framtíðin hjá felagnum, í bygdini og í oynni. Tískil hevur tað størsta týdning fyri okkum sum felag, at hesi hava eitt so gott og mennandi tilboð sum til ber. Suðuroyar Sparikassi er einasti bankin heimahoyrandi [...] ungdómsdeildini hjá VB.” Vit fegnast um avtaluna og at vera við til at stuðla ungdómsarbeiðinum hjá VB. Vit í Suðuroyar Sparikassa ynskja VB eitt gott kappingarár og góða eydnu í framhaldandi menningini av felagnum
langt uttan fyri kategori – bæði tá tað kemur til kostnað og longd. Snøgt sagt, so vita vit framvegis ikki, um tað yvirhøvur ber til at fara undir hesa verkætlanina. Tað er heldur ikki í samsvar við samg [...] verður fram til, at nú er ikki lagaliga løtan at fara undir ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna. Men vit mugu sum minsta mark hava dirvið til at kenna sannleikan! Tí vil eg mæla løgmanni til at taka ræðið [...] Føroya størstu og dýrastu verkætlan nakrantíð. Tað er ikki eitt órímiligt krav. Tað er skilagott og skynsamt. Og tænir okkum øllum at velja bestu farleiðina. Tað er eisini komið fram, at kostnaðarmetingin
sum gerast til brævfuglar og flúgva avstað til jólamannin í Snæfalli við jólaynskjunum hjá øllum, sum skriva brøv. Brævið hjá Nóa flýgur avstað saman við hinum brævfuglunum til Snæfals. Til eina hugtakandi [...] týddi til føroyskt. Elin á Rógvi hevur týtt eyðkennislagið, og Dánial Gomez syngur. Jólakalendarin er í 24 pørtum og verður at síggja í sjónvarpinum hvørt kvøld klokkan 18.30. Tað ber eisini til at síggja [...] trúgva uppá, at alt fer laga seg, og at alt verður fjálgt og gott aftur. Eisini hóast vónarljósið næstan slóknar, og alt tykist tungt og møtimikið. Tað ræður um ikki at missa vónina. ”Snæfall2” er ein jólakalendari
hava til endamáls at betra virkisføri í heilsuverkinum, og harvið virka fyri at heilsuverkið fer at megna vaksandi tørvin á heilsutænastum frameftir. Kósin, sum heilsupolitikkurin leggur upp til, er at: [...] lagdur á fyribyrging og heilsuframa, samstundis sum dygdin í viðgerð og góðskumenning verður styrkt. Tað er ein týðandi broyting í hugsanini, at heilsuframi og fyribyrging skulu inn í allar geirar av samfelagnum [...] gongd á hetta arbeiðið. Nú er úrslitið klárt – ein heildarætlan fyri føroyska heilsuøkið frá 2026 til 2035. Fólk úr politisku skipanini, heilsuverkinum, eldraøkinum, almannaøkinum, kommununum, barna- og
og Krim-hálvoynna. Tað upplýsir tíðindastovan Reuters. Spreingingin 8. oktober 2022 drap fimm fólk og oyðilegði fleiri partar av 19 kilometrar longu brúnni yvir Kerchsundið. Tá var gott hálvt ár liðið, síðani [...] í 2014. Bæði Russland og Ukraina hava sagt, at ein ukrainsk fregnartænasta stóð aftanfyri álopið. Tað hendi, tá ein lastbilur sprongdist. Teir átta menninir hava verið fyri rættarmáli í einum hernaðardómstóli
Sonurin er nærlagdur og hevur gott hegni til sjógvin, og hann er umborð saman við tveimum øðrum, meðan eg taki mær av umrekingini og skipi fyri í landi. Byrgingin skal gerast Tað hevur leingi verið eitt ynski [...] Haraldsundi, sum ikki eru planerað, men sum eisini kunnu keypast til sethúsabygging. - Hesi grundstykki hava verið tøk í fleiri ár, og tey eru bíliga til sølu, men vit mugu ásanna, at áhugin fyri at byggja í H [...] i hevur verið lítil, sigur hann. Velja heldur Kunoy Tað eru neyvan fleiri enn eini 2-3 sethús bygd í Haraldsundi seinastu 25-30 árini ella so. - Tað er bara ein veruleiki, at áhugin fyri at byggja í Kunoy
og samanhaldið var gott, og tað var týdningarmikið, tá ið tað gekk ímóti, sigur málverjin Annika Fríðheim Petersen, sum saman við Rakul Wardum skiftist um at verja føroyska málið. Tað megnaðu tær væl, men [...] stinn ella sagt við øðrum orðum, so var tað ov ofta, at føroysku spælararnir ikki megnaðu at umseta upplagdar málmøguleikar til mál. Hálvleiksstøðan var 15-13, og tað var serliga fyrstu tíggju minuttirnar [...] undankappingardysti Við Tjarnir. Tá varð staðfest, at stóra orsøkin til tapið var, at ov upplagdir málmøguleikar ikki vórðu umsettir til mál, og tað var sama søgan í kvøld. Munurin millum dystin í oktober og í
fram við hesum leiðarorðum um børnini í skúlanum: “ Tað hjálpir einki at argast inn á børnini og ungdómin, tí tey ikki vilja tað, sum vit vilja. Og tað bøtir einki um, at vit nýta allar snildir, at fáa tey [...] hvussu meinsk tey kunnu tykjast okkum at vera. Tá er tað at misnýta maktina og tað álit, sum børnini nátúrliga hava á einum lærara. Kanska verður tað einasta, børnini tá læra, at nýta makt, og í ringasta [...] íkast til mentanina í Føroyum, og í 1986 fekk hann barnabókmentavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri sínar barnabókatýðingar. Hann týddi hópin av føgrum bókmentum og yrkisbókmentum til føroyskt, bæði til børn
um várarnar, hevur báturin verið brúktur til eitt nú at taka nátungar við. Vóru grindaboð, og umstøður vóru til tess, varð eisini farið í grind, og soleiðs er tað framvegis. - Abbin fór ógvuliga væl við [...] góðir við meg. Eg havi alt gott at bera teimum, sigur Jógvan. Tað einasta, sum unglingin hevði siglt, tá hann fór umborð á Suðring, var onkur túrur í summarafrítíðini niður til Skotlands at landa við Bláfossi [...] góðar og høgligar. - Her úti á Ískaiini eru seks skúrar, men her eru nógv fleiri leigumál við tað, at tað eru fleiri sum deila skúrar við aðrar, sum hava bát, sigur formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag
spælipláss til børnini. Her er nógv gott Karl Vilhelm Hansen er sannførdur um, at har børnini hava tað gott, hava foreldrini tað eisini gott og trívast. - Jú, eg haldi, at her er nógv gott komið í kommununi [...] Í nýggja bygdaráðnum í Hvannasunds kommunu eru øll nývald. Tað er bara ein av bygdaráðslimunum, sum hevur sitið í bygdaráðnum áður, og tað er fyri fleiri árum síðan. Síðan er ein bygdaráðslimur, ið sat [...] undanfarnu setu. - Tí kunnu vit siga, at vit øll eru nývald, og tað stuttliga er, at øll hava sínar dreymar um, hvussu vit kunnu gera kommununa til eitt enn betri stað at liva og virka í. Karl Vilhelm sigur