Klaksvík:
Tíggju tunnur hingu uppi inni í høllini, og børnini vórðu býtt upp eftir skúlaaldri. Tað vil siga, at ein tunna var til tey undir skúlaaldur, tvær vóru til fyrsta flokk og síðani ein til hvønn flokkin upp til áttanda. Og so var ein tunna til framhaldsdeildina, sum var rímuliga væl umboðað til tunnuslátturin henda dagin. Kattakongurin hjá framhaldsdeildini var ein drongur, sum er komin úr Avstralia sum skiftisnæmingur. Hann kom til Føroya mánadagin í seinastu viku og gongur í Tekniska skúla. Hann fegnaðist um heiðurin at gerast kattakongur hjá teimum elstu børnunum.
Onkur av teimum undanfarnu árunum, hevur ongin næmingur í framhaldsdeildini verið at sligið, so tá hava páparnir tikið sær av tí tunnuni.
Níggju onnur børn vórðu eisini kosin kattakongar henda dagin, og sum vinning fingu tey gullheiðursmerki og ein stóran posa av bomm. Øll børnini fingu annars ein pakka av bomm í part fyri teirra luttøku í tiltakinum. Tey vaksnu hugnaðu sær við einum kaffimunni, meðan børnini slóu tunnurnar. Eisini var eitt risastórt køkutombola, har yvir 400 vinningar vóru. Vinningarnir vórðu latnir av ymsum stuðlum, umframt, at limir í hornorkestrinum høvdu latið teirra part.
Tíðin er farin frá at bomm verður fylt í tunnurnar, tí royndir hava eisini víst, at tað verður alt ov rokaligt tá eini 4-500 børn tveita seg eftir bommunum, tá tunnan er farin í gólvið.
Tað gekk ikki meira enn góður hálvur annar tími, so vórðu allar tunnurnar í gólvinum. Síðani varð vakrasta grýlan funnin, og mynd tikin av øllum kattakongunum. Og eitt avbera væleydnað tiltak var komið at enda. Onkur hevði tó hug at fílast á, at tað bert var tann eina tunnan til børn undir skúlaaldur. Tað er ein breiður aldursbólkur, og eisini er tað stórur munur á, hvat eitt trý ára gamalt barn megnar og so eitt sum er seks ella sjey. So ta einu løtuna beint eftir, at slátturin var byrjaður, var sera ilt at fáa eyga á hvar røðin hjá teimum børnunum var. Men tað lagaði seg sjálvt eftir eina løtu, tí fleiri av teimum smæstu sláa bara ta einu ferðina, og so letur tað til, at tey ikki tíma meira.
Frá Hornorkestrinum verður sagt, at tey lata væl at undirtøkuni fyri tiltakinum, og hevur hon verið jøvn tey seinnu árini.