upptøkutól og teldur fáa frið, tí hesin dagur er ikki okkara. Hetta er fólksins dagur burturav. Hetta er dagurin, tá fólkið fær orðið, og tí er ein valdagur ein hátíðardagur í okkara demokratisku skipan. Men [...] tøla av nøkrum, sum í løtuni rørist í luftini, men taka avgerðina um valið við kjølfesti í okkara virðing fyri okkara medmenniskjum og í virðing fyri tí samfelag, vit øll skulu liva í. Politikkur er koma [...] samstundis er valdagurin eisini ein ábyrgdardagur. Tí júst henda dag tekur veljarin nakrar avgerðir, sum kunnu fáa avleiðingar fyri okkum øll. Og tí er tað so umráðandi, at vit brúka henda okkara rætt
fara helst at ganga nógv ár, til nakar aftur fer í holt við eina slíka rás, um hendan gevst. Vit hava í tvey ár lagt sera nógv arbeiði í Rás 2. Hvør dagur er eitt tógvið stríð. Tað er altíð lættari at bróta [...] aftur, "Harraboð!" Ein ósek fyritøka ber seg ikki soleiðis at. Tað var ein stórur sigur fyri demokratiið, at fútin ikki lat seg misbrúka av Koda. Eg havi loyvt mær á fundi tann 10. november í Felagnum Føroyskum [...] frama fyri allar partar. Hevði tú sett teg inn í málið, ivist eg ikki í, at sjálvt tú hevði tikið undir við míni áskoðan, og tú ert vælkomin at seta teg í samband við meg um hesi viðurskifti.
valdag, er ein vakur, sólskynsríkur, men nakað kaldur dagur í Jútlandi. Eg eri á veg út í Århus forstaðin Skødstrup, har eitt av teimum »føroyingaríku« kollegiunum í jútska lestrarbýnum liggur. Ein av lan [...] krossarnir setast. ? Eg hevði ikki viljað havt valrætt til fólkatingsvalið í Føroyum, um hetta stóð mær í boði, tí í løtuni eri eg í størri mun partur av danska samfelagnum enn tí føroyska. Tá valhølini lata [...] ikki bara í føroyskum hjartamálum, men eisini í stórum donskum málum. Men sjálvandi skal máti vera við. Føroyamálið er ikki avgerandi Nú vit nærkast valhølunum er tað meira ein rutina enn ein avgerð, sum
vatn. Hetta segði Karl Heri Joensen, formaður í Teknisku nevnd hjá Klaksvíkar kommunu, í røðu síni, tá nýggja reinsiverkið í Klaksvík varð tikið í nýtslu fyrr í vikuni. Reinsiverkið er Niðan Horn, har kommunan [...] Higartil hava virkini í Klaksvík og eystari armur fingið sóttreinsað vatn frá goymsluni í Ánagjógv, men nú fær restin av býnum eisini sóttreinsað vatn. ? Tað er sera umráðandi at hava í huga, at vatn kostar [...] vatn skal eisini latast til fólk á Norðoyrum og í Árnafirði. ? Ein samlað útbygging av kommunalum reinsiverkum kemur helst at kostar einar 30 milliónir krónur samanlagt. Harafturat er eisini neyðugt við
nýggjur stjóri. Dagur og Vika er broytt og er oftari at síggja og føroyskt undirhald er á skránni, eins og ymsar ? góðar - røðir. Tó eru tað tey, meti eg, sum eru samd við mær í, at saknur er í flottu sendingini [...] nógvir at fylgja við í valstríðnum, hóast hetta var stutt. Sjálv kapprenningin, kjakfundirnir, millum valevnini, vóru kanska so sum so. Og onkutíð kundi ein ivast, um nakað høpi var í og hvør stýrdi hvørjum [...] vrakaðu sitandi leiðslu og Poul Nyrup, eins og grønlendingar gingu nýggjar leiðir. Exit poll gjørdist til Exit Poul. Oyruni fáa frið So andaði alt aftur í friði. Og ger tað í hvussu er, til nýggja stjórnin ger
Fyrst í nítiárunum, tá ið samfelagskreppan legði sína køldu hond yvir føroyska samfelagið, vóru flakavirkini í Sandoynni millum tey mongu, sum bukkaðu undir. Men í dag er vent í holuni. Fyri fýra árum [...] virkjunum á Sandi og í Skopun. Tá ið fólk tjena pengar, kemur meira í kommunukassarnar, og meira verður keypt. Tað lítla bygdasamfelagið fer aftur at blóma. Og soleiðis hevur verið í Sandoynni seinastu árini [...] Seafood á Sandi og í Skopun, hava úr at gera, og soleiðis hevur verið alt hetta árið. Samlaðu ráfiskanøgdirnar í ár eru eisini munandi størri enn seinasta ár. ÁSandi arbeiða tey saltfisk, og í Skopun verður
tí skulu ganga í skúla í eitt ár. Tann flokkurin byrjaði í september og verður liðugur næsta heyst. Næsta flokkur av heimahjálpum, sum skulu skúlast, byrjar í apríl og so byrjar aftur ein í oktober. Ætlanin [...] sonnum ein søguligur dagur í føroyskari skúlasøgu og føroyskari heilsurøktarsøgu, tí hetta eru teir fyrstu heilsuhjálpararnir, sum fáa útbúgving í Føroyum. Teir 20 næmingarnir fóru undir útbúgvingina í mai [...] gjørligt. ? So tað er onki at ivast í, at hetta prógvið er fult á hædd við støðið í hinum Norðurlondunum, sigur skúlaleiðarin á Tvøroyri. Hátíðarhald í gjár Á miðdegi í gjár var móttøka og hátíðarhald á
Stoke Newington, í útnyrðingspartinum av Eysturlondon, stóð í 19. øld ein kostskúli, sum æt Manor House School. Árini 1817-20 gekk ein drongur úr Richmond ? Edgar Allan Poe æt hann ? í hesum skúla. Frá [...] umhvørvið í Hackney Um vit nú seta kós frá Bethnal Green í ein beinan norðan, koma vit, tá vit hava gingið ein slakan tíma, til býarpartin Hackney. Frá aldarskiftinum fyrra og frameftir, tá nógvir jødar í Ey [...] búsettust í Thistlewaite Road 19, í einum húsum í trimum hæddum, úr reyðum múrsteini. Í hesum húsum, ikki langt frá ánni Lea og tí ferðslumiklu Lower Clapton Road, vaks sonur teirra Harold Pinter upp. Ein tann
síðstu settini við húð og hár. Í fyrsta setti spældu bæði liðini sera væl, og hetta bleiv eisini tað javnasta settið í dystinum. Heili 29-27 endaði hetta settið, sum ÍF vann. Í næsta setti høvdu vertirnir [...] og suðuroyarliðið vann tvey tey næstu settini so trygt sum 25-10 og 25-9, og so bleiv tað í síðsta enda ein rættiliga tryggur sigur hóast alt. Við hesum vann TB móti liðnum, sum var nummar tvey, og sigurin [...] Fýra sett skuldu til fyri at finna vinnaran av dystinum millum ÍF og TB leygardagin. Og hetta bleiv ein rættiliga løgin dystur, tí tvey tey fyrstu settini vóru púra øðrvísi enn tvey tey síðstu. Fyri at siga
Fiskavirking á Toftum hevði 180 milj. krónur í umsetningi í fjør, og málið í ár var 200 milj. krónur. Hóast vit høvdu verkfall í 3 vikur í vár, og útbyggingar eru framdar í summar, var umsetningurin herfyri fyri [...] Súni í Hjøllum. Hann vísir á, at tann næsti bygningurin, sum kom á havnalagnum, var Valhalla, sum P/F Regn eigur í dag. Konstruktiónin kom upp longu í 1994, men húsið var ikki gjørt liðugt fyrr enn í 1998 [...] fastløntu, sum arbeiða í Havn og í Eysturoynni. Fleiri skip heima- hoyrandi í bygdini Fýra línubátar eru heimahoyrandi á Toftum. Hesir eru Stapin, Mascot, Jógvan Norði og Eysturoyingur. Ein nótabátur, Havørnin