við at gerast so álvarslig, at vandi er fyri, at teir als ikki kunnu fara upp til tær próvtøkur, sum so aftur skulu tryggja teimum eina framtíð so ella so. LANDSSTÝRISMAÐURIN í skúlamálum, sum vit vita ber [...] stórt tal. Hetta átti Eilif Samuelsen sum lærari at vitað alt um. Tí kann tað bert vera eitt ómetaliga stórt treiskni og ein vilji til ikki at skula missa andlit, sum er orsøk til, at landsstýrismaðurin [...] hasum harra landsstýrismaður og lat næmingarnar sleppa aftur í skúla. Tá vísir tú teg nettup sum ein mann, sum ein, ið stingur fingurin í jørðina og torir at taka eina nýggja og skilagóða avgerð. Nú mugu
Hvat er nú at gera? Skulu vit bara halda fram á sama hátt sum higartil, eins og Edmund Joensen sigur? Skulu vit slíta frá Danmark, ella skulu vit broyta heimastýrisskipanina, so at hon gevur føroyingum meira [...] men tað er eingin ivi um, at ein týðandi partur av uttanalndsskuldini eigur at vera kliptur av. Tað hevur so mangan verið kastað heimastýrislógini fyri, at hon skal vera orsøkin til bæði eitt og annað [...] fingið uppreisn. Vit kunnu tað sama viðganga, at vit ikki hildu, at okkara politikrara sluppu so snikkaleysir, sum teir sluppu, burtursæð frá, at kanningin staðfestir, at Atli Dam og Jógvan Sundstein vistu
Ole Hyltoft er tó meira enn bara ein hugsan, ein meining. Hon nærkast tí ein kann kalla rasismu av fúlasta slag - ja minnir ikki sørt um reinan devulskap fyri at brúka orðið, sum illustrerar hesa grein einabest [...] eru so hesi fólkini, sum brúka politiskar gølur og ósemjur til at seta vanliga danan upp móti føroyingum og øvugt! EIN teirra eitur Ole Hyltoft. Grein hann hevði í Ekstrablaðnum 7. januar í ár er so ni [...] Orðini raka langt undir tað ein kann krevja av einum siviliseraðum persóni. Er hetta nakað at byggja álit og virðing uppá millum tvey fólk! Er veruleikin veruliga so einfaldur, sum hann her verður gjørdur
gjørt størri lobbyarbeiði í hesum máli. KANN tað vera vera so, at tað er júst samráðingarháttur løgmans, sum hevur forðað fyri hesum! Avgjørdur og treiskur sum hann er hevur hann ongantíð fjalt út yvir [...] neyvan hevði ein donsk samráðingarleiðsla hildið so fast uppá føroysk krøv sum okkara egna hevur megnað tað hesi árini. At forsætisráðharrin nú sigur seg vilja hjálpa mugu vit bara taka sum eitt gott tekin [...] ólk, sum nú einaferð eru sett til at finna eina loysn. Tað er varhugi okkara, at løgmaður nú hevur koyrt málið fast og so fast, at hetta kann gerast ein boomerangur, um tað fer til Haag. Tað kann tí vera
tikin uppaftur, tí so leingi vit eru í einum ríki, sum er so ymisktháttað sum tað er, er neyðugt alla tíðina at partarnir eru kunnaðir um hvønn annan og gongdina hjá hvørjum øðrum. NÚ er bara at vóna, at f [...] verið uppi í, ella hvat hann sum ovasti politiski myndugleiki í ríkinum hevur góðkent. Í ØLLUM førum mugu vit bara staðfesta, at eingin kemur víðari í einum máli, ella fær loyst ein trupulleika við at halda [...] víðari er at tosa saman, og nógv skuldi verið at spurt fortisráðharran um, eins og Miðflokkurin vísti á. TAÐ er eisini tí, at ikki so fá tjóðveldisfólk eru ørg, tí formaðurin í tingbólkinum, Heini O. Heinesen
soleiðis, at tað verður torført at fara víðari við eini rættarsøk. Men er tað so, at bara ein partur av teimum avdúkingum, sum komu fram í sera áhugaverdu og væl frágingnu SVF-sendingunum, er rættur og hevur [...] ilt at gera alt hetta upp í pengum, so verður helst gjørligt at fella ein dóm, sum sigur, at danir við sínum huldu- og skýmaskotspolitikki hava vanvirt føroyingar, so tað stendur eftir. Hvussu óprofessionellir [...] NEYVAN nakrantíð áður hevur so nógv staðið uppá spæl hjá Føroyum, sum komandi ár ber boð um. Úrslitið av bankakanningini verður greitt, og ein ella onnur avgerð skal takast í marknatrætuni við Bretland
samráðingarnevndini. Hví so er mugu vit bara gita um. KANN ein orsøkin vera hon, at løgmaður við hesum vil staðfesta sína hørðu linju mótvegis Bretlandi í markamálinum. Kann tað vera so, at løgmaður í veruleikanum [...] sami løgmaður sum hevur biðið fólk standa saman, nú hevur sett ein kíla í hjólið! LAT tað vera púra greitt, at vit taka undir við teimum, sum vilja hava bretar at innsíggja, at miðlinjan má vera útgangspunktið [...] skjóta upp miðlinjuna sum fiskimark skapt ein presedens. Teir hava skapt sær sjálvum ein trupulleika, sum teir mugu vísa vilja til at loysa. Harvið er ikki sagt, at vit føroyingar bara skulu siga nei og aftur
løgmaður, at sjálvstýrisflokkurin bara fór at velja ein nýggjan landsstýrismann uttan at gera ein vørr, so tykist løgmaður at vera dekan ov góðtrúgvin. HEVÐI løgmaður so trupult at fáa Sámal Petur í Grund [...] og loyalt í landsstýrinum, sum hann opinbart hevur havt, tí hann gav honum sekkin, átti hann sjálvandi fyrst at vent sær til Sjálvstýrisflokkin og greitt frá trupulleikunum. SO kundi Sjálvstýrisflokkurin [...] málið og annaðhvørt tosa Sámal Petur til rættis, valt ein annan landsstýrismann ella farið aftur til løgmann og sagt, at vit kunnu ikki halda fram. SO hevði løgmaður verið í eini heilt aðrari støðu. Bæði
kyn - og ikki eftir dygd. Bara tað, at so stór mótstøða er ímóti javnstøðulógini man vera besta prógvið fyri, at ein slík lóg er neyðug - eisini her hjá okkum. Víst er tað so, at politikararnir verða [...] okkara hugaheimi ein fyribils lóg, sum skal framskunda eina hugburðsbroyting - eina hugburðsbroyting, sum - eins og Rúna Sivertsen sigur - hevði komið av sær sjálvum. Trupulleikin er bara tann, at hendan [...] broytingaruppskot, sum leingir barnburðarfarloyvi hjá monnum 100% - frá tveimum til fýra vikur! Rúna Sivertsen kann tosa so háandi um »reyðsokkar, sum múlabinda og tvinga kvinnur«, sum hon vil. Eftir stendur
Júst Knud Heinesen kann vera føroyski trumfurin í hesi torføru kabalu. Hann er settur at umsita ein grunn, sum hevur til uppgávu at fáa føroysku samfelagshjólini at koyra aftur. Vit mugu so seta okkara álit [...] er enn ein trojanskur hestur hjá donskum politikarum, embætismonnum og bankafólki. Tað er so eisini ein sannroynd, at tað, sum tørvur er á í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, er nettup ein persónur [...] tingmenn, landsstýrið og umboð fyri Fíggingargrunnin, sum vitjar í Føroyum, hava í kvittanum. Tað má so vera okkara vón, at formaðurin í Fíggingargrunninum, sum annars er slektaður úr Bø og higartil hevur víst