SKALDIÐ ÚR THISTLEWAITE ROAD

Eingilski sjónleikahøvundurin Harold Pinter avsegði tað mál, sum politikarar og statsmenn høvdu misbrúkt og spilt. Úr toftunum reis eitt mál, sum var kent og kortini nýtt, gerandisorð gird við gyltum ljóma

 

Í fororðinum til bók sína London: A Biography skrivar enski rithøvundurin Peter Ackroyd, at London ikki er ein býur sum eitt nú Berlin ella París, men heldur eitt stórt kaos, ein samanstúgvan av húsum, gøtum og býlingum so óskipað, so villingarsom og fyrst og fremst so veldug, at einki menniskja, um tað so brúkar alt sítt lív til tað, nakrantíð grynnir í henni.

 

Ei undur í, at ferðafólk sum heild hava lyndi til at halda seg til tað kenda og tamda, tey vanligu ferðamálini, The National Gallery, Westminster Abbey, Santa Páls kirkjuna osfr. Fyri tí sanna býarstrokinum verður alt hetta kortini, sum frá líður, eitt sindur leiðiligt. Tann dagur kemur, tá ið tú hevur válað nóg ofta í Hyde Park og gløtt teg móðan av stakkalastásinum í Petticoat Lane.

 

Ert tú komin til hetta stigið í metropolitanskari menning, kanst tú fara við smogutokinum eftir Central Line í ein beinan eystan til Bethnal Green. Komin upp í ljósið stendur tú við eitt vegamót í Eysturlondon, vestanfyri sæst Bethnal Green Road, eystanfyri Roman Road, og norðureftir gongur Cambridge Heath Road.

 

Vesaldómsins fagurfrøði

 

Um tú nú leggur leiðina frá Bethnal Green smogustøð og norðureftir, verður tú spakuliga førdur inn í ein endaleysan hurlivasa av gøtum, skotum, illa farnum bygningum, óskotligum lastbilum. Tú gongur fram við kroysum, sum leka í eyri og seyri, spøkilsisslottum um at smokka saman, sum húsið Usher hjá Poe, ruskplássum, oydnum gørðum avtaktum við ókrúti.

 

Henda býarins oyðimørk kann tykjast troystasleys, men hon hevur í grundini sín egna bæði dapra og bergtakandi poesi. Bilkirkjugarðar koma til sjóndar, sum døkkar og órøktar ímyndir av stórbýarins fremmandaskapi, viaduktir daga brádliga móti himli, skeivar og klombrutar, goysandi burtur úr sær ein floym av tvíhæddaðum bussum, tú gongur teg óvæntað fram á burturgloymdar kanalir, móran kemur undan í støðum, kranar og kroysur speglast í vatnskorpuni.

 

Hetta er vesaldómsins og hurlivasans estetikk. Sálin yngist, vallarin hevur funnið sítt Mekka. Eingin veit, hvar hann er, hann sleppur ótarnaður at drukna seg í býarins ótrivaliga terra incognita.

 

Jack London og Edgar Poe

 

List, bókmentir og søga verða vanliga sett í samband við tað ríka, glæsiliga Vesturlondon. Áðurnevndi Peter Ackroyd hevur í sínum ævisøguligu verkum eitt nú viðgjørt Thomas More, William Blake og T.S. Eliot, sum allir, í ávikavist 16., 18. og 20. øld, vóru partar av vesturbýarins gøtumynd.

 

Men tú finnur eisini bókmentaligan vitnisburð í tí vanrøkta eysturbýnum. Tá ið Jack London kom til høvuðsstaðin á vetri 1902-03, fekk hann fatur á einum hýruvogni. »Koyr til East End«, segði hann. »Hvagar?«, spurdi bilstjórin. »Til East End, onkustaðni. Koyr bara«, svaraði høvundurin. Jack London fekk innivist í Flower and Dean Street, sum ikki er til meira. Hann var skelkaður av tí neyð og tí skitti, fólk tá livdu í í Eysturlondon. Um hetta skrivaði hann bókina The People of the Abyss.

 

Í býarpartinum Stoke Newington, í útnyrðingspartinum av Eysturlondon, stóð í 19. øld ein kostskúli, sum æt Manor House School. Árini 1817-20 gekk ein drongur úr Richmond ? Edgar Allan Poe æt hann ? í hesum skúla. Frá hesum tíðarskeiði fekk Poe tilfar til stuttsøguna William Wilson, ein av sínum bestu tekstum, myndina av tvímenninum, sum Stevenson hevði lisið og var ávirkaður av, tá hann skrivaði Dr. Jekyll and Mr. Hyde. Bæði skúlin sjálvur og skúlastjórin ? sum æt John Bransby ? koma fyri í søguni, í gotiskt umbroyttum líki.

 

Poe er eins og T.S. Eliot dømi um tann bygdasliga amerikanaran, sum tá hann kemur til Onglands verður til heimsborgara, og sum seinni fær europeiska ávirkan.

 

Tað jødiska umhvørvið í Hackney

 

Um vit nú seta kós frá Bethnal Green í ein beinan norðan, koma vit, tá vit hava gingið ein slakan tíma, til býarpartin Hackney. Frá aldarskiftinum fyrra og frameftir, tá nógvir jødar í Eystureuropa tóku til rýmingar, fluttu mangir teirra til Eysturlondon. Í 1930 búðu einir 40.000 jødar í teimum norðurlondonsku býarpørtunum Hackney, Islington og Stoke Newington.

 

Ein teirra var damuskraddarin Jack Pinter, sum í 1926 giftist við Frances Moskowitz. Tey búsettust í Thistlewaite Road 19, í einum húsum í trimum hæddum, úr reyðum múrsteini. Í hesum húsum, ikki langt frá ánni Lea og tí ferðslumiklu Lower Clapton Road, vaks sonur teirra Harold Pinter upp.

 

Ein tann mætasti enski sjónleikahøvundin í 20. øld er runnin úr einum bæði lívligum og fjølmentum jødiskum umhvørvi, har áhugin fyri list og fyri handilsskapi kappaðust um at hava yvirvágina. Forfedrarnir komu úr Póllandi og úr Odessa í Ukraina. Við sær í andaligum viðføri høvdu teir kærleika til mentan, minnið um líðing, ið ivaleyst var orsakað av antisemitiskari jagstran, og eitt óvanligt seiggi.

 

Tað er ikki óvanligt, at børn við hugflogi skapa sær ósjónlig vinfólk, sum tey spæla við. Harold Pinter, sum var einabarn, hevði ein hóp av ímyndaðum vinmonnum, sum hann prátaði við í garðinum aftan fyri húsini. Hetta vóru, kann ein kanska siga, hansara fyrstu sjónleikir.

 

Kafka og Beckett

 

Hóast Hackney var og er uttan fyri »lóg og rætt«, vóru í býlinginum tveir stovnar, har ein forvitin og skapandi óviti kundi sløkkja nakað av sínum tosta. Annar var bókasavnið, Hackney Public Library. Í hesum »lívsins brunni«, sum Pinter rópti tað, fann hann av sínum eintingum fram á høvundar sum Dostojevskij, Rimbaud, Lawrence og Hemingway.

 

Árini 1944-48 gekk Harold Pinter á studentaskúla, Hackney Grammar School. Hann var so heppin at fáa ein lærara í enskum ? Joe Brearley ? sum hevði ein brennandi tokka til skaldskap og sjónleik og dugdi at kveikja nakað av tí somu gleðini í sínum næmingum. Joe Brearly var ikki bara lærari, men eisini vinur og ráðgevari. Lærari og næmingur fingu sær til vana at ganga langar túrar gjøgnum Hackney, meðan teir deklameraðu ørindir eftir John Webster, samtíðarmannin hjá Shakespeare, út í vindin ella eftir sporvognum, sum koyrdu framvið. Pinter las um hetta mundið, umframt Dostojevskij, serliga Joyce, Kafka og Beckett.

 

Eftir at hava tikið studentsprógv arbeiddi Pinter í nøkur ár sum sjónleikari. Hann hevði hesa tíðina m.a. leiklutin sum Jago í Othello. Harold Pinter, sum ber orð fyri at vera ein góður, viðhvørt næstan óhugnaliga góður leikari, hevur seinni av og á spælt sjónleik og m.a. havt rollur í sínum egnu leikum.

 

Útlegd og kongsríki

 

Tann fyrsti stóri sjónleikurin eftir Harold Pinter ? The Birthday Party (Føðingardagsveitslan), 1958 ? ber vitnisburð um djúprendan kafkalesnað. Leikurin tykist samstundis at spegla aftur tann menniskjaniðrandi andan, sum tær totaliteru rørslurnar í 20. øld ? nazisman og stalinisman ? høvdu við sær.

 

The Birthday Party er m.a. ein sera politiskur leikur. Hann peikar sostatt fram ímóti eini snaring tann politiska vegin í ritverkinum og tí hugmyndafrøðiligu menningini hjá Pinter, sum ikki kom undan aftur av álvara fyrr enn í áttatiárunum.

 

The Caretaker (Húsavørðurin) varð frumsýndur í London í 1960. Leikurin fer fram í einum vesalum og skitnum kamari í Eysturlondon. Teir leikandi eru tríggir ? Davies og so brøðurnir Mick og Aston. Søgugongdin er í stuttum, at Davies ? ein gamal maður, eitt gøtustrok, sum ongan góðan tykist at hava ? fær innivist í íbúðini hjá Mick og Aston og fær starv sum »húsavørður« har. Aston er bleythjartaður og samstundis mest at kalla ein drumbur, Mick er gløggur og hóttandi. Hvussu megnar Davies at skáksigla ímillum hesar báðar? Tað er spurningurin, leikurin setir.

 

Húsavørðurin tykist fyrst og fremst at snúgva seg um vald, um at duga at fóta sær, leggja undir seg eitt umráði, um taktikk og strategi. Harold Pinter dugir sum fáur at endurgeva eina samrøðu, har tað ikki ræður um spurning og svar, men um at skáka sær undan, ikki avdúka seg, ella, hinumegin, um at skapa ótrygd, vinna sigrar. Menniskjanslig samrøða er ikki dialogur, men sálarlig styrkiroynd.

 

Eyðkent fyri Húsavørðin er, at leikurin tykist at vera út í odd og egg realistiskur, umhvørvið tykist lýst við næstan fotografiskum innliti, samrøðan tykist sannførandi. Men høvundurin megnar samstundis at samantvinna hárhvassa realismu við meira enn ein farra av allegori. Mick, Aston og Davies eru neyvt lýstir veruligir persónar, men umboða samstundis okkurt annað, ein symbolskan veruleika, sum kann fatast ? og hevur verið fataður - á ymsan hátt. Onkur kritikari hevur tikið teir sum umboð fyri tríeindina.

 

Tá ið eg sá Húsavørðin framførdan í London í 1976, kom eg at hugsa um søgusavnið Útlegd og kongsríki eftir Albert Camus. Davies er flakkarin, tann útlagna mannasálin, tann ævigi Ahasverus, sum eitt bil fær innivist í himmiríki. Men hann telvar skeivt, er sjónliga dyggari sum taktikari enn sum strategur. Tað verður hansara lagna.

 

Kvinnan

 

Um hetta mundið var almenningurin í Onglandi farin at venja seg við, at ein sjónleikur eftir Harold Pinter ongantíð var mjúkur kostur. Orðið pinteresque ? við týdninginum: hóttandi, drálandi og samstundis hættisligt ? smeyg sær inn í mentaða skriving og er nú eisini komið í orðabókina.

 

Tá ið leikurin The Homecoming (Heimkoman) varð frumsýndur í 1965, eydnaðist tað kortini Pinter at loypa hvøkk á eisini tey meira harðkókaðu.

 

Heimkoman er einaferð enn ein leikur um vald, um samrøðu sum sálarfrøðiliga krígsførslu. Men Pinter førir nú eina nýggja skepnu inn í spælið um valdið: kynslívið, girndina, kvinnuna. Í einum gomlum húsum í Norðurlondon býr slaktarin Max saman við tveimum ógiftum synum ? Lenny, sum er alfonsur, og Joey, sum fæst við at boksa. Í leikinum hitta vit eisini Sam, sum er beiggi Max og hýruvognsførari. Tann triði sonurin Teddy, sum hevur búð í Amerika í seks ár og er professari í heimspeki, kemur óvæntað at vitja saman við konu síni Ruth. Eins og Davies í Húsavørðinum er Ruth aksilin í leikinum, hon sum við sínum øsandi vakurleika fær hjólini í gongd, og sum samstundis skal skáksigla ímillum fýra menn, sum allir, hvør á sín hátt og hvør út frá sínum fortreytum, telva um hana.

 

Leikurin, sum hevur ein óvæntaðan og órógvandi útgang, vakti hvøkk og øsing, tá hann kom fram, og tað hevur meira enn so hent seg, at fólk eru rýmd í øði, áðrenn leikurin var liðugur. Heimkoman tykist nevniliga at loypa á ein stovn, sum serliga politikarar altíð taka fram sum tað halgasta av øllum: heimið, familjuna. Onkur kritikari hevur nevnt, at leikurin vísir okkum menniskju sum dýr. Men, leggur hann aftrat, hvat eru menniskju annað enn dýr, væl at merkja dýr, sum hugsa og tosa? Hetta er rætt sæð og beinrakið. Ein hevur hug at leggja aftrat, at tey grimastu dýrini í heiminum í dag helst eru politikarar og statsmenn.

 

Heimkoman vísir okkum eina ferð enn Harold Pinter sum eitt skald sveimandi á røðini millum veruleika og allegori, fotografiska og surrealistiska ímyndan. Tekur ein leikin sum veruleika, støkkur hann lutvís sundur, og serliga persónurin Ruth kenst tá ikki sannførandi. Sæddur í allegoriskum ljósi verður leikurin heilskapaður, og persónurin Ruth ? kvinnan, sum fer frá manni og børnum og verður valdsmiðdepil, ein Grógv (sb. Nornagest eftir Johs.V. Jensen) í einum samfelag av ráum, blótandi og ónæriligum monnum ? kann tá fatast sum íholdan, gróðrarímynd, persóngerð av mannligum dreymum, enntá umboð fyri kvinnufrígering.

 

Politikkur

 

Harold Pinter var upprunaliga giftur við sjónleikarakvinnuni Vivien Merchant, sum hann eigur ein son við. Hjúnalagið helt ikki, og Pinter giftist í 1980 uppaftur við Antoniu Fraser. Tann seinna konan hjá Pinter er søgufrøðingur og hevur latið úr hondum ein hóp av søguligum og ævisøguligum dygdarverkum, eitt nú bøkur um Mariu Stuart og Cromwell. Í 1996 kom The Gunpowder Plot, verkið um Guy Fawkes og hansara menn, katolikkarnar, sum ætlaðu at spreingja Parlamentshúsini í luftina í 1605. Seinasta verkið hjá Antoniu Fraser kom í ár og er ein bók um Marie Antoinette.

 

Hjúnalagið við Antoniu Fraser hevði m.a. við sær, at Harold Pinter bleiv meira medvitin politiskt. Hann fór, við síni kláru og hvøssu rødd, at leggja uppí tað politiska orðaskiftið, mótmæla yvirgangi og píning bæði eystan- og vestanfyri. Tann vesturlendska samvitskan er sum heild ógvuliga selektiv, og tað verður ikki hildið at vera sømiligt at tala at órætti og yvirgangi, uttan so at teir seku er t.d. heidnir ella muslimar.

 

Harold Pinter hevur íðiliga brotið hesa mannagongd og eitt nú talað at, tá lond sum USA ella Ísrael hava framt yvirgang. Tey seinastu mongu árini hevur hann skrivað leikir, sum bera sjónligan dám av politiskari støðutakan, eitt nú One for the Road og Mountain Language, sum viðger turkiska ágangin móti kurdum.

 

Orðið sum emblem

 

Sum skald og leikritahøvundur er Harold Pinter helst fyrst og fremst málmeistarin fram um onnur. Hansara dialogur tykist at spegla aftur veruliga samrøðu, men er samstundis list, dramatiskur skaldskapur av óvanliga musikalskum slag. Henda málkenslan rínur eisini við mangar av teimum filmum, har Pinter ber kannuna av leikritinum ? eitt nú The Servant, The Go-Between og The French Lieutenant´s Woman.

 

Hvussu medvitin Pinter er sum málsligur brúkari, sæst av tí røðu, hann helt á lærda háskúlanum í Sofia í Bulgaria, tá hann í 1995 fekk doktaraheiti har. Harold Pinter segði m.a.:

 

 

 

Í tí heimi, vit liva í, verða orð ofta brúkt líka so nógv til at reingja, lumpa og villeiða sum til at bera fram veruliga ella sanna merking. Ein stórur partur av okkara máli er tí í síni grund spiltur. Málið er gjørt til eitt mál av lygnum. Hesar lygnir kunnu røkka so víða og so djúpt og fáa so stórt vald, at sjálvt lygnarin heldur seg siga sannleikan.

 

 

 

Henda røðan hjá Pinter fær ein at hugsa um rumenska yrkjaran Paul Celan, sum hevði ta áskoðan, at nazistarnir høvdu spilt tað týska málið. Eins og Celan hevur Harold Pinter við síni minimalistisku dramaskriving avsagt tað spilta málið. Á toftunum hevur hann bygt upp eitt mál, sum er bæði kent og samstundis nýtt. Ein kendur kritikari hevur brúkt vendingina jewelled particularity um hetta málið: tey einfaldu orðini verða nakað serligt, sum gimsteinar. Gerandisorðini rísa av nýggjum, á einum botni av samanstungnari tøgn, sum gevur teimum relieffdám, ger tey til emblem, gevur teimum sess á tí hásæti, har tey ivaleyst sótu, meðan verðin enn var ung og náttin enn var nátt og hvørt heiti ein yrking.