Aftursvar til Terja Rasmussen um Rás 2

At Rás 2 ikki vil gjalda er ikki satt. Vit hava goldið nógvar pengar til Koda, sum tú helst onki - eftir verandi skipan - hevur fingið ella fært av.

 

Ósemjan millum Koda og Rás 2 er í stuttum, at vit spurdu, um hvar pengarnir fóru, sum m.a. vit gjalda fyri at spæla tónleik, tí fleiri tónasmiðir gjørdu vart við, at teir lítið og onki fingu frá Koda. Somuleiðis spurdu vit um heimildina hjá teimum at krevja umleið tvær milliónir krónur úr Føroyum, og at fáa at vita, hvussu nógv kemur aftur til Føroya.

Vit noktaðu at gjalda, til vit fingu svar frá Koda og bjóðaðu okkum at koma á fund við teir um hesu viðurskifti.

Svarið kom - satt at siga - frá fútarættinum: "Blandið tykkum uttanum, betalið, ella tit fáa fútaforboð fyri yvirhøvur at senda." Hótt varð við at kvetta leidningar, leggja hald á teldur, mixipultar o.a. - Kanska onkur kennir tónalagið aftur, "Harraboð!" Ein ósek fyritøka ber seg ikki soleiðis at. Tað var ein stórur sigur fyri demokratiið, at fútin ikki lat seg misbrúka av Koda.

Eg havi loyvt mær á fundi tann 10. november í Felagnum Føroyskum Tónaskøldum at leggja uppskot fram um at stovna ein føroyskan grunn, sum útvørp og onnur gjalda til. Hetta verður brúkt í Íslandi - og sum so verður býttur ímillum føroyskar tónleikarar og tónasmiðir. Hetta er ikki tí, at Rás 2 skal sleppa bíligari, men at pengarnir, sum vit gjalda, ikki fara til danskar artistar ella nakrar fáar her, sum kanska ikki hava pengarnar uppibornar.

Latið okkum brúka kreftir uppá at gera tað liviligari hjá føroyskum tónleikarum og smiðjum, heldur enn at mobilisera seg ímóti Rás 2. Latið okkum arbeiða saman, umsita okkara egnu pengar. So er helst meir enn ein millión krónur um árið at býta ímillum tónleikarar, sum virka og búgva her á landi. Klandur og stríð, Terji, tað er tað vit minst hava brúk fyri nú. Eg sum persónur kann liva uttan Rás 2, og Rás 2 kann eisini liva uttan at spæla tín tónleik, men tað hevði nú verið spell, um vit hildu uppat at senda. Tað fara helst at ganga nógv ár, til nakar aftur fer í holt við eina slíka rás, um hendan gevst.

Vit hava í tvey ár lagt sera nógv arbeiði í Rás 2. Hvør dagur er eitt tógvið stríð. Tað er altíð lættari at bróta niður enn at byggja nakað upp. Mær tykir, at tú leggur heldur eftir mær sum persón. At tað so skal ganga út yvir Rás 2 og alt tónleikalívið í Føroyum er ikki nøkrum at gagni.

Eg veit ikki, hvussu tú skalt fáa fólk at keypa tínar útgávur, samstundis sum tín missión er at takað Rás 2 frá somu fólkum. Tað má vera ein ivasamur heiður.

Tú berjist fyri eini skipan, har umleið 10 prosent av tí, sum Rás 2 skal gjalda, kemur aftur til Føroya, heldur enn at vera við til at bøta um korini til frama fyri allar partar.

Hevði tú sett teg inn í málið, ivist eg ikki í, at sjálvt tú hevði tikið undir við míni áskoðan, og tú ert vælkomin at seta teg í samband við meg um hesi viðurskifti.