havt á førda politikkin hjá breiðu samgonguni, nú eitt lítið ár er eftir av ferðini. Eysturoyartingmenninir í samgongu, Andrias Petersen og Kjartan Joensen og andstøðupolitikkarin Alfred á Regni eru í broddi [...] løgmann, har hesir heita á Sólkongin, um at seta bólk niður, at raka eitt sindur í eldinum hesum viðvíkjandi. Týðiliga kenna teir seg máttleysar og frustreraðar, nú góð trý ár eru farin av valskeiðnum, og [...] men hinvegin fáa vit ein stovn á miðjuni, sum er væl sterkari enn hesir báðir tilsamans, uppgávur skula sambært landsstýrismanninum flytast úr Havn, harvið verða fleiri størv og tørvur á uppaftur betri
hvønn eg hevði tosað við, og um eg nú var fornermaður. (Tað undrar meg ikki sørt, at hann ikki visti, hvønn eg hevði tosað við, tí sum tú sigur, verður hetta viðgjørt á einum samlaðum redaktiónsfundi) Nei [...] kemur tú ikki langt við. Hóskvøldið 9. oktober var "Breddin" á skránni. Hetta var eftir mínum tykki partvís ein hampuliga góð sending, har vit fingu nakað av innliti í, hvussu okkara lógarsmíð fer fram. [...] plátuna umaftur, at vit takkaðu nei at selja skipið og býta 16 mio. millum eigararnar, eftir at hvør hevði fingið sítt, eisini landskassin: Landsbúskaparligur hugsunarháttur fyri víðarikomin á høgum støði má
Eyðun av Reyni neyvan verið betri enn júst nú. - Eftir mínum tykki vísa hesi verkini nakað av tí besta, Eyðun av Reyni hevur avrikað. Tað er ongin ivi um, at hann nú enn einaferð staðfestir sín týðandi leiklut [...] av listamanninum. Eyðkenda rútman fjalir seg tó ikki í málningunum, sum eru dramatiskir, og har ovurhugurin kemur sjónliga fram á løriftinum og styðjar undir hugmyndina, sum er abstrakt og máttmikil. Serliga [...] átrúnaðarlig impulsur undir verkunum hjá sonevndu »abstraktu ekspressionistunum«, hvørs verk eru grundað á myndamálið í landslagnum. Sambært Rosenblum týða hesi listafólk hetta myndamál til hugmyndir av
eisini vístur á Sky, so tað eru sera nógv fólk, sum koma at síggja okkum spæla, greiðir Atli Gregersen frá. Tí, sigur hann eisini, at landsdysturin er nógv meira enn bara ein venjingardystur. – Nú er ein l [...] men undir venjingini í gjár merkti eg væl, at tað stendur nógv upp á spæl og leikararnir eru spentir, sigur Atli Gregersen. Nógv fokus á Atla Av tí, at Atli Gregersen sum tann einasti føroyingurin spælir [...] fleiri ymsar fjølmiðlar, so tað er nógv fokus kring mín persón nú. Teir spyrja nógv til Føroyar og hvat føroyskur fótbóltur er fyri nakað. Teir eru eisini ógvuliga áhugaðir í Brian Kerr, so hetta hava verið
til at viðgera tað politiskt. Restin av arbeiðinum skal fíggjast av Tórshavnar býráð. Á íløguætlanini fyri 2005 eru pengar avsettir til endamálið, so tað er ikki rætt, tá Beate sigur, at málið ikki hevur [...] brúkast til umvælingararbeiðið. Havnanevndarlimirnir eru skrivliga kunnaðir um ætlanina, ikki bert munnliga, sum Beate vil verða við. Hin parturin, sum nú skal farast undir, stendur Tórshavnar kommuna fyri [...] skjalagoymsluni, somuleiðis sum starvsfólkainngongdin, goymslurúm og hølir til húsavørðarnar eru gjørd. Arbeiðið, sum nú er eftir, er sostatt at gera høli til starvsfólkamatstovu liðugt og endaliga avgreiða
Manshondbóltur Nú grundspælið er farið at nærkast endanum, eru strandingar greitt oddalið í bestu mansdeildini. Teir eru trý stig framman fyri VÍF, fýra framman fyri Neistan og seks stig framman fyri Kyndil [...] annað lið á vøllinum. Ið hvussu er var talan um heilt annað spæl, sum sama liðið vísti, tí longu frá fyrsta bríkslið hevði StÍF sett ferðina upp og fingið krydd í spælið, so tað líktist meira tí, vit kenna [...] fyri, tá rætta lagið er. Nú var brádliga stórt hugflog yvir spælinum, og ikki gekk long tíð, so stóð øllum greitt, at tað ikki er tilvild, at hetta vóru toppur og botnur, ið hittust á Skála. Tað vísti seg
dømis um náttina,« sigur Heðin Jørgensen, bestimaður á línuskipinum Venus. »Tað gera vit eisini í tann mun, tað er gjørligt,« sigur Jens Julian Reinert á Telefonverki Føroya Løgtings, sum hevur teknisku [...] farast upp í mastrina, vilja vit hava dagslýsi. Vit slaka ikki við trygdini hjá fólkinum,« sigur hann. Heðin Jørgensen vísir til, at seinasta vikuskifti var rættiligt ólag á sendingini. Til tað sigur Jens [...] Men fíggjarligu umstøðurnar eru nú einaferð ikki til annað enn tað, sent verður. Tað er Sámal Petur í Grund, sum umsitir samskiftismál í Tinganesi. Men hann er í løtuni staddur á Norðurlandaráðsfundi í Helsinki
var so vánalig. Vit vóru ongantíð norðanfyri Langanes, so tað var ikki farið so langt. Tá vóru nógvar bygdir bæði norðanfyri og sunnanfyri á Langanesi. Nú býr neyvan fólk á nesinum. Á Skálum var eisini [...] tað var eitt stórt upplivilsi á ferðini í Íslandi at kunna steðga á, har vit høvdu verið fyri 68 árum síðani. Tá ið vit góvust at rógva út lá Saltoyra hjá Ebbu Müller inni á Eskifjørðinum at keypa fisk at [...] Elsebeth Malenu Høgnesen á Norðoyri, 1917-2002. Tey fingu trý børn. Í dag er bert Poli eftir á lívi av systkjunum. Tað vóru 16 ára millum Pola og Andrias. Hetta ger ein nokk so stóran mun á teirri tíð, sum teir
ríkastu statum í USA. Nú oljuprísirnir eru farnir í botn, merkist hetta tann skeiva vegin, hóast uml. 200 mia. krónur í dag standa í grunnunum. Vandi er fyri stórum skerjingum á ymsum almennum økjum. Annars [...] lin, fáa nú eisini lut í oljuríkidøminum. 85 prosent av inntøkunum hjá Barrow koma nevniliga frá oljuinntøkunum í Prudho Bay. Men harfyri eru langt frá allar súður syftar. Inuittafólkið er á einum vegamóti [...] hevur fíggjarmálaráðharrin Karstin Hansen, fingið nakað at hugsa um, nú hann og Eyðun Elttør, oljumálaráðharri, skulu seta skjøtil á eina føroyska oljuvinnu (Sosialurin fer seinni at viðgera nakrar av hesum
nógv ár eru tangarnir á Viðarnesi, so tætt við Havnina. Men nú eru bensinstangarnir fluttir uttan fyri bygt øki, og tryggleikin er so góður, sum hann kann vera. Um hesa áhaldandi oljudálkingina á Havnarvág [...] í dag. Í 1960 fór Heini í smiðjulæru á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann hevði annars ætlað sær navigatørúrbúgving, men hann fekk ikki sýnsprøva. Heini fór í 1965 fyrst á maskinskúla, sum tá var í núverandi [...] Tvøroyri. Heimkomin fer Heini aftur á maskinskúla, og hann var liðugur í 1968. Tá fór Heini út at sigla sum maskinmeistari við ØK. Hetta var ein sigling, sum var upp á londini í fjareystri sum India, Thailandi