Føroya mánadagin í seinastu viku og gongur í Tekniska skúla. Hann fegnaðist um heiðurin at gerast kattakongur hjá teimum elstu børnunum. Onkur av teimum undanfarnu árunum, hevur ongin næmingur í framhaldsdeildini [...] Klaksvík: Tíggju tunnur hingu uppi inni í høllini, og børnini vórðu býtt upp eftir skúlaaldri. Tað vil siga, at ein tunna var til tey undir skúlaaldur, tvær vóru til fyrsta flokk og síðani ein til hvønn [...] gullheiðursmerki og ein stóran posa av bomm. Øll børnini fingu annars ein pakka av bomm í part fyri teirra luttøku í tiltakinum. Tey vaksnu hugnaðu sær við einum kaffimunni, meðan børnini slóu tunnurnar
Tað taka vit í Heilsuhjálparafelag Føroya sterka frástøðu frá! Hetta er nevniliga eitt sera, sera álvarsamt mál fyri okkum, ið hvønn dag stríðast fyri at lyfta heilsuhjálparar, ein krumtapp í Føroyum, upp [...] er horvið og gloymt í útrokningunum. Tað ER fakta. Tískil eru fortreytirnar heilt skeivar, tá ið Fíggjarmálaráðið hevur roknað seg fram til, hvat ið hvørt einstakt felag skal fáa í lønarlyfti. Tað er ov [...] " Ja, tað kanst tú líta á, at Mary Antonsdóttir hevur! Vit eru aftasti bátur í lønarfeltinum og finna okkum snøgt sagt ikki í hesi eyðmýkingini, at onnur verða sleipað fleiri bátslongdir fram um okkum,
eru altíð nógv fólk, og øll eru altíð í góðum lag. - Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni? Tað var á ólavsøku einaferð síðst í 1980’unum, at eg fyri fyrstu ferð í lívinum sá ein franskan hotdog. Eg minnist [...] seinni á kvøldinum at síggja hesi lítlu flogljósini sveima uppi yvir býnum. Tað var ein sera vøkur sjón. Eg minnist eisini, hvussu vill ólavsøkan var í 1980’unum. Tá gingu fólk ræðuliga full, og menn lógu og [...] veit, er at vera í sovorðnum stórum mannamúgvum. So midnáttarsangurin er sjálvsagt nakað av tí allar ringasta, ein kann fáa meg til. Ikki tí - at standa á altanuni hjá Gamla Klubba í Havn og hyggja út
hanga saman, tá trýstið er størst, og tað er serliga í makrelvertíðini. - Sum er, mugu vit klára okkum við tí bryggjuplássi vit hava. Í makrelvertíðini í fjør gekk rímiliga væl at avgreiða skipini so hvørt [...] bingjuhavn er. Tað merkir, at ein stórur partur av frysta fiskinum, sum verður goymdur í Fuglafirði og seinni avskipaður, fer í stórum trailarum úr bygdini. - Hetta ger, at Fuglafjarðar havn og soleiðis Fuglafjarðar [...] eins og arbeitt verður við ætlanini at gera pláss til frystibingjur á nærliggjandi økinum uppi á landi. - Í ár er ætlanin at byggja 60-70 metrar av nýggjum bryggjukanti frá Pelagos-bryggjuni við Bergfrost
roykvarnarum, og skiftið battaríir í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári. Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi. Havið eitt brandteppi á høgligum [...] árið, kvøldini eru vorðin myrk og jólini nærkast. Í nógvum stovum um landið man vera heilt vanligt at tendra kertuljós í hesum døgum. Tískil er tað júst í hesum døgum, at vandin fyri eldsbruna er serliga [...] hava tað mál, at ongin álvarslig vanlukka av eldi skal verða, nú tað stundar til jóla og nýggjárið er í nánd, skrivar Kaj Andreasen & co á einum lista, teir hava sent út til fjølmiðlarnar. Teir eggjað fólki
hart fyri at integrera øll fólk, ið flyta í kommununa. Tað er ein íløga, ið munar. Vit duga ov illa at slúsa familjur við fremmandum mentanum inn í samfelagið og, í fleiri førum, viðførir hetta mistrivnað [...] eigur ikki at koma fyri í fólkaskúla og í frítiðarfelagsskapum. Tað góða arbeiðið við at fyribyrgja happing skal halda fram og stuðlast. Tí eingin skal detta ímillum! Vel nýggja orku í býráðið, eg fari at [...] skulu halda teimum uppi. Børn, systkin, foreldur, fosturforeldur og avvarðandi skulu hava ta hjálp kommunan er ment at veita. Á dagstovnaøkinum eiga vit at hava serstovur við normering. Í fólkaskúlanum eiga
– Vit vit kava longur niður í tølini, síggja vit stórar munir á ymsum greinunum. Mest er nýtslan hjá hjá kinesarum í danskum serhandlum, har nýtslan liggur uppi á 2.500 kr í miðal. Nýtslan er so høg, at [...] sum umsitur donsk, føroysk og grønlendsk gjaldkort, frá í tíðindaskrivi. 1.141 kr. So stór er miðalnýtslan, tá fólk úr Teilandi brúka gjaldskorti í donskum terminalum. Harvið eru vitjandi úr Teilandi tann [...] Evropa, sigur Søren Winge, sum er tíðindastjóri í Nets. ##med2## – Tá eitt kinesiskt ferðafólk koyrir koyrir kortið ígjøgnum terminalin, er transaktiónin í miðal tríggjar ferðir hægri enn til dømis hjá einum
at tá ið eingi vinnulig áhugamál eru uppi í, skal tollur og mvg ikki rindast av jólagávum, sum verða sendir frá einum privatpersóni uttanlands, til ein privatpersón í Føroyum. Tað sama er galdandi fyri [...] toll og avgjald av tí metta virðinum. Og í ivamálum er tað altíð TAKS, sum ger av, um vøran er tollfí og mvg frí, sigur Taks. Tað ber til at senda fleiri gávur í sama pakka og tá kann hvør einstøk gáva [...] Á jólum plaga Posta at hava úr at gera, ikki minst kemur nógvur jólapostur til Føroya í hesum døgum. Men tað er ikki altíð, at jólapakkarnir sleppa undan at rinda mvg og onnur avgjøld. Taks vísir nevniliga
Soleiðis skrivar Sigrid Sivertsen í Hoyvík í umbøn til Pedagogfelagið, sum hon eisini hevur sent landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, og forkvinnuni í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Anniku [...] við tað, hon hevur etið, hon skal vendast, latast í og úr, og so skal hon eisini hava masku annanhvønn tíma um dagin fyri at fáa hildið andadráttinum uppi. Um náttina andar hon sjálv, tí tá hvílir hon, men [...] n ikki er til arbeiðis. Vanliga er hon á Virkni í dagtímunum, men har er stongt, og heldur ikki kann hon sum vanligt fáa umlætting á Frítíðarheiminum í eini tvey samdøgur nú og tá, tí har er eisini stongt
– Eg fari ikki at krevja, at linjuføringin í Sandoyartunlinum verður broytt. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Fyri nøkrum døgum síðani bóru vit tey tíðindi, at Tórshavnar býráð [...] jarðfrøðiliga ráðgevarar, har tað varð víst á, at longur uppi, har ætlanin var at tunnilsmunnin skuldi vera, er ein lind av leiðuri, sum er ring at arbeiða í. Samstundis fer tunnilin at vera rættiliga nógv longri [...] heilt yvir í Havnardal, tí so so slepst undan at koyra um Velbastaðháls. – Talan er um ein tunnil upp á ein kilometur, og eftir mínum tykki er tað skilabetri at brúka pengar upp á ein tunnil í Havnardal