tilburðirnir eru fólk, sum longu eru í sóttarhaldi. Men vit skulu enn taka støðuna í hægsta álvara, tí nógv føla ikki, at tey eru smittað, sigur Bjarni á Steig. Tí er tað eitt gott hugskot at brúka munnbind, og [...] Koronusmittan breiðir seg enn, men hon breiðir seg ikki líka skjótt sum í byrjanini av august. Tað sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og koronuráðgevi hjá myndugleikunum. Nýggjastu tølini vísa, at fýra nýggir [...] Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Bjarna á Steig í tíðindunum hjá FM1 á middegi.
Bergur Midjord skoraði tvey mál í dystinum í gjár og er sera fegin um sigurin. – At spæla móti GÍ í Gøtu er altíð torført, so at vinna við trimum málum er ótrúliga gott, staðfesti hann fegin eftir dystin [...] tað haldi eg, at sigurin var uppiborin. Teir høvdu onkrar kjansir í fyrra hálvleiki, har tað kundi fari báðar vegir, men eftir spælinum í seinna hálvleiki haldi eg ikki, at tað er nakar ivi. – Eg veit tó
sangurin gott kundi verði ein vinnara sangur, staðfestir Jens Marni Hansen í tíðindunum á Rás2 í dag. – Í mínari verð er hetta nógv tann besti sangurin. Eg haldi tó, at tað er hart at vera føroyingur í danska [...] og Barbara Chaparro framføra á Melodi Grand Prix 10. februar. Jens Marni Hansen luttók sjálvur í kappingini í 2010. – Tað sum er avbjóðingin er, at man hevur hug at halda, at føroyingar ikki skulu vinna [...] pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jens Marna Hansen í tíðindunum á Rás2 í dag
– Í mínari verð er hatta ørvitisskapur. Soleiðis sigur Hans Andreasen, stjóri í Glitnir, sum er eitt av fleiri skeinkistøðum mitt í Havnini. Hann skilir ikki avgerðina hjá Tórshavnar kommunu um, at mat- [...] mat- og skeinkistøðini í Havn skulu lata aftur longu á midnátt á ólavsøku í staðin fyri klokkan 02, sum tað higartil hevur verið í koronatíðini. Orsøkin er, at mann vil minka um smittuvandan við Covid-19 [...] hatta kom bak upp á øll, sum eiga og reka skeinkistøð í Havn, sigur Hans Andreasen. Hann meinar, at hendan avgerðin hjá kommununi er at skjóta seg sjálvan í fótin, tí at mann við hesari avmarkini fer at savna
ráðstevnum í Føroyum og Finnlandi, og so hevur felagið eisini fingið nýggja heimasíðu. Eisini fekk felagið eina adventsgávu á 50.000 krónur frá Betri í desember. Í januar fekk felagið skrivstovu í MEGD-húsinum [...] m, og í mars byrjaðu fýra sjálvhjálparbólkar fyri ávikavíst vaksnum, børnum, foreldrum at børnum og foreldrum at ungum. Harumframt er felagið komið í samstarv við ADHD-feløgini í Norðurlondum. Í summar [...] útgreining av vaksnum og ein ADHD-klinikk skal setast á stovn. Eingir serflokkar í Skúlanum á Fløtum Hóast seinasta árið hevur verið gott, og felagið hevur rokkið fleiri málum, so eru enn nøkur ting, sum ADHD-felagið
av, hvør skuldi vinna henda dystin. Soleiðis tóktist tað í hvussu so er fyri mær, segði Christian Lundberg avgjørdur. Hann hevði ikki nógv gott at bera dómaranum, men rósti heldur liðfeløgunum. – Eg haldi [...] haldi tað er flott, at teir varðveita góða moralin alla tíðina. Vit koma eisini gott aftur at enda og tað er flott, metir Christian Lundberg.
varð brúktur í Saksun, og føroyska náttúran bergtók limirnar. Hóast Thomas Dybdahl er eitt kent navn í heimlandinum og hevur klára seg væl bæði í USA og Evropa, so er hann ikki eitt kent navn í Føroyum. [...] undirhalda tí kendu The Hotel Cafe í Los Angeles hvørt mikukvøld í mai. Fitt av fólki Í forhøllini í Norðurlandahúsinum áðrenn konsertina, var langt millum tey, ið kendu meira til Thomas Dybdahl enn, at tey høvdu [...] hevur vunnið sær nógvar nýggjar fjepparar í Føroyum. Á Facebook síðu síni skrivaði Thomas Dybdahl soleiðis í gjár: Túsund takk tit, sum komu á konsert í Tórshavn í gjár. Tað var ein fantastisk uppliving
læknar í føstum starvi í teimum økjum, har fólk eru mest sjúk. Tí styrkja vit heilsutænasturnar úti í økjunum og skipa Føroyar í fimm heilsuøkir við heilsudeplum. Vit hava sett fleiri kommunulæknar í starv [...] halda – og tað gongur í síðsta enda út yvir tey, vit eru sett í verðina at umboða. Fólkið í Føroyum! Javnaðarflokkurin innførdi fólkapensjónina. Og tað er einki dulsmál, at hetta í stóran mun var tað, sum [...] in kom í 1958, var meðal livialdurin umleið 71 ár. Og tá fóru fólk út at arbeiða um fermingaraldur. Síðani er livialdurin tíbetur hækkaður munandi – og tað heldur fram. Í dag liva vit í meðal í 19 ár eftir
frammanundan, at lítla Yana bleiv sjúk. Tey høvdu búð í Teilandi, síðani tey giftust í 2009, men keyptu hús í Vági í september í ár og skuldu nú festa búgv í heimbygdini hjá Napoleon. – Men vit náddu ongantíð [...] rættiliga besverað, so tað er gott, at vit bæði kunnu vera um Yanu. – Vit hava onga familju her í Keypmannahavn, men foreldrini hjá mær eru niðri í løtuni, tí pápi mín eisini er í viðgerð fyri krabbamein her [...] kyknurnar í merginum, sum framleiða blóðkyknur. So hvørt, sum sjúkan breiðir seg, setir hon frísku blóðgerandi kyknurnar til viks, og sjúkar leukæmikyknur koma í staðin. Um sjúkan ikki verður uppdagað í góðari
samskifta positivt við ávísar føroyingar. Vit hava fingið gott samband við fleiri fólk í Suðuroy og Sandoy. Nøkur framstig eru eisini í Havn og í Klaksvík, men har búgva nógv fleiri fólk. Vit hava sæð nakrar [...] Tað siga Sea Shepherd-fólkini í frágreiðing úr Føroyum: – Vit hava okkara eygleiðingarstøð á landi og valt okkum bátadráttir. Fleiri fólk koma nú úr Fraklandi at hjálpa okkum at halda vakt alt samdøgrið [...] tosað so nógv um grind fyrr, sum síðani vit komu til Føroyar. Hann sigur, at kjakið klívur føroyingar í tveir partar, og hann sigur, at fleiri og fleiri føroyingar seta nú kritiskar spurningar um siðin at