Føroyar skaptu sensatiónina

Kvinnurnar vunnu stórsigur á einum av mætastu bridge-tjóðunum í Europa, og menninir megnaðu í sera spennandi dysti at basa Russlandi

Bridge

Føroyar, sum fyri fyrstu ferð yvir høvur tekur lut í EM-kappingini í bridge, hevði longu undan hósdegnum skapt nøkur óvæntað úrslit, men nú ber av.
Stórveldið, Russland, mátti í hósdagin lúta, tá teir sótu yvirav Boga Simonsen ? Rói á Rógvu Joensen og Heðin Mouritsen ? Jóannes Mouritsen.
Fyrstu løtuna tóku Føroyar mótstøðumenninar fullkomuliga á bóli, og eitt skifti var leiðslan 44-2. Russar komu tó sterkt aftur. Undan seinasta spælinum var støðan 58-59, og allir á føroyska liðnum vónaðu bara, at teir megnaðu at halda einum javnleiki, men tað gjørdist betri enn sum so. Heðin og Jóannes meldaðu ein lítla-slem, sum russararnir brendu, og so máttu teir úr stórveldinum bara ásanna eitt stórt afturstig í royndunum at vinna sær pláss við HM.
Føroysku menninir eru framvegis á 33. plássinum í samlaðu støðuni, men tað skerst ikki burtur, at framúrskarandi úrslitið ímóti Russlandi gevur sera góðar vónir, nú teir komandi dagarnar skulu hitta fleiri av veikaru tjóðunum

Kvinnurnar bastu favorittunum
Var avrikið hjá monnunum gott, so var tað ikki minni gott hjá kvinnunum. Marjun Restorff-Arnleyg Mikkelsen og Joan Grunnveit-Majken Johansen, tóktust vera farnar undir eina ógjørliga uppgávu móti Fraklandi, sum á pappírinum verður mett sum næst sterkasta liðið í kappingini.
Allan dystin ígjøgnum vóru føroysku kvinnurnar greitt á odda. Í seinasta spælinum meldaðu fronsku kvinnurnar 13 IMP, men var bert nóg mikið til at bjarga teimum undan tí heilt stóru eyðmýkingini, sum tað vildi verið, um Føroyar megnaðu at halda favorittunum á eitt-siffraðum stigatali. Endaliga úrslitið gjørdist 19-11 til føroyska liðið, sum sostatt hevur skorað 38 stig í trimum dystum, og røkkur hetta til eitt 19. pláss í kappingini. Hartil skal sigast, at teir tríggir dystirnir, sum Føroyar hava spælt, allir hava verið ímóti tjóðum, sum eru millum tær sjey ovastu í kappingini.
Landsliðsvenjarin, Svend Novrup, sigur í stuttari viðmerking, at hóast frálíku úrslitini hósdagin, so skulu vit varin við at seta føroysku liðunum alt ov stór krøv. Men hann leggur afturat, at við evnunum, viljanum og samanhaldinum, sum liðini hava, skulu tey nokk syrgja fyri, at komandi dagarnir eisini fara at kasta okkurt positivt av sær. Í fyrstu atløgu sigur hann tó, at nú skulu kvinnurnar hugsa um dystin móti Íslandi í fjórða umfarinum.