talan er um kunning báðar vegir, er ikki talan um, at eg virki sum njósnari. Heldur virki eg sum vanligur embætsimaður, ið er millumlið, og um neyðugt boðberi millum løgmann og forsætisráðharran. - Eg kann [...] meira stírvið og keðiligt. - Í fyrstuni var eg í tinginum hvørja ferð, og har lærdi eg málið, men nú hyggi eg at dagsskránni, áðrenn eg fari í tingið. Tað er ofta áhugavert at vera eygleiðari, men tá bløðini [...] Serliga tá orðaskifti er um fiskivinnuna, sum hevur so stóran týdning, kundi eg skrivað frágreiðing framman undan, tí eg veit, hvat tfer at verða sagt. - Tað skilji eg eisini væl, tí hetta er livibreyðið hjá
Og eitt er vist: Hugurin, og viljin til at fáa hetta at bera til er so góður, sum eg ongastaðni havi sæð hann fyrr. Tað er eitt øgiligt ágrýtni,sigur EgilOlsen. Hann heldur eisini, at tað er sjónligt [...] toskafiskiskapurin er minkaður eitt sindur í seinastuni, men samstundis er tað góða hent, at tað hevur verið væl meiri av fáa av hýsu. Styrktir í trúnni Egil Olsen sigur, henda tíðin, sum farin er, hevur ikki [...] so varð. Tí higartil hevur verið arbeiðið á báðum virkjunum hvønn einasta dag, líka síðani flakavirkið í Skopun eisini varð latið upp tann 14. oktober. Tað, eftir er av hesi vikuni verður onki øðrvísi
Seinastu árini hava partar av Landssjúkrahúsinum verið afturlatnir ein part av árinum, bæði um summarið og um jólini, og soleiðis verður aftur gjørt nú um jólini. Tað er tó tann munur, at hesu ferð verður [...] og tað krevur, men hetta er neyðugt. Politikararnir áttu at gjørt eina langtíðarætlan fyri sjúkrahúsverkið, og tað er ikki meira ógjørligt, enn at tað fæst fyri pening. Tað er alt ein spurningur um raðfesting [...] desember og 5. januar. Ørkymlandi - Bæði sum kommunulækni og sum fakfelagsformaður eri eg ikki sørt ørkymlaður av hesi ætlan, sigur Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn og formaður í Læknafelag Føroya
kemur framvið, er so stutt, til hann er horvin við gentuni. Gustav er mótsetningurin hjá frásøgumanninum. Hann tekur sær av løttum og letur seg ikki darva av tilveruspurningum. Fyri hann er tilveran, og [...] óteljandi hamar og er tí hál at halda um. Tá ið náttin er av, er hon farin avstað við einum øðrum, og høvuðspersónurin má fara heim til gentu, ið bíðar eftir honum, men sum hann ikki er førur fyri at elska: [...] Tittulin, »Dóttir av Proteus«, er ikki ein vanligur føroyskur bókatittul. Tað grikska navnið er sjálvandi rárt, men tað, sum ger vart við seg, er tann lítla fyrisetingin »av«. Hon er ikki vanlig í føroyskum,
frítíð, er henda broytingin ein góð loysn, heldur Elin. - Er tað ikki strævið at arbeiða um allar Føroyar á henda hátt? - Nei, tað haldi eg ikki. Eg havi roynt hetta, og veit hvat tað inniber, so eg vænti [...] Flestu støðini eru atkomilig við bili og báti, men har tað ikki ber til, er tyrlan hent. Við sær hevur hon alla útgerð sum er neyðug til hárviðgerð, og umframt kamb og saks eisini besta tilfar at krúlla [...] Haraldsstovu. - Eg helt tað eisini vera so keðiligt hjá teimum, tá tey høvdu fingið snøgga hárið, so var liðið so langt út á kvøldið, at tíðin var komin at leggjast. - Við tað at eg nú havi stundir at fara
hevur øll hesi árini havt nógvar ymiskar makkarar. Lært fleiri at spæla Reimar er ein teirra, sum legði nógva orku í at læra frá sær. - Eg visti, at tað vóru fleiri, sum høvdu hug at spæla, og eg fór tí undir [...] framvegis, er íðin og millum fremstu spælarar í landinum, bleiv limur í Havnar Bridgefelag í 1953. - Tað var Magnus Jensen, sum lokkaði meg at koma at spæla. Eg hevði altíð spælt kort, og tey trý árini, eg arbeiddi [...] Bridgefelag,. sum er elsta bridgefelag í landinum, hevur í dag jubileumskapping, og í kvøld verður veitsla. Hósdagin í vikuni sum er við at fara, 13. november, fylti felagið nevniliga 30 ár. Nú er ov seint at
hevur fingið betri vónir til framtíðina? ? Eg má siga, at henda stevna, eg havi sett mær, er so stór, at eg má hava góðar vónir. Við at gevast fært tú onki á skaftið. Emil sigur, at tá ið hann hevur givið [...] har ikki onkrar bøkur frá Bókagarði standa og tí haldi eg, at eg havi rokkið míni aðalstevnu, sigur 82 ára gamli, men enn virkni, Emil. ? Og tað er mær ein stór gleði, at bøkur mínar esini eru komnar skúlunum [...] Føroyum fyrstu árini í hesi øldini. Tað eru eisini greinar og røður, har ið menn hava lagt tankar fram um vinnuliga og handilsliga menning her á landi. Áhugavert er tað, at fyrst í hesi øldini, høvdu fólk
uppgávur, eg loysi t.d.krossorð, tí tað er stuttligt, og matematikk hevur altíð verið mítt fak. - Eg kann leggja aftrat, at eg havi spælt uttan íhald í 30 ár, og so leingi eg havi lív og heilsuna, fari eg at [...] - Eg veit ikki. Eg havi altíð spælt kort. Pápi plagdi at siga, at eg dugdi at spæla kort, áðrenn eg dugdi at ganga, sigur Reimar Isaksen, limur í Havnar Bridgefelag í 44 ár. - Mær dámar at brúka høvdið [...] Mortan Rasmussen orðar seg eitt sindur øðrvísi: - Tað er samveran við onnur, og altíð er hugnaligt at spæla, hvørjum felag tú enn ert í. Tað er ein serligur máti at vera saman uppá, og eitt serligt samanhald
yrkingasavnið Kirkjurnar á havsins botni. Hetta er, haldi eg, nakað av tí besta sum er givið út á føroyskum yvirhøvur. Nokk um tað. Eitt afturvendandi evnið í bókini er lortur. Jú, tygum lósu rætt, lortur. Treyðugt [...] Tórshavn. Býurin er rættuliga nógv broyttur í mun til tað hann er í dag. Í søguni fylgja vit fleiri persónum, ið allir eru rættuliga ymiskir. Søgan er skriva í triðja persóni. Tað er skiftandi sjónarhorn [...] .« Niðurstøða Eg var, sum eg nevndi í byrjanini rættuliga paff eftir at hava lisið skaldsøguna. Hon er góð, stuttlig og øðrvísi, kanska eitt sindur langdrigin av og á. Noyðist áðrenn eg fari víðari skoyta
sigur, at tann tíðin er farin, táið føroyingurin hugdi eftir sjónvarpinum, tí einki annað var. Nú er parabol í hvørjum húsi. Sjónvarið er ikki longur eindarsjónvarp okkara. Tí er neyðugt at menna tað [...] hevur verið og fortalt, hví føroyskt sjónvarp er óáhugavert. Tíðir broytast Johan Petersen leggur dent á, at Øravíkarskjalið er ikki eitt endaligt skjal. Tað eru ikki eini boð til sjónvarpið. Tað er skrivað [...] at kósin kanska ikki hevur verið so miðvís, sigur Johan Petersen, formaður í sjónvarpsnevndini. Leiðslan hevur verið noydd at trilvað seg fram uttan at vita, hvør vegurin er tann rætti og uttan at hava