keypt. Tað er stuttligt at hyggja og leita eftir onkrum, sum eg haldi, onnur verða glað fyri. Vandin er kanska, at eg keypi sovorðið, sum mær sjálvum dámar, men tað plagar at rigga. Tó verða gávurnar ikki [...] yvirhøvur hugburðin, at vørur skulu vera so bíligar sum gjørligt. Eg haldi, at tað er við til at skapa eitt forbrúkarasamfelag, har vit oftari keypa vørur fyri undirprís samstundis, sum aðrar vørur sjálvsagt [...] gerast dýrari fyri at javnviga tapið av hinum vørunum. Ella - kanska geva handlarnir hendan dagin vørurunum bara tann prísin, sum tær í veruleikanum annars eiga at kosta? Hugsi, at vit við hesum oftari
soleiðis, at eg royni at provokera við vilja, sigur Jan Lamhauge, sum er ættaður úr Runavík. Jan Lamhauge heldur, at tá hann ger tað slagið av innsløgum, hann sum oftast ger, so slepst ikki undan, at onkur [...] er tað ikki nakað, hann sum barn droymdi um at blíva - Eg visti ongantíð, hvat eg skuldi arbeiða við sum vaksin, men eg vónaði altíð at fáa eitt starv, sum gav mær møguleika at ferðast nógv, sigur Jan [...] - Av tí at eg geri innsløg, sum mangan eru kritisk, so øsir tað eisini summi fólk. Men soleiðis er tað bara, sigur Jan Lamhauge. Hann heldur tað vera av alstórum týdningi, at eitt nú mál, sum innibera
prika til Boga, sum er tann meiri bragdligi av teimum báðum. Jákup Súni plagar at vera lítillátin og sigur ikki meir enn neyðugt. - Eg havi lært gjøgnum árini bara at siga minst møguligt, og so vóni eg upp [...] tað at eg havi ligið bakk í eitt ár, meðan hinir hava ment seg, so eg veit ikki um tað er nokk. Hetta tími eg væl, so tað er deiligt at kunna vera við aftur, sigur Jákup Súni at enda. Teir fýra, sum luttaka [...] Súni fær at vinna á Boga Hammer. Vinnur Bogi kappingina í kvøld, so má Jákup Súni liva við tí restina av lívinum. - So má eg bara ugga meg við, at eg havi vunnið á honum fyrr. Tað er ikki annað at gera enn
eisini nógv at siga, at hann eigur hugskotini sjálvur. - At brúka hugskotini hjá øðrum følist eitt sindur, sum tá man snýtir í Ludo. Tí kann eg faktisk eisini gott finna uppá at lata vera við at brúka eitt [...] Jensen, sum millum annað virkar sum marknaðarleiðari. Restina tekur Thomas Koba sær av, tað vil siga øllum frá at skriva handrit og instruera til at klippa og mastra. Men sjálvt um hann dugir at síggja [...] vikuna. - Í botn og grund tími eg ikki at arbeiða. Tað hevði passað mær fínt at gingið heima og onki gjørt. Eg havi ongantíð skilt fólk sum siga, at tey høvdu hildið á at arbeitt, sjálvt um tey vunnu 10 milliónir
kennist sum eitt stimbrandi skump at arbeiða víðari sum listamaður, yppir Tóroddur øksl. - Eg havi ikki brúk fyri skumpum, tí eg kann ikki lata vera við at skapa list. Eg kann ikki lata vera við at anda. [...] Støddin á landinum kann ikki brúkast sum umbering fyri, at so nógv listafólk gera tað sama, sigur Tóroddur, sum eisini heldur tað vera hugstoytt at síggja góð listafólk mest sum verða køvd í eftirlíkningum. - [...] stirvið og torført at stava ella stúra fyri, at ávirkanin útifrá er í ferð við at oyðileggja føroyska málið. - Øll í mínum ættarliði duga at stava, so tað má vera yngru ættarliðunum, tað er galið við ella mátanum
Edmund Jacobsen, sum høvdu ábyrgdina av B68-liðnum. Jóannes Jakobsen er sera vónbrotin av, at hann noyddist at gevast sum venjari hjá B68. - Eg eri ræðuliga skuffaður av viðferðini, sum eg havi fingið í [...] øllum at døma dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, og í øllum førum gingu tað bert fáir dagar, áðrenn Jóannes mátti gevast sum venjari hjá B68. Jóannes Jakobsen er serliga vónbrotin av tí, sum hendi [...] spælararnir fingu høvi at siga sína hugsa um venjaran. - Tað er í lagi at viðgera ein persón á einum fundi, men tað er sera skuffandi, at spælarar fara aftur um ryggin á mær og royna at fáa meg frá við tá
veit satt at siga ikki, hvat tað var, sum hendi, endurtekur hann. Spurdur, hvørji útlitini eftir hansara tykki eru í dag, heldur stjórin, at tað er ógvuliga trupult at siga. - Vit hoyra, at lond framvegis [...] Eg vil siga, at prísirnir broyttust knappliga fram móti páskum, soleiðis at príslegan á laksi fyri okkara viðkomandi nú gjørdist sum fyri koronu. Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at hann dugir ikki at siga [...] hevur ongantíð verið soleiðis, at nakar partur av virkseminum hevur ligið stillur orsakað av koronu. Stjórin sigur, at eitt, sum eisini Mowi Føroyar hevur hevt seg við, er, at flestu rávørur eru dýrkaður
vestureftir. Mortan sigur, at sum 16 ára gamal var hann ikki óttafullur, tá harðast leikaði á – helst tí, at hann sum so ungur ikki dugdi nóg væl at meta um støðuna. - Eg minnist, at Hans Pauli ta einu løtuna [...] ætlanir um at gevast við útróðrinum. - Nei, so leingi eg orki og havi góða heilsu, fari eg at søkja sjógvin við AWI Star bátinum, Tvíburar. Tað er ikki tað sama nú, sum tá eg sum 27 ára gamal byrjaði at føra [...] leið sum vit. Um kvøldið sendu teir út neyðarkall, sum vit eisini hoyrdu. Men vit fingu einki gjørt. Umborð hjá okkum stóð illa til, at hugsingur ikki var um at leita. Stóð illa til Mortan heldur, at tað
skipinum, og tann eini av manningini, sum hevði hann um hendur hetta kvøldið, hevði úr at gera við at fylgja aftaná honum. Onkur óttaðist fyri, at hann kanska fór at vakna mitt í nátt, og síðani gráta, tí [...] tvær stórar bamsur, sum hann hevur fingið frá manningini umborð. Hann fær nú eyga á ommuna, sum er hon ið fyrst rennur yvir til hansara. - Åh, góðasti hjá ommuni. Sum omma er fegin um at síggja teg aftur [...] umstøðurnar og tann kæra apan, sum hann hevur havt sum leiku alla sína tíð. - Nú hevur so sonurin roynt Smyril. Tað var løgið, at hann skuldi verða fyrri enn eg. Nú er vist tíð uppá at eg sjálvur farin ein túr
Martin sigur, at orsøkin til, at hann nú er heima í Føroyum aftur, er, at hann hjálpir familjuni við ymiskum praktiskum viðurskiftum, sum skulu gerast. - Tað gekk so skjótt við beiggja mínum, sum doyði av [...] í tí mesta, sum fyriferst her heima á klettunum. Spurdur, um hann kann vænta sær, at konan tímir heim til Føroya at búgva, sigur hann, at tað roknar hann við. - Í løtuni er tað soleiðis, at foreldur hennara [...] Fáa føroyskan mat Martin veit at siga, at føroysku rækjuskipini, sum nú aftur sleppa inn í kanadiskar havnir, vanliga leggja veiðina upp og taka útgerð í býnum Bay Roberts, sum liggur einar 10 minuttir í