Próvtøka
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
- Eg eri liðug tit! Hetta er fyrsta veruliga reaktiónin, tá tann bert 17 ára gamla Anna Nygaard úr Saltangará klokkan 11 í morgun fekk studentahúgvuna setta á høvdið eftir nakrar sera nervøsar minuttir í bíðistøðu, meðan lærarin og próvdómarin vigaðu avrikið hjá Annu.
Úti á gongini stóð ein heil rúgva av fólki, familja og kenningar úr Danmark og Føroyum klára at gratulera henni við nýásettu studentahúgvuni.
Í samfull trý ár hevur Anna, saman við hinum floks- og skúlafelagunum, bart seg gjøgnum eina rúgvu av skúlatingum, nógvar frustratiónir, sitið langar nætur við uppgávum, veitslur og alt annað, ið hoyrir studentarlívinum til. Men brátt er tað liðugt. Trý ár farin. Húgvan sett á høvdið. Pisan klakt.
Ein seinasta próvtøka er yvirstaðin, og Anna Nygaard rundaði studentatíðina hjá sær av við einum flottum 9 tali í enskum, sum hon hevur havt á hægsta stigi. Hetta, saman við restini av próvtøkuúrslitunum, ið liggja frá 8 til 11, geva boð um eitt prógv av teimum heilt góðu, sum Anna hevur við sær í skjáttuni.
Eitt fantastiskt upplivilsi
Anna Nygaard man vera millum teir heilt fáu, um ikki tann einasti, ið megnar at vera liðug við student sum bert 17 ára gomul.
Hetta kemst av, at hon í 1997 fór í skúla eitt ár ov tíðliga, og av tí at hon eftir loknan 9.flokk fór beinleiðis í student. Hon fyllir tann 1.august, og var sostatt júst fylt 6 ár, tá hon fór í 1.flokk, og var somuleiðis júst fylt 15 ár, tá hon byrjaði í 1.s á Kambsdali.
Nú knøpp trý ár seinni kann hon kalla seg student upp á met stutta tíð.
Hevur tað verið strævið?
- Nei, tí eg haldi sjálv at eg var á sama støði fakliga og sálarliga sum øll hini, tá eg byrjaði. Tað hevði kanska verið ein trupulleiki, um eg ikki kundi fylgt við hinum, men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki heldur. Eg havi sum so ongantíð følt meg yngri enn hini, leggur Anna Nygaard dent á.
Sjálv sigur Anna, at skúlatíðin hevur verið eitt fantastiskt upplivilsi, og at øll gongdin hevur verið við til at menna hana sum menniskja.
- Hevði eg byrjað í skúla til tíðina, hevði lívið hjá mær kanska sæð heilt øðrvísi út í dag, sigur Anna við einum væl nøgdum brosi.
Songfuglur burturav
At verða liðug í student upp á met stutta tíð, er ikki einasta bragdið, ið Anna hevur framt. Á sumri í fjør vann hon nevniliga kappingina sum Ársins Songrødd 2008.
Síðan tá hevur hon havt úr at gera við at fáa endarnar at røkka saman. Men tá eg spyrji hana, um tónleikurin ikki hevur órógvað skúlan, svarar avgjørd, at tað hevur tað ikki.
Hon greiðir frá, at hon sjálv hevur gjørt av, hvussu nógva tíð hon vildi nýta til sangin, og at hon hevur lagt sær tað soleiðis til rættis, at tað passaði saman.
- Men har hava sjálvandi verið tíðir, har man hevur hugsað, at student var ikki neyðugt, tá man kundi kreera sær eina yrkisleið sum sangari ístaðin. Men eg eri sera væl nøgd við tær avgerðir, eg havi tikið higartil, leggur songfuglurin Anna Nygaard dent á.
Anna í ævintýrlandi
Anna Nygaard gjørdist sum sagt Ársins Songrødd í 2008, og hevur síðani fingist nógv við sangin. Eitt nú sang hon í fjør á Summar Festivalinum, og hevur hon eisini fleiri ferðir sungið á kaféum og líknandi.
Tað var eitt satt ævintýr, Anna tá fór undir, og tað endar eftir øllum at døma ikki enn. Í summar skal hon aftur á pall, tá hon syngur Við Múrin, og í august mánaði fer hon aftur í skúla.
- Í august mánaði flyti eg til Keypmannahavnar, har eg skal byrja á sangskúlanum Complete Vocal Institute, ið vist nokk er tann sami, sum bæði Linda Andrews og Guðrun Sólja Jacobsen hava gingið á, sigur Anna spent.
Um hetta, sum stendur fyri framman, sigur Anna, at hon er ser spent, og at hon gleðir seg til at prøva nakað nýtt.
- Tað verður sum at byrja ein nýggjan kapittul av lívinum, sigur Anna Nygaard, sum í morgun klokkan líka yvir 11 gjørdist tann yngsta pisan í landinum.