Vetrarkvøld á Seglloftinum á Tvøroyri

Leygarkvøldið 4. februar fer eitt forkunnugt tiltak av bakkastokki á Tvøroyri - við fólkasangi, frásøgn og forvitnisligum føroyskum mati.

- Vit hava sett trivnaðin í hásæti og miðað verður millum annað fram ímóti at hava gevandi mentanartiltøk við jøvnum millumbilum. Í 2016 var høvi at hoyra um undangongumenninar, Thomas F. Thomsen og Rasmus Effersøe.

 

Tvøroyrar kommuna vísir á, at leygarkvøldið 4. februar fer enn eitt forkunnugt tiltak av bakkastokki á Tvøroyri, og havandi árstíðina í huga hava tey valt at kalla tiltakið fyri “Vetrarkvøld”. Skráin er fjølbroytt, og á Tvøroyri eru tey spent eftir at fara í gongd.

 

- “Føroyskt” er reyði tráðurin á tiltakinum, og kvøldið byrjar klokkan 19. Vit hava fingið navnframa, Hanus G. Johansen at koma suður at syngja nøkur løg fyri okkum. Hanus er vorðin fólkaogn, og er hann kendur fyri sínar framúrskarandi tulkingar av yrkingunum hjá hargaskaldinum, Pól F. Joensen.

 

Lagt verður aftrat, at Dánjal Norðberg úr Hvalba var fyri stuttum “við Tórði á túr”. Dánjal minnist ótrúliga væl hóast 91 ára gamal.

 

- Hann fer at fortelja okkum um tíðina, tá hann stóð í skræddaralæru á Tvøroyri. Eisini fer hann at fortelja um enska flogfarið, ið datt niður á sinni í Suðuroynni. Dánjal var ein av teimum fyrstu á staðnum. Dánjal er framúr áhugaverdur at lurta eftir, og gleða vit okkum til at hoyra hann greiða frá.

Á Tvøroyri siga vísa tey á, at um fólk leita sær á loftið í Pakkhús 4, ber til at heilsa uppá Pólu og Armgarð, ið sita og veva.

 

- Heilir tveir bindiklubbar verða eisini til staðar, so lítið er at ivast í, at okkurt gott prát verður. Sigrun Albinus, ið eigur og rekur Gestabúðina, verður eisini á staðnum og sýnir fram ymiskt handaligt.

 

Lagt verður aftrat, at eitt tað mest forvitsnisliga við kvøldinum er maturin, tí hann er av sonnum ikki heilt vanligur til tílík tiltøk.

 

Á Tvøroyri hava tey gjørt sítt besta fyri at savna saman so nógvan og ymiskan føroyskan mat sum gjørligt.

 

- So, her verður eitt nú kalvi, speril, turt tvøst, spik, lippur, svartkjaftur, lodna, skerpikjøt, hara, krabbi, ræstur fiskur, garnatálg og mangt, mangt annað verður at fáa. Afturvið hava vit fingið nakrar smakkroyndir frá Dism, ið stendur fyri framleiðsluni av eitt nú “Havið” og “Lívsins Vatn”, siga tey á Tvøroyri.