Fuglafjarðar havn er miðdepilin í einum rættiliga livandi umhvørvi. Her eru umleið 1000 metrar av atløgubryggju, fleiri enn 800 skipavitjanir um árið, vatn-og oljuveiting til vitjandi skip, móttøka av burturkasti - og ókeypis internet til øll skip.
- Ja, vit kunnu siga, at vit hava at kalla allar tænastur til skipaflotan, sigur Rólant Højsted, havnarmeistari, sum vísir á, at inntøkurnar hjá Fuglafjarðar havn eisini eru meira enn tvífaldaðar seinastu fimm árini.
Hann ásannar, at hóast Fuglafjarðar havn samanlagt hevur stóra atløgubryggju, skal skipast væl fyri, um alt skal fáast at bera til og hanga saman, tá trýstið er størst, og tað er serliga í makrelvertíðini.
- Sum er, mugu vit klára okkum við tí bryggjuplássi vit hava. Í makrelvertíðini í fjør gekk rímiliga væl at avgreiða skipini so hvørt, sum tey komu. Tíbetur gjørdist bíðitíðin ikki so long, og eg vil siga, at tað gekk akkurát upp, sum havnarmeistarin tekur til.
Hann sigur, at eitt, sum er óheppið fyri Fuglafjarðar havn og soleiðis eisini fyri inntøkurnar hjá kommununi, er, at eingin bingjuhavn er. Tað merkir, at ein stórur partur av frysta fiskinum, sum verður goymdur í Fuglafirði og seinni avskipaður, fer í stórum trailarum úr bygdini.
- Hetta ger, at Fuglafjarðar havn og soleiðis Fuglafjarðar kommuna missir vørugjøld, tá fiskurin, sum verður avskipaður, ikki fer um bryggjukantin og umborð á bingjuskip. Siga vit, at 20.000 tons fara av bygdini á trailarum, er talan um mistar inntøkur á slaka hálva miljón krónur í vørugjaldi.
Nú verður so arbeitt við eini verkætlan at byggja 60-70 metrar av nýggjari atløgubryggju aftrat, eins og arbeitt verður við ætlanini at gera pláss til frystibingjur á nærliggjandi økinum uppi á landi.
- Í ár er ætlanin at byggja 60-70 metrar av nýggjum bryggjukanti frá Pelagos-bryggjuni við Bergfrost og heim eftir móti útfyllingini, sum verður gjørd framman fyri Havsbrún.
Rólant Højsted sigur, at frammanundan er bryggjan framman fyri Pelagos 180 metrar long, og tá hesir 60-70 metrarnir eru gjørdir aftrat, verður talan um einar 245 metrar av atløgu við 12 metra dýpi.
- Tað, sum liggur í hesi útbygging er, at økið millum Bergfrost og Havsbrún verður gjørt til frystibingjur, soleiðis at hetta verður ein bingjuhavn við nærliggjandi bingjuplássi og atløgu til bingjuskip, sigur havnarmeistarin.










