Tríggjar ferðir Eyðun

Fótbóltur, 2. deild: Eyðun Samuelsen var trífaldur málskjútti, tá HB vann 3-1 á GÍ

At tað er stórur munur á 1. og 2. deild, sást týðiliga í góðveðrinum í Gundadali leygardagin, tá ið næstbestu liðini hjá HB og GÍ dystaðust. Ferðin var ikki serliga høg á dystinum, og haraftrat blakaðu bæði liðini óteljandi bóltar burtur.


Reint hattrick

Eyðun Samuelsen, sum fyrr í ár vandi við B68, gjørdi øll trý málini hjá HB. Hann legði heimaliðið á odda stutt fyri hálvleik, tá ið hann gjørdist einsamallur við málverjanum hjá gøtumonnum, sum fekk hondina á skotið, men ikki megnaði at forða bóltinum í at fara inn í málið. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Eyðun til 2-0 eftir eina misskiljing í GÍ-verjuni, og umleið fimm minuttir fyri leiklok fullførdi hann sítt hattrick við besta málinum í dystinum. Ein rennibóltur bleiv spældur til Eyðun, sum dróg fram við einum verjuleikara hjá GÍ, áðrenn hann sendi bóltin í málið tætt við handara stólpa.

Í seinasta minutti av dystinum minkaði ungi Hans Pauli Petersen um munin eftir eina kiksaða rangstøðufellu hjá HB. Hesin ungi, Hans Pauli Petersen, var í fjør eitt skifti í 1. liðshópinum hjá GÍ, men var so óheppin at bróta sær annað beinið í fjør.