Fyrri uppflytingardysturin til 1. deild
FS Vágar-TB 1-3 (1-2)
0-1: Alexander Radosavljevic
0-2: Eyðun »Gullok« Svalbard
1-2: Bjarni Prior
1-3: Alexander Radosavljevic
Fríggjadagin vann TB kæruna um leikbannið hjá Eyðuni »Gullok« Svalbard, og leygardagin vunnu teir fyrra uppflytingardystin móti FS Vágum.
Tvørámenn vóru í góðum lag leygarkvøldið, og alt prát um boykott og klandur var lagt á hillina. Tvørámenn fegnaðust um, at teir tóku eitt stór stig nærri 1. deildarfótbólti aftur.
Í blaðnum leygardagin greiddu vit frá málinum um leikbannið hjá Eyðun »Gullok« Svalbard, sum hann av órøttum hevði fingið. Kappingarnevndin vildi ikki broyta dómaraseðilin, tí teir søgdu, at tíðarfreistin var farin.
TB kærdi avgerðina til dómsnevndina hjá FSF, og hon gav fríggjdagin TB viðhald, og broytti dómaraseðilin soleiðis, at Eyðun »Gullok« Svalbard kundi spæla móti FS Vágum.
TB hevði tá hótt við at boykotta dystin móti FS Vágum, um »Gullok« ikki fekk loyvi at spæla.
Gjørdu undantak
frá tíðarfreistini
Páll Nielsen, advokatur í Havn, er formaður í dómsnevndini, og hann og hinir nevndarlimirnir gjørdu skjótt av tá teir fingu kæruna frá TB.
? Vit halda ikki at ásetta tíðarfreistin skal roknast frá tí at dysturin er spældur, um mistak er gjørt og felagið ikki veit av tí, sigur Páll Nielsen við Ítróttarsosialin.
? TB fekk ikki kunnleika til mistakið fyrr enn fyrst í hesi vikuni og gjørdi beinanvegin vart við seg. Dómarin hevur váttað at mistak varð gjørt, og tí hava vit givið TB?aranum loyvi at spæla.
Er tað ikki ábyrgdin hjá felagnum at kanna eftir um alt er í lagi við dómaraseðlinum og gera vart við seg áðrenn tíðarfreistin er úti?
? Dómsnevndin vil gera vart við, at í øllum vanligum førðum er ásetta tíðarfreistin galdandi, men í hesum ítøkiliga málinum hava vit, út frá teimum upplýsingum, sum fyriliggjað í málinum, avgjørt, at broyta dómaraseðilin hóast farið er út um tíðarfreistina.
TB vann
Á vøllinum gekk TB minst líka væl, og teir komu úr Vágunum við einum góðum 3-1 sigri, sum er gott grundarlag undan heimadystinum sunnudagin.
Eyðun »Gullok« Svalbard, sum alt stríðið stóð seg um, gjørdi eitt av málunum hjá TB. Tað var tá hann í 20. minutti legði TB fram um 2-0. »Gullok« hevur rættiliga havt vind í seglunum seinastu tíðina, og hevur gjørt nógv mál fyri sítt felag.
Jugoslavin Alexander Radosavljevic legði TB fram um longu tá 8 minuttir vóru farnir. Bjarni Prior gav FS Vágar vónina aftur, tá hann minkaði til 2-1 fýra minuttir fyri leiklok.
Bæði liðini høvdu kjansir at gera mál. Vágamenn trýstu í seinna hálvleiki fyri at javna, men tað gav eisini hol í verjupartinum.
Hóast vágamenn fleiri ferðir komu nær við, og Magni Hentze í TB-málinum mátti spæla upp til sítt besta, fekk TB einasta málið, sum kom afturat.
Tað var aftur jugoslavin Alexander Radosavljevic sum skoraði, eftir at TB hevði havt ein móti ein kjansir og hevði rakt stongina.
Vágamenn royndu tað, teir vóru mentir, fyri at koma við í dystin aftur, men TB-verjan helt tætt.
Úrslitið kom illa við hjá FS Vágum, sum hevði sett nøsina upp eftir einum sigri, meðan TB nú hevur annað beinið í 1. deild. Klára teir í seinna dystinum, sum verður á Tvøroyri sunnudagin, at vinna samanlagt, verða teir triðja Suðuroyarliðið í 1. deild, meðan fremsta deildini hevur mist Sandoynna og Vágoynna.