Seinnapartin í gjár skuldu U-18 landsliðsspælararnir lenda í Vágum. At teir vóru troyttir var einki at undrast á, tí teir fóru av gistingarhúsinum í Italia longu klokkan tvey gjáranáttina.
Men hóast landsliðsspælarararnir vóru troyttir, so var hýrurin góður. Orsøkin var, at teir høvdu vunnið síðsta dystin í EM-undankappingini. Hann var ímóti Andorra.
Hin dysturin mikudagin var ímillum Italia og Ongland. Italia var favorittur, og teir vóru á odda 1-0, tá 89 minuttir vóru farnir. Men so javnaði Ongland, og í yvirtíðini skoraðu onglendingarnir sigursmálið. Hetta var sjálvsagt eitt vónbrot fyri Italia, men teir ugga seg við, at bæði fremsta og næstfremsta liðið í EM-bólkinum sleppa at halda fram í kappingini.
Týdningurin
Undan fráferðini úr Italia fingu vit fatur á venjaranum, Jógvan Martin Olsen. Hann og spælararnir vóru stak væl nøgdir: - Tað var av alstórum týdningi, at vit vunnu. Í fjør vóru somu spælararnir hjá okkum í Liktinstein og spældu í U-16 EM-kapping. Tá taptu teir 1-0 móti heimaiðnum í síðsta umfarinum, og tað var eitt stórt vónbrot.
Jógvan Martin sigur, at eftir tapini ímóti Italia og Onglandi tosaðu teir í føroysku leguni í Italia nógv um, at tað var æran hjá føroyskum ungdómsfótbólti, sum stóð upp á spæl, og at tað ikki mátti koma fyri, at teir ikki vunnu.
- Splarararnir vóru ógvuliga uppsettir. Eg má rósa teimum fyri, at sjálvt um teir høvdu arbeitt sera hart og tapt stórt í tveimum dystum, so megnaðu teir av álvara at seta seg upp og vísa eitt sannførandi avriki.
Einvegis ferðsla
A-landsliðið hjá Andorra megnaði fyri knøppum tveimum árum síðani í Spania at verja seg til málleysan javnleik móti Føroyum. Hetta tóktist aftur vera ætlanin mikudagin:
- Teir høvdu fimm spælarar í brotsteiginum og fimm frammanfyri brotsteigin. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir høvdu ongan í álopinum. Hetta hevði við sær, at vit skuldu nýta hugflogið fyri at lata verjuna hjá teimum upp, samstundis sum vit skuldu binda fyri, so teir ikki fingu mál upp á kontraálop, sigur Jógvan Martin Olsen.
Hjalgrím Elttør skoraði fyrra málið, tá 29 minuttir vóru farnir: - Brynjálvur Nielsen sendi í dýpdina til Hjalgrím, sum sneiddi tveir av sær, áðrenn hann úr vinstru vendi út frá aftur og sendi í handara hornið. Tað var eitt flott mál, heldur venjarin.
Seinna málið kom eftir 58 minuttir. Hjalgrím sneiddi tveir av sær og varð feldur í brotsteiginum. Brynjálvur setti í netið úr 11 metrum.
- Vit høvdu fleiri aðrar møguleikar. Uppsælið var fjølbroytt, og fyrsta korterið bjargaðu teir fleiri ferð á strikuni. Í øðrum hálvleiki varð liðformaðurin hjá okkum, Símun Joensen, tvær ferðir óheppin. Aðrur ferðina bjargaðu teir stútara frá honum á strikuni, og hina ferðina varð hann snýttur fyri eitt brotsspark. Eftir horna legði hann til at skjóta úr leysari støðu, tá ein av mótstøðumonnunum slongdi hann niður, men dómarin tagdi.
Umstøðurnar
Tað hevur seinastu dagarnar ljóðað, at føroyska ferðalagið í Italia ikki hevur havt gott. Hetta vil venjarin ikki skriva undir uppá:
- Gistingarhúsið hevur verið hampuligt, og vit hava ikki gingið svangir. Mánadagin ? tá vit spældu móti Onglandi ? vóru vit óhepnir við matinum, bæði undan og eftir dystin, men annars skulu vit ikki klaga.
Jógvan Martin Olsen heldur, at tað hevur verið týðuligt, at kappingin hevur verið í einum øki í Italia, har fótbólturin ikki er serliga frammarlaga: - Men eg skliji ikki, at kappingin ikki hevur verið betri fyrireikað. Vit hava ikki fingið skrivliga tilfarið, sum vit plaga at fáa í slíkum kappingum, og vit hava havt trupulleikar av venjingarvøllunum. Fyrstu dagarnar noyddust vit at koyra ein tíma til venjing. Eftir at vit høvdu tosað við stórum bókstavum, vísti tað seg, at vit kundu fáa ein fínan vøll, sum tað bara var eitt korter at koyra til.
Jógvan Martin Olsen heldur, at føroyingar á ongan hátt standa aftan fyri aðrar, tá tað ræður um at fyrireika altjóða kappingar: - Eingilski venjarin, sum er her, var við teirra U-16 liðið í Føroyum. Tað fløvaði at hoyra hann siga, at tað var munur á fyrireikingunum í Føroyum og teimum her í Italia, sigur U-18 venjarin.
Vertirnir tóktust ikki hava serliga fatan av, at síðsti dysturin hjá føroyingum hevði serligan týdning. Týskvøldið komu teir á gistingarhúsið og spurdu føroyingarnar, um tað var í lagi, at dysturin ímóti Andorra varð fluttur frá kl. 15 til kl. 11: - Teir vístu á, at tað longu var greitt, at Italia og Ongland skuldu halda fram í kappingini. Tá vit avgjørdir søgdu teimum, at dysturin var av stórum týdningi fyri okkum, stóu teir spyrjandi, sigur venjarin.
Jógvan Martin Olsen droymir um, at næsta EM-undankappingin hjá U-18 liðnum verður í Føroyum. Lutakastið verður 4. november, og eg vóni, at FSF fer at gera eina roynd at fáa hini liðini til Føroya.
Liðið
Uppstillingin ímóti Andorra var eitt sindur øðrvísi, enn hon hevði verið tær báðu undanfarnu ferðirnar.
Føroyska liðið sá soleiðis út: Pól Næs Joensen B36 ? Vagnur Mohr Mortensen HB, Jón Rói Jacobsen HB, Atli Gregersen Randers Freja, brynjálvur Nielsen NSÍ ? Jann Ingi Petersen B68 (Atli Danielsen KÍ 80.), Niels Joensen B36, Símun Joensen, liðformaðu, KÍ, Bergur Djurhuus NSÍ (Áki L. Hansen NSÍ 75.) ? Hjalgrím Elttør KÍ, Fróði Jóanesarson NSÍ (Bjarni Jørgensen HB 59.).
Gult kort: Atli Gregersen 46.
Hinir spælararnir í ferðalagnum vóru Karstin Joensen KÍ, Elfinn Ørvarodd FS Vágar, Ragnar Poulsen B36 og Bárður Christiansen HB.
Jógvan Martin Olsen er venjari, Mathias Davidsen er hjálparvenjari, og Karl Vidtfeldt hevur verið ferðaleiðari.