- Eg veit ikki. Eg havi altíð spælt kort. Pápi plagdi at siga, at eg dugdi at spæla kort, áðrenn eg dugdi at ganga, sigur Reimar Isaksen, limur í Havnar Bridgefelag í 44 ár.
- Mær dámar at brúka høvdið og at kombinera. Tað ræður ikki um at hava góð kort, men at spæla kortini væl. Tað kemur ikki av sær sjálvum, ein stóran part avger tú sjálvur, sigur Reimar.
Mortan Rasmussen orðar seg eitt sindur øðrvísi:
- Tað er samveran við onnur, og altíð er hugnaligt at spæla, hvørjum felag tú enn ert í. Tað er ein serligur máti at vera saman uppá, og eitt serligt samanhald.
- Mær hevur altíð dámt væl at loysa uppgávur, eg loysi t.d.krossorð, tí tað er stuttligt, og matematikk hevur altíð verið mítt fak.
- Eg kann leggja aftrat, at eg havi spælt uttan íhald í 30 ár, og so leingi eg havi lív og heilsuna, fari eg at spæla bridge, sigur Mortan, sum hesi árini tilsamans í fleiri ár hevur verið nevndarlimur í Havnar Bridgefelag, hevur umboað felagið í Bridgesambandinum og í húsanevndini. Hann hevur í fleiri umførum undirvíst á bruidgeskúlanum, og tað ger hann hann eisini henda veturin.