sjálvur plagdi at taka til: Tey deyðu eru einki at dyrka. Eg havi verið nakrar dagar aftur í heimbygdini. Og allíkavæl, so var eg um at vera tikin av fótum í morgun, tá mamma segði, at nú lá eg veðurfastur [...] kirkjugarðinum, beint niðanfyri hjá okkum. Teir siga ikki meir frá sögum og minni um teir fúnar sum árini ganga. Kavin slapp at vaksa ímíni barnasál og at enda fjaldi hann næstan högu fjallatindarnar kring [...] henni Jona í Stórustovu stóð so dámlig við síðuna av. Hon plagdi næstan at umbera gomlu fastrina, at hon ikki slapp higani. Hon plagdi at taka til: Moldin rópar eftir henni, men Várharra vil ikki hava hana
føroysku damunum, sum fóru frá húsi og heim, er ilt at siga. Helst hevur hann verið nakað dýrari hjá teimum flestu. Ikki tí, at eg havi illgruna um, at tær oyðsla pengar. Als ikki. Men hví ikki bara seta [...] kvinnum, sum vóru farnar longu og leiðina til Noregs at keypa møblar í Ikea. Var ikki sørt bilsin av míni Ikea-vitjan fyrr um dagin. Eitt satt slaraffenland fyri møbulentusiastar. Norðan [...] seta seg í samband við børnini, sum lesa niðri, og fáa tey at keypa Ikea-møblarnar fyri seg? Tí um nakað er bíligt at innflyta til Føroyar, so er tað innbúgv. Men hinvegin, so fáa tey ikki upplivingarnar
veðrinum og dugdi ofta at siga, hvussu veðrið fór at verða tann dagin. - Eg minnist væl, tá vit hoyggjaðu í Kaldbak. Eg havi ikki verið konfirmeraður, og longu tá plagdi eg at hyggja at luftini tíðliga um [...] uppvaksin har. Hann vísir á, at tað tó ongantíð var hansara dreingjadreymur at gerast veðurfrøðingur. - Áhugin var altíð har, men eg visti ikki sum smádrongur at til bara at útbúgva seg innan veður og vind [...] arbeiðinum var at lesa veðurtíðindini fyri Danmarks Radio. At vera speakari dámdi honum væl. - Eg plagdi rættiliga ofta at lesa veðurtíðindini um morgunin, á middegi og um kvøldið. Tey søgdu, at eg dugdi væl
1100, fingu vit at vita, at flogfarid ikki kundi fara á flog enn, tí at teir ikki vóru byrjaðir at grava á vøllinum enn. Nærri boð skuldi fáast kl. 1330. Tað sum vit løgdu til merkis var, at flúgvingin til [...] europeiska Concorde, meðan alt fekst at vita um amerikansku flogsøguna. Tað verður ov rúgvusmikið at siga frá øllum sum sást á staðnum. Bert vil eg heita á fólk um at fara inn har, um leiðin verður løgd [...] Atlantshav. Ótrúligt at hann megnaði hetta, tá hugsað verður um, at hann nærum bert kundi hyggja til síðurnar. Eisini sást hæddarmátarin, sum skrivaði á pappír á øllum túrinum. Har sást, at hann onkuntíð bert
haldi at nógvir at teimum leikarum, sum í dag fara aðra staðni at royna seg, melda ov kraftigt út. Hetta er viðvirkandi til at leggja eitt óneyðuga stórt trýst á teir. Eitt rýst, sum teir satt at siga sjáldan [...] stuttliga við tí var tað, at á skúlanum, sum eg gekk á, vóru sjálvandi hópin av næmingum, sum høvdu stóran fótbóltsáhuga. Tosið um fótbólt gekk heitt alla tíðina, men satt at siga, so slapp eg ongantíð upp [...] nakað sum helst, eg kom jú úr einum evarska lítlum samfelag, og eg legði ongantíð í at siga teimum, at eg var farin at venja við besta liðnum hjá OB. Tann mánadagin eftir fyrsta dystin hjá mær fyri felagið
einstøkum undantaki - og sera høgligum at røkja. So nú tilboðið kom at sleppa við sandavágsmonnum í skorarnar, var bara at halda seg fram at beinanvegin. Jú, tað var ikki at siga. Svarið var játtandi, áðrenn hálvtalað [...] fuglurin hevur eisini boðað frá, at hann er komin. So tað er bara at gera skjótt av og fara at hitta manningina, sum skal við. Teir eru longu væl áleiðis at fáa seyðirnar í vognar at flyta norður á Oyrargjógv [...] r í hesum dýrdarveðrinum. Eitt band verður handað úr einum bili. Gott at hava at taka til, um okkurt skuldi verið. Og satt at siga kom tað eisini í brúk seinni um dagin. »Sært tú handan frammorreyða har
sera gloymskur, um hann ikki minnist, at hann í 1998 segði at blokkstuðulin fíggjaði onga vælferð í Føroyum. - Sera gloymskur! Lætt at prógva Í 1998 var talan ikki bara um at skerja 366 mió. krónur av b [...] roynir í grein í bløðunum at endurtaka tey so ofta søgdu ósannindi, at undirritaði og Tjóðveldisflokkurin hava sagt, at niðurskurðurin av blokkstuðlinum fekk ongar avleiðingar". Við at samanbera hesi bæði brotini [...] bara ein inntøkukelda eftir, og henni ætlaðu teir at forkoma, uttan at teir høvdu nakað annað at seta ístaðin. Hetta fær hvørki Høgni ella nakar annar meg at tiga burtur - um eg so fái tríggjar veðrar afturfyri
Tvøroyri siga vísa tey á, at um fólk leita sær á loftið í Pakkhús 4, ber til at heilsa uppá Pólu og Armgarð, ið sita og veva. - Heilir tveir bindiklubbar verða eisini til staðar, so lítið er at ivast í [...] annað fram ímóti at hava gevandi mentanartiltøk við jøvnum millumbilum. Í 2016 var høvi at hoyra um undangongumenninar, Thomas F. Thomsen og Rasmus Effersøe. Tvøroyrar kommuna vísir á, at leygarkvøldið 4 [...] Pól F. Joensen. Lagt verður aftrat, at Dánjal Norðberg úr Hvalba var fyri stuttum “við Tórði á túr”. Dánjal minnist ótrúliga væl hóast 91 ára gamal. - Hann fer at fortelja okkum um tíðina, tá hann stóð
ikki er komin enn. Fyri tey, sum dáma at snorkla og at kava, er Tailand eitt satt paradís. Oftani nýtist einum bert at svimja nakrar fáar metrar út frá strondini fyri at síggja litfagrar fiskar og onnur dýr [...] væleydnaðu blanding. Samanlagt ber til at siga, at tað besta við Tailandi júst er hendan góða blandingin av sól, vinarligum fólki, góðum mati, rímiligum prísum og ikki at forgloyma: einari avbera vakrari náttúru [...] heitt, men kortini er tað ongantíð kvalið. Vætan í luftini ger, at tað er lætt at anda, og hóast hitin er 28-30 stig, er tað behagiligt at vera úti. Sólin er sera sterk, so ein má nýta sólkrem við høgum
eisini at sigla saman við Jákup Andreasi við Columbus, har hann eisini hevur verið maskinmaður. Teir komu eisini at hava nógv saman, eftir at Sámal var givin at sigla, og lagnan vildi tað so, at Sámal helt [...] hetta skip hevur ta serstøðu, at tað var fyrsta stállínuskipið. Tað byrjaði fiskiskap í 1957, fyri 50 árum síðani, og er tí vert eina serliga umrøðu. Fyrst er at siga, at skiparin var Jákup Andreas Vang [...] skipinum var at fara til Havnar at fáa útgerð og at fáa manningina tuberklakannaða. Hetta var beint undan nýggjárinum í 1957. Meðan manningin er uppi í Hoydølum, brestur eitt slíkt illveður á, at Vesturhavið