fyrstu ferð i ár. Hetta var eisini fyrsta ferðin í ár, at B68 megnaðí at skora mál. Á Argjum vann AB 5-2 í grannauppgerðini ímóti Giza/Hoyvík. Inntil tað restaðu tíggju minuttir var støðan 4-0. Á Vágseiði vann [...] Bartal Eliasen br 73. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at bólturin rakti í armin á Egili á Bø. Henda dómin hildu teir í EB/Streymi lítið um, tí armurin var upp á pláss, sum tað plagar at verða tikið [...] heimavølli ímóti Skála, ið er á veg til hús við 5-0 tapi. Á Svangaskarði vann B68 2-1 ímóti 07 Vestur. Bæði heimamálini vórðu skorað miðskeiðis í 1. hálvleiki við langskotum. Tað kom spenningur í aftur,
álvarslig evni á skrá í okkara arbeiði. Tú vart nevniliga ein, sum vit kundu heita á í so nógvum samanhangum. Við tínum stillføra og álitisvekjandi verumáta megnaði tú at vera til staðar á ein heilt [...] deplinum í fleiri áratíggju á ymiskum deildum. Vit, sum vóru so heppin at starvast saman við tær í nógv ár á Ambulantari deild, P50, og í Økispsykiatriini, kenna tómrúmið eftir tær, góða Ingun [...] psykiatriina á ein gevandi og mennandi hátt. Tú vart við frá byrjan av, tá Økispsykiatriin varð sett á stovn, og eisini hana hevur tú verið við til at ment og litað til tað fakliga høga støðið, hon er á í dag
bs á Nesi leygardagin 23. mars sær soleiðis út: 16.00 Inngangur í Nes Kirkju 16.10 Hammershaimb prestur – Jákup Reinert Hansen 16.40 Tóri Restorff Jacobsen spælir eitt tónleikastykki á cello 16.50 Søgan [...] Prestarði á Nesi, ið Hammershaimb sjálvur tók stig til at byggja, og sum stóð liðugur í 1863. Umframt tveir áhugaverdar fyrilestrar um virki Hammershaimbs sum presti og hin um prestagarðssøguna á staðnum [...] í 1878 flutti til Danmarkar hava níggju sóknarprestar verið á prestagarðinum. Tann síðsti flutti út í 1975. Seinasti prósturin, sum búði á Nesi, var Fríðrikur Petersen ættaður úr Saltnesi. Ein arbeiðsbókur
almenn samb. óváttaði tíðindi hevði brúkt einar 50 mió. kr., uppá hetta arbeiði við lántøku frá útlendskum lánistovnum. Nøkur ár seinri løgdu teir nýtt uppskot á ting, og fyrigyklaðu fólki, at ætlanin var at [...] veruleikan. Søgan um undirsjóartunnlarnir um Vestmannasund og Leirvíksfjørð byrjar á einum heilt øðrum staði. Hon byrjar av álvara á heysti 1987, og undan hesum tíðarskeiði royndu tveir lokalir politikarar í Vágum [...] landsstýrismaður í samferðslumálum, og kom at standa á odda fyri hesum arbeiði. Hevði nógvar fundir við felagskommunurnar í Vágum, var somuleiðis á kanningarferð í Norra saman við Mikkjal Helmsdal, fyrrv
men varð koyrdur á dyr, tá tey noktaðu at taka undir við studningi til vinnulívsbólkar og óneyðugar prestisjuíløgur. Til hetta valið hevði IA greiðan boðskap: Sjálvstýrið skal byggjast á ábyrgd, sjálsvirðing [...] verið í tøttum samstarvi við Kuupik Kleist í eini 10 ár. Eftir fólkatingsvalið í 2001 elvdi hetta eisini til, at vit stovnaðu Norðuratlantsbólkin á fólkatingi. Kuupik hevði ein serstakan uppvøkstur, har [...] har hann vaks hjá mammu síni, ið var deyv, í tí námsbygdini á oynni í Diskovíkini, sum varð niðurløgd og fólkið flutt burtur. Hann er útbúgvin á Roskilde Universtitetscenter (RUC) í samfelagsfrøði. Hann
Norðurlandamál Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í fyrilestri á 50 ára hátíðarhaldinum hjá Dansk Sprognævn fyrr í ár nýtti fyrrverandi íslendski forsetin Vígdis Finnbogadóttir høvið at hugleiða um [...] missa blýantin á gólvið og eru óvitandi um ta ovurhonds stóru ábyrgd, tey hava fingið, at bera mentanina og málið inn í framtíðina? Føroyar á odda Í hesum viðfangi vísti Vígdis Finnbogadóttir á eina kanning [...] einasta mál, sum verður fátækari, og sum av teirri orsøk er í vanda, segði hon og vísti samstundis á, at málsligir førleikar snúgva seg ikki bara um at duga sítt egna móðurmál og at brúka tað í øllum høpi
Jógvan á Lakjuni fekk á valinum 20. januar 409 persónligar atkvøður, og fer hann í landsstýrið, kemur Kjartan I. Joensen í Leirvík á ting fyri hann. Hann fekk 155 persónligar atkvøður. Onnur boð upp á lan [...] áðharri. Men norðoyingar hava lagt stórt trýst á fyri at fáa Bjørn Kalsø á Syðradali til fiskimálaráðharra. Norðoyingar hava bæði á fundi í Klaksvík og á fundi hjá Sambandsflokkinum í Havn leygardagin [...] løtu (kl 12 mánadag) á fundi og viðger, hvør skal umboða flokkin í landsstýrinum, og Sambandsflokkurin fer á fund kl 13. Sosialurin skilir, at tað eru fýra persónar, sum eru upp á tal sum landsstýrismenn
nýggjum strekkjum á autobanum. Ynskir tú ikki tað, er møguleiki at fara eftir teimum gomlu motorvegunum uttan gjald. Eisini á privatum vegum er gjald lagt á, har tú kanska skalt inn á eina skrivstovu at [...] mín síðsti tími var komin nú ein dagin á veg vestur ígjøgnum tunnilin. Tá eg var komin nakað um munnan á Vágalandinum, kom ein bilur við fullari ferð ímóti mær á mínari síðu. Ein høgur betonkantur er mitt [...] vit verið fleiri túrar við bili og koyrt ymsastaðni í Evropa. Av og á rennur tú teg í onkra gjaldsskipan fyri at sleppa longur fram á leiðini. Í fleiri førum kanst tú tó velja at koyra ein umveg sum t.d
íslendingar á vøllinum, tí Bjørn Gunnarsson tvær ferðir hevði fingið gula kortið. Noreg legði bragdliga fyri á útivølli í Italia. John Carew, sum áður hevur spælt í Roma, legði í fyrsta minutti Noreg á odda. [...] HM UNDANKAPPING Ísrael fekk stig við úr París, og Aserbadjan, sum á altjóða styrkislistanum ikki er so langt frá Føroyum, megnaði á heimavølli 1-1 ímóti Wales. Burtursæð frá hesum góðu úrslitunum hjá teimum [...] ng. Sum vertir eru teir sjálvskrivaðir í endaspælinum um tvey ár. Føroyska 6-0 tapið í Sveis var ikki tað størsta av øllum. Svøríki var á Malta, og sviar vístu onga náði. Úrslitið var sannførandi 7-0 sigur
seg úti á vøllinum. Somikið nógv fingu teir burtur úr, at Kyndil eftir hetta fór út at mansverja báðar, í eini roynd at venda dystinum. Tað eydnaðist teimum eisini á hendan hátt at toga seg inn á mótstøðuna [...] trýstinum, sum nú lág á kyndilsmonnum, og við fríspælingum til Janus Einar, umframt onkrum máli frá egnari hond, hevði hann eftir stuttari løtu togað Kyndil upp aftur á liðina á heimaliðinum. Hetta viðførdi [...] fyrsta korterið av seinasta hálva tímanum leikaði tó framvegis javnt á. Tá fekk KÍF knappliga eina stak góða periodu, har teir við fýra málum á rað syrgdu fyri, at teir rættiliga fingu lagt sjógv millum seg