- Eg skal turka tárini hjá Boga

Jákup Súni Berg er ikki bangin fyri at taka heiðurin frá Boga Hammer

Í kvøld verður Føroya Sterkasti Maður(FSM) í KÍ høllini í Klaksvík. Talan er um eina av teimum mest spennandi kappingunum nakrantíð. Verandi FM vinnari er Bogi Hammer, meðan Jákup Súni Berg, sum vann í 2011 og 2012 er tøkur aftur eftir skaða.

 

Les eisini: Bogi Hammer fyri seinastu ferð

 

Jákup Súni Berg ikki bara í kropsliga góðum formi undan FSM 2014. Hann er eisini til reiðar at prika til Boga, sum er tann meiri bragdligi av teimum báðum. Jákup Súni plagar at vera lítillátin og sigur ikki meir enn neyðugt.

 

-       Eg havi lært gjøgnum árini bara at siga minst møguligt, og so vóni eg upp á tað besta í kappingini. Reypar tú ov nógv áðrenn kappignina, so kann tað sláa bakk, sigur Jákup Súni prikandi til Boga Hammer.

 

Hetta er seinasti møguleikin Jákup Súni fær at vinna á Boga Hammer. Vinnur Bogi kappingina í kvøld, so má Jákup Súni liva við tí restina av lívinum.

 

-       So má eg bara ugga meg við, at eg havi vunnið á honum fyrr. Tað er ikki annað at gera enn tað. Eg seti meg sjálvandi eyka upp til hesa ferð, men um tú kappast, so mást tú tola, at tú møguliga ikki vinnur. Um tú ikki torir at fara í ringin og tapa, so kanst tú ikki fara í ringin, sigur Jákup Súni.

 

Men hvat nú um Jákup Súni í seinastu greinini stendur yvirfyri Boga, sum tárar undan allar seinasta sprellinum – hevur hann hjarta at vinna á Boga?


-       Tú mást gera tað, sum tú mást gera. So kann eg turka tárini hjá honum aftaná, sigur Jákup Súni, í skemti.

 

 Jákup Súni breyt fótin til landsdystin móti Danmark í 2012, men metir at hann er væl fyri undan kappingini.

 

-       Eg breyt fótin í landsdystinum móti Danmark í 2012. Tað tekur langa tíð at koma fyri seg aftur. Tað gingu seks mánaðir áðrenn eg kundi byrja at venja aftur.  Formurin er betri enn hann hevur verið. havi tikið meg fram á nøkrum økjum, meðan standa í stað. Men tað at eg havi ligið bakk í eitt ár, meðan hinir hava ment seg, so eg veit ikki um tað er nokk. Hetta tími eg væl, so tað er deiligt at kunna vera við aftur, sigur Jákup Súni at enda.

 

Teir fýra, sum luttaka í FSM 2014 eru Bogi Hammer, Jákup Súni Berg, Bjarni Nielsen og Helgi Lamhauge.