útferðarlongsul liggur í blóðinum. - Tað liggur til familjuna at fara burtur í onnur lond við ymsum verkætlanum. Abbi mín var í Bolivia í sínari tíð og fleiri onnur hava eisini verið uttanlands í ymsum verkætlanum [...] senda fólk út í verð, er – burtursæð frá tí sjálvsagda í at hjálpa – at viðkomandi kann koma heim aftur og greiða fólki frá um upplivingarnar. Geva sína meting av nyttuni, sum vit kunnu gera úti í heimi, sigur [...] sigur Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya. Annika Hoydal fer sum nevnt avstað sunnudagin og skal starvast í Kambodia í tveir mánaðir.
mikudagin í farnu viku. Í viðgerðarhølum sínum, uttarlaga á Skála ger Helena Viderø seg klára at fara í holt við ein av kundum sínum. Talan er um Ebbu Jacobsen, sum er ættað úr Klaksvík, men sum nú býr í Haraldssundi [...] fáa javnvág í eitlarnar ella lymfi-kirtlarnar í kroppinum. Hóast orðið og viðgerðin kanska ikki sigur fólki so nógv, er Ebba ikki eina einastu løtu í iva um, at viðgerðin hevur hjálpt henni í verandi støðu [...] alternativa vælverustovan í Føroyum. Eftir at hava útbúgvið seg um alternativan húðrøktara, lat hon fyri fýra árum síðani upp hesa viðgerðarstovuna. Umframt hetta, vegleiðir hon eisini fólki í røttum kosti og øðrum
føroyingar, sum búgva í Føroyum, men ikki minst til føroyingar í øðrum londum. Útlendingar hava eisini lagt til merkis, at hon hevur nakað serstakt og hava keypt umvegis heimasíðuna. - Í september síðsta ár [...] TIL ARBEIÐIS Vit hittu Hallfríð Djurhuus í lítla og snøgga handlinum í gongugøtuni í Hirtshals nakrar dagar fyri páskir. So skjótt, tú kemur innar, sæst, at her ræður hugflog og hegni. Hallfríð dugir síni [...] síggja nakran annan í sama kjóla – ella í somu troyggju. Eg haldi, at míni viðskiftafólk eru ógvuliga glað fyri, at tað, sum tey keypa frá mær, ikki er eitt plagg, sum fleiri onnur ganga í, men at hetta er
kemst av, at hon í 1997 fór í skúla eitt ár ov tíðliga, og av tí at hon eftir loknan 9.flokk fór beinleiðis í student. Hon fyllir tann 1.august, og var sostatt júst fylt 6 ár, tá hon fór í 1.flokk, og var [...] undir, og tað endar eftir øllum at døma ikki enn. Í summar skal hon aftur á pall, tá hon syngur Við Múrin, og í august mánaði fer hon aftur í skúla. - Í august mánaði flyti eg til Keypmannahavnar, har eg [...] menniskja. - Hevði eg byrjað í skúla til tíðina, hevði lívið hjá mær kanska sæð heilt øðrvísi út í dag, sigur Anna við einum væl nøgdum brosi. Songfuglur burturav At verða liðug í student upp á met stutta
luttakarin. Tá Per Stig Møller var lendur í Vágunum í gjár, gekk leiðin til Gásadals, har teir báðir starvsbrøðurnir hildu fund. Á tíðindafundi í Tinganesi í gjár greiddu teir báðir uttanríkismálaráðharrarnir [...] starvsbróður sín um, at Danmark fór at fylgja ynskjunum hjá Føroyum og Grønlandi í spurninginum um hvalaveiði. Nú hendi so tað óhepna í fjør, at Danmark í IWC (International Whaling Commission) atkvøddi ímóti [...] spurningurin um atlimaskap í UNESCO. - Eftir at vit hava fingið atlimaskap í IMO (maritimi felagsskapurin hjá ST) og FAO (matvørufelagsskapurin) fyrireika vit nú eina umsókn um atlimaskap í UNESCO, sum er mentanar-
Christian í Grótinum, tá teir royndu eftir rossamakreli í Ensku Kanalini. Tá hevði nótaskipið, sum ikki er í føroyska fiskiskipaflotanum meira, eina íblanding av havgølti, sum teir landaðu í Fuglafirði [...] tons til matna í Peter Head. - Skipið hevði valið ímillum at landa lutfalsliga lítlu veiðina til matna fyri 1,86 krónur fyri kilo – ella at fylla skipið og landa veiðina til ídnað í Føroyum fyri eina góða [...] Fuglafirði. Smáur fiskur Í fjør keypti Havsbrún út við 11.000 tons av havgølti, og higartil í ár hevur virkið eisini keypt onkra last. Tað eru írsku systirskipini, Father McKee og Brendelen, sum serliga hava fiskað
minna um hvørja aðra í endaliga smakkinum í fløskuni. Mæta vínhúsið Louis Jadot frá 1859 er væl umboðað í flestum AOC-økjum í Bourgogne í bæði vavi og dygd. Tað sæst eisini á skoðsmálunum í dag. Støðið er javnt [...] Château des Lumières í Beaujolais, ið Jadot-mennirnir keyptu so seint sum í 2001. Frammanundan hevði Jadot í ein mansaldur keypt vín-drúvur frá eigaranum og síðani gerað, búnað og tappað í Jadot-navninum. [...] finst kanska størsta ævintýrið innan vín-heimin í dag. Vínteigarnir eru smáir, bóndirnir bráðrisnir, landslagið skiftandi og veðrið líka óálítandi sum í Føroyum. Hin fullkomna pallsetingin fyri drama, har
Hanus Debes Joensen, landslækni og fyrrverandi formaður í setursráðnum, segði um gransking og hægri undirvísing í Føroyum at tað var sum at ganga í bjarglendi. Fyrst skuldi tann eini fóturin standa tryggur [...] ein hugburðsbroyting úti í føroyska samfelagnum er í ferð við at henda. Orðingar úr Visjón 2015 sláa tað stórt upp, at Føroyar skulu mennast á granskingarøkinum. Men fíggjarlógin í ár ber ongi boð um hægri [...] millum áhoyrarar og pallborðsfólk. Hesin hevði, eins og uml. 30-40 onnur, leita sær oman í Vágsbotn í Miðlahúsið á kjakfund, sum snúði seg um Fróðskaparsetrið og tær heldur ivasomu umstøðurnar kring stovnin
00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúdleyp Í dag, 5. desembur hava hjúnini Ragnar og Elsa í Holusteini verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin í húsinum hjá Kongshavnar kvinnufelag sunnudagin 14 [...] 774440. Seinasta freist at tekna seg er 11. des 2008. Vígslan verður í Elim í Søldarfirði kl. 12.00, og veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 17.00 Vivi & Virgar Silvurbrúdleyp Tann 17. des. 2008 [...] verður Niels Við Gjógvará (Niels í Skorti) 65 ár. Dagurin verður hildin í Framtíðini leygardagin 10. januar kl. 19.00. Tað hevði glett meg at sæð familju, vinir og kenningar í føðingardegi. Tey, ið ætla at
og hin var 51 cm. long og vigaði 3100 gr. 60 ár 27. nov fylti Julia Nybo í Leirvík 60 ár. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum í Leirvík tann 1. des. frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ár Leygardagin [...] verður hildin sama dag í Ungmannahúsinum Virkið kl. 19.30. Tey ið vilja gleða hana við at koma í føðingardag verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 373245, 581495 ella 0045 22633048 í seinasta lagi 2. desember [...] Rolf Herup Olsen, Tórshavn. Vígslan verður í Sandavágs kirkju kl. 14 og veitsla fyri innbodnum í Pálsstovu kl. 19. Leygardagin 1. desember klokkan 16:00 giftast í Kaldbaks kirkju Rannvá H. Skeel Johannesen