Tað siga Sea Shepherd-fólkini í frágreiðing úr Føroyum:
– Vit hava okkara eygleiðingarstøð á landi og valt okkum bátadráttir. Fleiri fólk koma nú úr Fraklandi at hjálpa okkum at halda vakt alt samdøgrið við bátum og bilum.
Burtursæð frá einum bilførara, sum elti okkum fyri nøkrum døgum síðani og tveitti ein mjólkapakka eftir bátinum – tað var sami bilur, sum mundi koyrt á eitt av fólkum okkara á einum parkeringsplássi eina náttina, so hevur offshore-teamið hjá okkum havt tað friðarligt.
Ein føroyingur segði okkum nú ein dagin, at føroyingar hava ikki tosað so nógv um grind fyrr, sum síðani vit komu til Føroyar. Hann sigur, at kjakið klívur føroyingar í tveir partar, og hann sigur, at fleiri og fleiri føroyingar seta nú kritiskar spurningar um siðin at drepa grind.
Tað er eitt sindur friðarligari nú hjá fólki okkara á landi, hóast vit framvegis merkja onkran ágang á útgerð okkara.
Vit halda fram við at samskifta positivt við ávísar føroyingar. Vit hava fingið gott samband við fleiri fólk í Suðuroy og Sandoy. Nøkur framstig eru eisini í Havn og í Klaksvík, men har búgva nógv fleiri fólk.
Vit hava sæð nakrar grindahval, síðani vit komu. Men eingin grind er hildin til.
Nógv sjálvboðin hava bjóðað sær til at koma at hjálpa okkum – vit máttu taka lýsingina aftur eina tíð, meðan vit svaraðu fólki, sum høvdu bjóðað sær at komið til Føroya.
Løgregluovastin hevur við í sjónvarpi nýliga. Hann segði, at Sea Shepherd er her lógliga, og at tey verða vard av lógini. Hann segði eisini, at løgreglan hevur fingið serdeildir til landið at hjálpa sær, um vit fara at blanda okkum upp í grindadráp á landi ella á sjónum. Hann segði eisini, at grindin eisini verður vard av lógini.