Atli Gregersen sær av sonnum ein stóran møguleika í landsdystinum í móti Skotlandi. Ikki er tað einans ein kærkomin møguleiki at fáa nakað av tiltrongdari dystarvenjing, men tað er eisini ein av hansara eftir hondini rættiliga fáu møguleikum at vísa, hvør dugur er í honum.
Venjingdardysturin hjá fótbóltslandsliðnum í móti Skotlandi er eisini av sera stórum týdningi hjá Atla Gregersen, tí hann hevur fingið nýggjan venjara, eftir at gamli høvuðsvenjarin, Derek Adams, er vorðin hjálparvenjari hjá Hibernians.
Nýggi venjarin, sum enn bara er ein fyribilsloysn, er fyrrverandi hjálparvenjarin í felagnum, Craig Brwester. Hann og Atli Gregersen hava alla tíðina funnið væl útav tí, so við venjaraskiftinum sær Atli Gregersen brádliga fleiri møguleikar í landsdystinum í móti Skotlandi.
– Ein próvtøka verður tað hjá mær, eingin ivi um tað. Við venjaraskiftinum opnast allir møguleikar aftur, og næsta tíðin verður sera spennandi, tí hetta kann broyta heilt nógv, sigur Atli Gregersen úr Skotlandi.
Venjaraskiftið er so mikið nýtt, at Craig Brewster valdi at nýta somu leikararnar sum Derek Adams gjørdi, tá Ross County spældi í gjár. Við øðrum orðum spældi Atli Gregersen heldur ikki í gjár.
– Men eg havi tosað við venjaranum, sum kemur at hyggja í morgin. Hann hevur sagt við meg, at spæli eg gott við landsliðnum nú, so spæli eg fyri Ross County um vikuskiftið. Sjálvandi skal tað eisini takast við einum fyrivarni, men eg síggi heilt víst ein møguleika í hesum, sigur Atli Gregersen bjartskygdur.
Landsdysturin er møguleikin hjá øllum
Eins og Brian Kerr vísir á, so heldur Atli Gregersen eisini, at landsdysturin ein fínur møguleiki hjá leikarunum at vísa seg fram í.
– Hetta er ikki bara mín møguleiki at sannføra mín venjara, men hetta er ein sýnisgluggi hjá øllum leikarunum. Dysturin verður eisini vístur á Sky, so tað eru sera nógv fólk, sum koma at síggja okkum spæla, greiðir Atli Gregersen frá.
Tí, sigur hann eisini, at landsdysturin er nógv meira enn bara ein venjingardystur. – Nú er ein landsdystur ongantíð bara ein landsdystur, men undir venjingini í gjár merkti eg væl, at tað stendur nógv upp á spæl og leikararnir eru spentir, sigur Atli Gregersen.
Nógv fokus á Atla
Av tí, at Atli Gregersen sum tann einasti føroyingurin spælir í skotskum fótbólti, hava fjølmiðlarnir í Skotlandi stóran áhuga í honum um dagarnar.
– Eg havi tosað við fleiri ymsar fjølmiðlar, so tað er nógv fokus kring mín persón nú. Teir spyrja nógv til Føroyar og hvat føroyskur fótbóltur er fyri nakað. Teir eru eisini ógvuliga áhugaðir í Brian Kerr, so hetta hava verið nakrir hektiskir dagar, men tað passar mær fínt.
Skotar eru eisini sum heild áhugaðir í Føroyum. Ikki minst tí, at vit hava spælt í móti hvørjum øðrum so ofta fyrr, og at Føroyar eisini hava fingið eitt gott úrslit í móti teimum, sigur Atli Gregersen.
Atli Gregersen sigur somuleiðis, at skotar taka dystin í ógvuliga stórum álvara og síggja fram til í annaðkvøld.