– Ótrúliga gott

Bergur Midjord skoraði tvey mál í dystinum í gjár og er sera fegin um sigurin.

– At spæla móti GÍ í Gøtu er altíð torført, so at vinna við trimum málum er ótrúliga gott, staðfesti hann fegin eftir dystin.

Bergur metir, at sigurin var fult uppiborin. Serliga um hugt verður at, hvussu seinni hálvleikur tók seg út.

– Ja, tað haldi eg, at sigurin var uppiborin. Teir høvdu onkrar kjansir í fyrra hálvleiki, har tað kundi fari báðar vegir, men eftir spælinum í seinna hálvleiki haldi eg ikki, at tað er nakar ivi.

– Eg veit tó ikki heilt hvat tað er, sum ger, at tað riggar nógv betri hjá okkum tá. Vit koma longur niðan á vøllin og leggja størri trýst á. Møguliga er tað tað, sum ger útslagið, sigur Bergur Midjord.