vit aftur til 1994 fyri at finna síðsta landsdystin, tá tvey mál fóru ígjøgnum hjá Spania. Bara tveir eru eftir Søgan hjá føroyingum í altjóða fótbólti er ikki serliga gomul. Hon røkkur aftur til 12. septembur [...] kanska ikki so undarligt. Tí tað er ein sannroynd, at tað eru bara seks mál skoraði ímóti Zubizareta í hesari HM undankappingina, og av teimum hava føroyingar skorað helmingin. Tað er heldur ikki á hvørjum [...] ellivu í Spania, um hann ikki var leikbannaður, og tað er rætt, at Jens Erik Rasmussen, Jan Allan Müller og Magni Jarnskor vóru tætt at liðnum, sum vann í Landskrona. Men tað skerst ikki burtur, at nú eru tað
vísti hann teimum forsíðuna og umsetti, at har stóð ?hvussu nógv fara vit at vinna?. ? Hetta vilja vit ikki finna okkum í, segði venjarin, og tað var týðuligt, at hetta setti eld í spælararnar. Væl skipað Allan [...] spæla ímóti Kekkia, og tað var út frá, hvussu teir spældu tá, at eg legði uppstillingina hjá okkum til rættis, segði venjarin, sum hevði gjørt rættiliga stórar broytingar. Hann var noyddur at seta nýtt [...] liðið er meiri samanspælt, og allir eru við uppá at fremja eitt gott avrik, so eru fyritreytirnar til staðar fyri slíkum avrikum, sum vit hava sæð í dag, segði Allan Simonsen.
lokið stríð duldi hann ikki fyri, at nervarnir høvdu verið uppá spæl frammanundan, og at hann hevði stúrt fyri einum orduligum skrædli: ? Eg var fullur í nervum, og eg tori ikki at siga, hvat fyri úrslitið [...] vit noyddir til, tá mótstøðan er av hasum slagnum. Eg haldi, at vit góvu okkum allir fullkomuliga, og skal eg siga tað sjálvur, so haldi eg, at vit vóru frágera væl skipaðir. Teir høvdu ikki nógvar upplagdar [...] upplagdar møguleikar, og at teir ikki fingu hornaspark í 2. hálvleiki fyrrenn tað restaði eitt korter, sigur nakað um, at vit vóru við til at mynda spælið. Jan Dam heldur, at Jens Kristian Hansen so avgjørt
so heilfluktaði hann við høgra beininum, sum hann annars ikki brúkar serliga nógv at skjóta við. ? Tað var ein frágera góð kensla. Eg siktaði ikki nakað serligt, men eg royndi bara ímóti málinum, og so var [...] havi verið við til sum fótbóltsspælari, og hetta var ein góður endi uppá kappingarárið. Vit í B36 vunnu FM, og nú manglar bara løgmanssteypið, men tað fara vit eftir komandi ár! Tað eru ikki mangir lands [...] Kristian Hansen, sum annars hevði ein meiri verjukendan leiklut, enn hann plagar at hava. Upptaktin til málið var eitt fríspark, sum Jan Allan Müller tiltuskaði sær mitt á sponsku hálvuni stutt fyri hálvleik
brotsteigin ikki so vandamiklir, sum roknast kundi við, at stjørnur úr Real Madrid og Barcelona eiga at vera. Sannførandi liðavrik At spaniumenn ikki megnaðu at seta seg á spæl og umseta til mál, tænti [...] so væl alla tíðina var ikki minst merkisvert av, at fram ímóti dystarenda restaðu ikki færri enn fimm av føstu manningini. Allan Mørkøre, Henning Jarnskor og Todi Jónsson vóru ikki við, tíðliga í 2. hálvleiki [...] Knudsen fekk rætt, tá hann í leygardagsblaðnum spáddi, at tað fór ikki at verða skrædl. Royndirnar fóru at koma føroyingunum í kókandi ketlinum til góða, og veteranmálverjin vísti seg at hava grein í sínum máli
halda ikki at ásetta tíðarfreistin skal roknast frá tí at dysturin er spældur, um mistak er gjørt og felagið ikki veit av tí, sigur Páll Nielsen við Ítróttarsosialin. ? TB fekk ikki kunnleika til mistakið [...] sum hann av órøttum hevði fingið. Kappingarnevndin vildi ikki broyta dómaraseðilin, tí teir søgdu, at tíðarfreistin var farin. TB kærdi avgerðina til dómsnevndina hjá FSF, og hon gav fríggjdagin TB viðhald [...] Fyrri uppflytingardysturin til 1. deild FS Vágar-TB 1-3 (1-2) 0-1: Alexander Radosavljevic 0-2: Eyðun »Gullok« Svalbard 1-2: Bjarni Prior 1-3: Alexander Radosavljevic Fríggjadagin vann TB kæruna um leikbannið
einki at siga, og ikki fyrr enn móti endanum av dystinum fingu teir góðan kjans, tá NSÍ-málverjin fór fram til horna. Búgvi Jacobsen skoraði til 5-0 í 58. minutti, og Martin Venned skoraði til 6-0 við langskoti [...] Meinhard Jacobsen til 2-0, tá hann setti innlegg í kassan. Harry Knudsen gjørdi tað til 3-0 fýra minuttir fyri hálvleik, tá NSÍ?arnir tóku skjótt innkast, og beint fyri hálvleiki økti hann til 4-0, tá hann [...] fluttu teir upp í næstbestu deildina. NSÍ vann heili 7-0 á FS Vágum, og tað var samanlagt nóg mikið til at vinna kappingina um plássið í 2. deild. FS Vágar var næstniðast í 2. deild meðan NSÍ var næstfremst
góðir, so haldi eg ikki, at teir fluttu seg so ógvuliga nógv. ? Tað vóru fyri tað mesta teir somu spælararnir, sum vóru í síðuni hjá okkum, og tað gagnaði okkum í síðsta enda, at teir ikki noyddu okkum at [...] aftanfyri hinar í venjing. Tíbetur hevur tað ikki verið soleiðis í ár. Vart tú bangin, tá tú fórt á vøllin leygarkvøldið? ? Eg hevði nógvar nervar, men tað bilaði ikki, tá vit fóru at spæla. Tað var ógvuliga [...] verða ímillum teir fyrstu ellivu, sum venjarin fór at senda í leyvunnar gap leygarkvøldið, men tað var ikki fyrrenn á fundinum, sum Allan Simonsen helt saman við spælarunum tríggjar tímar fyri dystarbyrjan
hevði nóg mikið av sjálvsáliti til at halda uppá bóltin og til at bjóða seg til í samanspælinum. Var akkurát ov seinur at takla heilt afturi í høgra borði, tá innleggið til síðsta spanska málið varð sent [...] Arbeiddi nógv og kendi sínar verjuuppgávur. Stríddi seg til fyrsta hornasparkið í dystinum og til frísparkið, sum bar føroyska málið við sær. Hevur ikki skjótleikan, sum hevði komið væl við í kontraspælinum [...] Øssur Hansen 26/28/1. Var ikki so eyðsýndur fyrstu løtuna, sum hann ofta hevur verið, men spældi seg væl upp. Mótstøðumenninir komu ógvuliga sjáldan ígjøgnum í hansara síðu. Var ikki so álopssinnaður, sum
sær fyribils av venjingini. VB hevur leitað eftir venjara, men ta hevur ikki eydnast at finna nakran, og tí hevur Bogi tí traðka til. Tað er trupult at finna venjara her í Suðuroynni, og eingin vil flyta [...] venjari hjá 1. deildarliðnum, har hon sjálv hevur ein av stuðulsspælarunum í fleiri ár. Ætlanin var ikki at Sigrun skuldi spæla í fjør, men fram móti endanum av kappingini var hon við fleiri dystir. Sigrun [...] skal Johan Danielsen taka sær av kvinnuliðnum. Í fjør stóð Palli Joensen fyri liðnum, men hann heldur ikki fram. Fyireikað seg væl Kyndil hevði eitt gott kappingarár í fjør. Liðið var í steypafinaluni og var