Fyri nøkrum mánaðum síðani boðaði Reyði Krossur Føroya frá, at hann søkti eftir einum fólki til hjálpararbeiði í Kambodia. Arbeiðið sum so var rættiliga væl greinað, og somuleiðis útbúgvingartreytir.
Men tað tóktist trupult at fáa fólk at reagera.
- Tað vóru nakrir fyrispurningar, men ongar ítøkiligar umsóknir, og tí vóru vit meiri ella minni noyddir at boða frá, at umsóknarfreistin varð longd. Hon var nú ikki so long upprunaliga, mugu vit viðganga, sigur Súni Vinther.
Og tað var júst hendan fráboðanin um leingjan av freistini, sum fangaði Anniku Hoydal.
- Eg hevði ikki ansað lýsingini, men tá eg so hoyrdi, at freistin varð longd, fór eg at kanna eftir. Og tað vísti seg, at arbeiðsøkið var júst innan mítt fakøki, sigur Annika Hoydal.
Hon er útbúgvin jarðamóðir, og uppgávan hjá henni verður, at leggja verandi Reyða Kross starvsfólki í Kambodia lag á, hvussu heilsustøðan hjá børnum, serliga undir fimm ár, kann betrast.
- Barnakonur og nýføðingar eru jú mítt serøki, og partur av uppgávu mínari verður at læra kambodianarar um betrað heilsustøði hjá teimum, sigur Annika Hoydal.
Langa leið avstað...
Súni Vinter, sum er formaður í Reyða Krossi Føroya, sigur, at tá avtornaði vóru tvær umsóknir komnar inn.
- Báðar vóru frá kvinnum, og báðar vóru væl skikkaðar. Umsóknin var jú orðað soleiðis, at tað var eitt breitt úrval av útbúgvingum, sum kundi søkja, bæði kvinnur og menn. Men valið fall so á Anniku Hoydal, sigur Súni Vinther.
Lýsingin greiddi einki frá, hvussu tað var at koma fram til landslutin, har hjálpararbeiðið skuldi gerast, ei heldur var nakað nevnt um bústaðarviðurskiftini. Men hetta hevur Annika síðani fingið betri greiði á.
- Eg flúgvi úr Føroyum nú sunnudagin, og so skal eg introduserast hjá Reyða Krossi Danmark mánadag fyrrapart, áðrenn eg flúgvi víðari til Phnom Pen. Har skal eg so introduserast hjá Reyða Krossi Kambodia í, haldi eg, minst tríggjar dagar, áðrenn eg við bili skal koyra til landslutin, har eg skal arbeiða, næsta mánadag aftur, sigur Annika Hoydal.
Biltúrurin tekur 12 tímar – um væl vil til.
- Tað er regntíð í Kambodia nú, og tí kunnu vit koma út fyri, at ikki er koyrandi fyri runu, ella í ringasta føri, at vegurin er skolaður burtur. So mugu vit sjálvandi steðga, sigur Annika Hoydal.
Stór deyðiligheit
Provinsin, har Annika Hoydal skal arbeiða komandi tveir mánaðirnar, eitur Rattanakiri, og liggur í landnyrðingspartinum av Kambodia upp móti markinum til Laos og Vietnam.
- Tað eru sjey smáar bygdir valdar út í hesum landslutinum við einum samlaðum fólkatali upp á 3.280 fólk. Økið er valt út, tí tað er hitt mest fjarskotna øki í landinum, og tí tað er har, at heilsustøðan hjá børnunum er vánaligast og deyðiligheitin millum børn er hægst, sigur Annika Hoydal.
Ein hin størsti vansin í landslutinum er trupulleikin at fáa reint vatn, og mentanin er bumbað sundur og saman av leivdunum av Reyðu Khmer deildunum hjá Pol Pot, sum vórðu riknar burtur og flýddu til landslutin tá einaræðisharrin misti valdið á landinum.
- Tað er serliga skitna vatnið, sum er sjúkuelvandi. Tað gevur børnunum leysan maga og endar í førum við deyða, sigur Annika Hoydal.
Liggur í blóðinum
Um orsøkina til, at hon valdi at søkja hetta starvið sigur Annika Hoydal, at tað ljóðaði spennandi og avbjóðandi.
- Eg havi ongantíð roynt nakað slíkt, og tá børnini nú eru vaksin og tað bar til at fáa frí frá arbeiðinum, gjørdi eg av at søkja, sigur Annika Hoydal.
Annars dylir hon ikki fyri, at ein ávísur útferðarlongsul liggur í blóðinum.
- Tað liggur til familjuna at fara burtur í onnur lond við ymsum verkætlanum. Abbi mín var í Bolivia í sínari tíð og fleiri onnur hava eisini verið uttanlands í ymsum verkætlanum. Sjálv havi eg einaferð verið á Kuba, men tað var sum ferðafólk, so tá høvið nú beyðst, og tíðin er hin rætta, tók eg av, sigur Annika Hoydal.
- Eitt av høvuðs endamálinum við at senda fólk út í verð, er – burtursæð frá tí sjálvsagda í at hjálpa – at viðkomandi kann koma heim aftur og greiða fólki frá um upplivingarnar. Geva sína meting av nyttuni, sum vit kunnu gera úti í heimi, sigur Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya.
Annika Hoydal fer sum nevnt avstað sunnudagin og skal starvast í Kambodia í tveir mánaðir.