leggur kortini dent á, at eingi prógv higartil eru fyri, at samanhangur er. Lars Mørck Aaen, sum gjørdist illa fyri, eftir at hann varð koppsettur, vísir á, at tað er sjálvboðið at lata seg koppseta. - Eg [...] rendi meg í veggin, og eg noyddist at ansa eftir ikki at detta í trappunum. Eg hevði eina ógvusliga pínu í teimum stóru vøddunum, sigur Lars Mørck Aaen, sum leggur aftrat, at hann ongantíð áður hevur verið [...] gjørdi greitt, at steðgur verður í nýtsluni av evninum hjá AstraZeneca. Grundarlagið undir avgerðini er, at Danmark og fleiri onnur lond hava tikið ein steðg við hesum koppingarevni eftir at fleiri fólk,
vit fara at fáa útlendsk ferðafólk til Føroya í summar ella ei. Kunningarleiðarin væntar, at tað, at so mong vitjaðu í Suðuroy í fjør, sum kanska annars høvdu farið sær ein túr uttanlands, fer at gera, at [...] at Suðuroyggin eisini fer at fáa nógvar føroyskar gestir í summar. - Tá fólk hava havt eina góða uppliving, er hugsandi, at tey vitja aftur, og í aðrar mátar kunnu vit rokna við, at ringarnir breiða seg [...] vatninum, soleiðis at onnur eisini hava hug at vitja oynna. Vit vóna, at áhugin millum føroyingar fyri Suðuroynni verður eins stórur í ár, og vit vóna eisini - um koronu-støðan loyvir tí - at vit kunnu fáa
sum ger, at tey fáa tað alsamt verri. Okkara eldru hava betri uppiborið - at tað eru menniskjur rundanum tey og syrgja fyri,at tey trívast og hava tað gott. Tað sum hendir, tá mann roynir at spara á hesum [...] námsfrøðingur noyðist at hava 20 børn ella ”kundar” einsamallur, av tí at tað ikki eru nóg nógv starvsfólk, og tað hendir oftari og oftari, at pengar til nýggjar leikur og bøkur eru spardir vekk á stovnunum. [...] sikkurt verið tvungin at stongt salongina, um kundarnir høvdu aðrar møguleikar í at velja, men frisørsalongin hevði koyrt víðari i nógv ár, um ongin betri loysn var. Øll kunnu ímynda sær, at ein so pressaður
var nógv at seta seg inn í, men nú skeiðið skjótt er runnið, hevði tað sjálvsagt verið lættari at hildið fram. Men, eg havi tikið mína avgerð, og eg haldi, at nú eiga yngri kreftir at sleppa at royna seg [...] u skyldur, og eg ivist onga løtu í, at soleiðis verður eisini frameftir. Vit hava onga skuld og eiga eitt sindur á bók. Í so máta eiga fólk ikki at aftra seg við at bjóða seg fram. Fíggjarliga rásarúmið [...] er so lítil, men við skynsemi ber væl til at fáa tingini at bera til og hanga saman. Nú hetta valskeiðið nærkast endanum, fegnast Brynhild Sørensen eitt nú um, at bæði Húsavík og Dalur um stutta tíð fáa
niðurímillum Lat ongan iva vera um, at flestu foreldur eru væl egnað til at ansa egnum børnum. At vísa nærveru, menna tey sosialt, kropsliga og málsliga, seta mørk og ansa eftir at tey fáa góðan mat og nokk av [...] uttanum, at flestu kommunur hava barnaverndarmál um hendi. Sum samfelag er tað uppgáva okkara at verja børnini. Og við nýggja uppskotinum, sum eggjar foreldrum at vera heima, verður verri at fáa eyga á [...] vísindaliga ávíst, at dagstovnar spæla ein týðandi leiklut í málmenningini hjá børnum, har annað ella bæði foreldur tosa annað mál í heiminum. Eisini vísir tað seg at vera munur á evnunum til at samskifta og
byrjað at taka tey stóru fetini í mun til at leggja um til grøna orku. Men fyri framman liggja risastór og tung tøk. Málið at vit á landi burturav fara at brúka varandi orku, ber einans til at røkka, gera [...] mugu politiskt leggja lunnar undir, at øll fáa møguleikan og verða eggjað at vera við. Tí eigur eitt landsstýrisfólk at vera, ið hevur sum sína fremstu uppgávu, at arbeiða við tí grøna politikkinum, og [...] munandi. Tað er neyðugt at halda fram við at styrkja henda stovn, ið er heilt sentralur í mun til at røkka settu málunum. Umhvørvið snýr seg eisini um altjóða ábyrgd í mun til at steðga veðurlagsbroytingunum
Bretlandi og Fraklandi. Hetta er at fegnast um. Men heldur enn at gleðast um hetta, so kemur formaður Sambandsfloksins út við fráboðan um, at orsøkin til góðu ratingina er, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi [...] hóttir við, at fólk koma at rinda stórar upphæddir meira í húsalánum, um vit ikki eru partar av danska ríkinum. Álvaratos! Hetta er als ikki rætt, og er ein ódámlig roynd at ræða fólk, og at skapa ræðusøgur [...] Føroyar. Sambandsflokkurin hevði valt CIP-loysn Tað er eisini vert at leggja sær í geyma, at um so var, at Sambandsflokkurin slapp at ráða, so hevði Eysturoyartunnilin verið ein privat verkætlan, sum varð
enn gott, at vit, skattgjaldararnir í Havn, umvegis skattin verða tvingaðir at rinda í dýrum dómum fyri, at turistar koyra runt í Suðurstreymi við okkara "ókeypis" bussleið. Tað er ikki gott, at privata [...] munnu kenna dømi um, at børn bíða eftir bussinum í t.d. 12 minuttir, so tey sleppa undan at ganga ein tein, sum tað tekur 10 minuttir at ganga. Tað er ein trupulleiki millum nógv børn, at tey flyta seg ov [...] lítlan hug at gjalda fyri óneyðuga dálking og fyri at skaða privatu vinnuna í býnum? Tað er sannlíkt, at skattafíggjaða bussleiðin fer at missa undirtøkuna frá teimum sum rinda, um hon ikki verður lagað
valt at stilla upp til komandi býráðsval, so er tað tí, at eg fegin vil sleppa at gera ein veruligan mun og at bøta um nøkur viðurskifti í kommununi. Hóast nógv er væl skipað, so er kortini nógv at tríva [...] einaferð sagt, at skal ein døma eftir, hvussu gott eitt samfelag er, so er at hyggja eftir, hvussu samfelagið tekur sær av av teimum veiku og sárbaru bólkunum. Tí er tað rættiliga upplagt at spyrja, um t [...] rætt, at alt hetta steðgar frá einum degi til ein annan, og at einki kemur í staðin. Sjálvandi kann sama aktiva tilveran ikki halda fram óbroytt, tá tey flyta inn á eitt røktarheim, men heilt at stegða
nógv við at kunna um, hvat hendir runt um í heiminum. - Vit royna at kunna kristin, kirkjur og samkomur um støðuna gjøgnum tíðindaskriv og annað. Vit royna at ávirka stjórnirnar í heiminum at taka for [...] møguleikan at stuðla teimum atsóktu kristnu í heiminum. Seinastu tíðina hava fólk arbeitt við at endurstovna felagsskapin Open Doors í Føroyum, sum ein hollendari, Andreas, bróðir, stovnaði í 1955, fyri at stuðla [...] verið arbeitt við at fáa eitt føroyskt toymi at taka sær av arbeiðinum hjá felagsskapinum í Føroyum. Rói Norðoy er ein teirra, sum stendur á odda fyri arbeiðinum í Føroyum. - Endamálið er at varpa ljós á støðuna