Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Beate L. Samuelsen vísir enn einaferð sítt manglandi innlit í arbeiðið í býráðnum í greinini "Høgakai og Lágakai eru ikki eftir bókini". Hóast vantandi hugin hjá Beate at seta seg inn í málini, og vaksandi hugin at flyta býráðsarbeiðið í fjølmiðlarnar, vil eg fegin hjálpa við at lýsa málsgongdina.
Høgakai og Lágakai
Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina ætlan um ábøtur fyri økið kring Lágukai, Høgukai og Müllers Pakkhús. Her er talan um fríðkan av økinum, um at gera tað gangandi hjá illa gongdum og um at knýta verandi gongubreyt við bátabrúgvarnar í Vágsbotni saman við Lágukai. Hetta síðsta arbeiðið er farið í gongd og verður goldið av rakstarkontoini hjá Tórshavnar Havn við kr. 800.000. Arbeiðið er í høvuðsheitinum av tílíkum slag, at tað verður bólkað undir umvælingar og rakstur, tí hevur umsitingin mett, at eingin orsøk er til at viðgera tað politiskt.
Restin av arbeiðinum skal fíggjast av Tórshavnar býráð. Á íløguætlanini fyri 2005 eru pengar avsettir til endamálið, so tað er ikki rætt, tá Beate sigur, at málið ikki hevur fingið politiska viðgerð í býráðnum.
Havnanevndarformaðurin hevur vegna nevndina boðað Tórshavnar Havn frá, at peningurin kann brúkast til umvælingararbeiðið. Havnanevndarlimirnir eru skrivliga kunnaðir um ætlanina, ikki bert munnliga, sum Beate vil verða við.
Hin parturin, sum nú skal farast undir, stendur Tórshavnar kommuna fyri. Hetta hevur verið til viðgerðar í byggi- og býarskipanarnevndini 2. mai 2005, fíggjarnevndini 18. mai 2005 og býráðnum 26. mai 2005, har samtykt varð at játta kr. 800.000 til endamálið.
Posthúsbýgningurin
Arbeiðið við at seta posthúsbygningin í stand, byrjaði í 1999. Arbeiðið skuldi fevna um fyrisitingarhøli, skjalagoymslu og starvsfólkamatstovu í kjallaranum. Farið var undir arbeiðið, men avrátt varð ávegis at bíða við skjalagoymsluni og starvsfólkamatstovuni.
Seinni hevur so verið arbeitt víðari við at betra um umstøðurnar hjá skjalagoymsluni, somuleiðis sum starvsfólkainngongdin, goymslurúm og hølir til húsavørðarnar eru gjørd. Arbeiðið, sum nú er eftir, er sostatt at gera høli til starvsfólkamatstovu liðugt og endaliga avgreiða umstøðurnar hjá skjalagoymsluni. Arbeiðið hevur higartil verið fíggjað av viðlíkahaldskontoini hjá húsaumsitingini.
Ætlanin er, at hølini skulu kunna nýtast til onnur endamál, umframt at virka sum starvsfólkamatstova, eitt nú matstovuvirksemi uttanfyri arbeiðstíð hjá Tórshavnar kommunu. Sostatt kann bygningurin gerast eitt ískoyti til "mentunargøtuna", sum kommunan vil gera í Tórsgøtu. Fyri at røkka tí støði, sum ein tílík matstova krevur, er tørvur á, at kr. 900.000 verða játtaðar afturat til arbeiðið.
Arbeiðið er byrjað á heysti 2004 og víðkað í byrjanini av februar mánað 2005 til eisini at fevna um starvsfólkamatstovu. Viðmerkjast kann, at hetta var, meðan Beate sat í samgongu. Verkætlanin er viðgjørd politiskt yvir eitt longri tíðarskeið, við byrjan heilt afturi í 1999, tá verkætlanin varð gjørd.
Býráðsumsitingin hevur heitt á Guttesen og Staksberg um at gera seinasta part av arbeiðinum. Guttesen og Staksberg hava gjørt fyrru umbyggingina lidna og kenna sostatt bygningin og umstøðurnar. Vit hava gjørt hetta fyri at spara tíð og pening.
Vónandi kann henda lýsing av hesum málum greiða nakrar av teimum spurningum, sum Beate sat við.