliga plaga tað at vera undir tvey túsund og hyggja at í Lyngby, men hesa feð vóru 6.015. Heimaliðið vann 2-1, og tað var álopsfelagin hjá Toda, Thomas Thorninger, sum javnaði til
fóru í enska flotan. Men av tí, at August Smith hevði skipað fyri, at øll ? gentur og dreingir ? lærdu at lesa og skriva og rokna, gjørdust flestu dreingirnir skjótt yvirmenn umborð. Smith legði teimum við [...] standa plantasjurnar við trøum og blómum frá londum sum India, New Zealandi, Mexico og Suðurafrika í fagrasta blóma. Ein planta (Liliacea hesperogucca whipplei), sum blómar 20. hvørt ár, veksur tá heilar [...] Allastaðni er reint og ruddiligt, og parabolar síggjast einans burturgoymdir aftan fyri húsini inni í garðinum. Fólkið er av tí blíðasta, ið hugsast kann! Príslegan er heilt sámulig, og innivist fæst frá