Óli Breckmann:
?????
? Eg var á einum so óspennandi staði, sum heima í mínari egnu stovu, har eg sat og fylgdi við hesari stórhendingini í sjónvarpinum. Tað virkaði óveruligt at hugsa sær til, at fólk kundu streyma millum lond harniðri. Men eg minnist væl tær ovurfegnu mannamúgvurnar, sum streymaðu yvir um tann júst falna múrin.
Um hetta mundið gekst jú ikki so væl í Føroyum. Eg visti, at Føroyar vóru á veg av bakka-tromini, so líka sum alt stóð í skugganum av tí hóttandi skrædlinum í Føroyum. Men hóast tað, so var tað ein sigur og ein rættvísgerð, at sosialisman fall í Russlandi. Tað at uppliva, at tað í veruleikanum skuldi so lítið til fyri at koppa øllum, var nærum surrealistiskt. Ja á ein ella annan hátt eitt anti-klimaks.
Eg minnist, at eg hugsaði við mær sjálvum, at eg kundi siga tað sama, sum Samuel segði í templinum: Harri, nú kanst tú taka meg. Eg hugsaði, at nú kundi eg gott trekkja meg í politikki, tí nú var tað, sum ein hevði barst fyri, burtur. Men so kortini er sosialisman framvegis her sum ein formur fyri massatrygd.
Ársdagurin fyri fallinum er ikki ein dagur, sum eg í dag hátíðarhaldi ella nakað, men hatta var ein gleðisdagur. Ongin ivi um tað.