innlit í eitt nú oljuleiting, hevur Ólavur Ellefsen gjørt eitt stórt arbeiði fyri at marknaðaføra hesa heldur sjáldsomu vøruna í útlandinum. Hann hevur verið í fleiri londum og hildið skeið eitt nú í Suðuramerika [...] Og til tað kann eg bert siga, at tað er ótrúliga vánaligt, at tað eru røddir í Føroyum, sum hava so ilt av, at man fer út í verðina. Vit rinda sjálvir fyri ferðina, og eg meti hetta at vera eina skilagóða [...] Millum luttakararnar á Indiaferðini var eisini Ólavur Ellefsen, stjóri í fyritøkuni Simprentis, sum nú í fleiri ár hevur roynt seg á einum fyri føroyingar heldur óvanligum marknaði, nevniliga skeiðvirksemi
Fløgan "Vælskapt brek" kom út í september í fjør, og siga stigtakararnir, at seldar eru umleið 1600-1700 fløgur. Nú er peningurin gjørdur upp, og verður 20 ára føðingadagurin hjá MBF í dag nýttur sum høvi [...] upphæddina á kekkunum, men talan er helst um eina fitta peningagávu í øllum førum eftir søluni at døma. ? Vit hava møtt ógvuliga nógvari vælvild, og fólk hava tikið ógvuliga væl ímóti okkum, sigur Hilmar Jan Hansen [...] barnadeildina á Landssjúkrahúsinum áljóðandi 15.000 krónur bert fyri sølu av plakatum. Faldari næsta stigið Nú hesin kapitullin er yvirstaðin, er næsta punktið á skránni at fáa gjørt ein faldara við vegleiðing
sum fara á vøllin sunnudagin. Og so man tað eisini styrkja um, at Leivur Hansen og Bartal Eliasen nú eru tøkir aftur eftir leikbann. Í verjupartinum var í øllum førum stórur saknur í teimum í dystinum móti [...] Tað er sum allir aðrir dystir. Vit skulu jú hitta øll liðini í deildini tvær ferðir, og um tað er GÍ ella nakað annað, er fyri sovítt líkamikið. Eg eri í starvi hjá Skála nú, og tað er tað, sum eg fyrihaldi [...] ivast í, at trý stig skulu á kontina sunnudagin, so tann parturin av tosinum kann beinast burtur. Enn eru Símun Louis Jacobsen og Krzystof Popczynski skaddir, og ivasamt er, um Gidek verður førur fyri at spæla
pláss við HM. Føroysku menninir eru framvegis á 33. plássinum í samlaðu støðuni, men tað skerst ikki burtur, at framúrskarandi úrslitið ímóti Russlandi gevur sera góðar vónir, nú teir komandi dagarnar skulu [...] verið ímóti tjóðum, sum eru millum tær sjey ovastu í kappingini. Landsliðsvenjarin, Svend Novrup, sigur í stuttari viðmerking, at hóast frálíku úrslitini hósdagin, so skulu vit varin við at seta føroysku [...] høvur tekur lut í EM-kappingini í bridge, hevði longu undan hósdegnum skapt nøkur óvæntað úrslit, men nú ber av. Stórveldið, Russland, mátti í hósdagin lúta, tá teir sótu yvirav Boga Simonsen ? Rói á Rógvu
eisini kunna fylgt væl við í orðaskiftinum um Heimastýrislóg og eina nýggja komandi sjálvstýrislóg. Vit spurdu Bent Klinte, hvørja áskoðan hann hevur um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og í hvønn [...] hvønn mun hann heldur tað vera rætt at fáa eina nýggja lóggávu, sum avloysir verandi Heimastýrislóg, nú bankakanningin er liðug! Náttúrligt við broytingum -Eg ætli mær ikki at leggja meg út í føroyskan politikk [...] nevnd átti at tikið sær av. Bent Klinte heldur annars, at tá ein lóg er vorðin 50 ára gomul - og tá ein nú hevur gjørt tær mongu royndirnar í tí aktuella bankamálinum við teimum óhepnu avleiðingum tað hevur
eftirlíkna sjósirmgerð, hava vit kannað ta ávirkan, sum luftinntøka, hiti og algunøgd hava á sjósirmgerð, og kannað lívfrøðiliga sirmgerð frá bløðrum, sum bresta. Harumframt hava vit við framkomnum kanningarháttum [...] hvussu nýframleitt sjósirm sýgur vætu í seg, framdu vit miðvísar kanningar og funnu útav, at tað ólívrunna havsaltið stýrir eginleikunum hjá skýgerð. Vit leggja kortini dent á, eldri sjósirm sýgur munandi [...] við aðrar bitlar, sum spíra ísgerð í skýggjum. Til endans vísa vit á, at eftirlíknað arktisk skýggj, ið bæði innihalda vætu og ís, eru lutfalsliga stívrend mótvegis vætusúgvandi parametrinum κ yvir 0
kendist ørkymlandi fyri ikki at siga ræðandi. - So nær landi vóru vit fyri tað nógva, at vit sóu á skíggjanum tað, sum hendi, ella hoyrdu vit tað í lurtinum. Mín niðurstøða hendan dagin var: Endiliga hendi [...] Í sambandi við at tað eru 30 ár liðin, síðan Berlinmúrurin fall, hava vit spurt nakrar føroyingar spurningin: "Hvar vart tú, tá Berlinmúrurin fall?". Her svara tríggir royndir politikarar. Torbjørn Jacobsen: [...] øll fólk tá í tíðini, so tað var ein stór frøði á føroyingum, tá Berlinmúrurin fall. - Tað eru tveir manns, sum eru eitt sindur burturgoymdir og gloymdir í sambandi við hetta. Tað er fyrst og fremst Gorbatjov
er liðugt, liggur kostnaðurin ivaleyst úti við tríggjar milliardir. Vit eru 50.000 fólk, sum við at kalla einmæltari løgtingssamtykt eru bundin at hesi verkætlan. Í Svøríki búgva um 200 ferðir so nógv fólk [...] íløguna upp á tríggjar milliardir? Bera vit saman íløgukostnað og íbúgvaratal, so kostar okkara verkætlan 1/10 av donsku/svensku verkætlanini, og lutfalsliga eru 300 sviar/danir um at gjalda tað, sum ein [...] spurt, um eingin hevur hugsað um, hvat ið vit ikki halda okkum hava ráð til, av tí at henda íløgan er so skilaleysa ógvislig. Hvussu nógvar milliónir kundu vit í staðin brúkt at styrkt okkara heilsuverk
ytstu greinarnar á trænum fáa føði. Annars doyggja Føroyar sum samfelag. Við hesi samgonguni eru vit væl á veg. Vit mugu bjarga Føroyum undan hesi samgongu , og tað hastar. Samgongan sólar sær í læntum fjaðrum [...] reiðarafyritøkur blíva seigpíndar av samgonguni ? Fáa tey øvundsjúku tað betri? Úrslitið kenna vit. Úrslitið kenna vit øll í dag. Hóast hendan samgongan hevur lagt eykaskatt og eykagjøld á okkara høvuðsvinnu [...] við førda politikkinum ? Hvussu leingi fer peningur at fossa inn í landskassan ? Skíggj eru byrjaði at síggjast nú arbeiðsgevarar rópa varskó og skip verða seld ella standa til sølu. Loyniliga dagsskrá
marknaðarkreftirnar eiga at sleppa at royna seg í fyrstu syftu, so fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber. Men førir tað onga leið, eiga vit at taka málið upp aftur, leggur hann afturat. Ikki forðingin Johan [...] fáa ávirkan á prísstøðið. Hevði tað ikki borið til at avtikið avgjøldini, sum eru, fyri at fáa prísin at lækka? - Avgjøldini eru ikki so høg. Avgjaldið er 120 krónur í landskassan av hvørjum ferðaseðili og [...] og lækkað, alt eftir, hvussu oljurprísurin er. Beint nú er oljuavgjaldið 560 krónur, men av tí, at hetta eisini fer í kassan hjá Atlantsflogi, hava vit lagt tað afturat vanliga ferðaseðlakostnaðinum.