Tá tiga vit politikkarar fyri einaferð skyld. Vit lata røðarapallar, mikrofonir, telefonir, upptøkutól og teldur fáa frið, tí hesin dagur er ikki okkara. Hetta er fólksins dagur burturav. Hetta er dagurin, tá fólkið fær orðið, og tí er ein valdagur ein hátíðardagur í okkara demokratisku skipan.
Men samstundis er valdagurin eisini ein ábyrgdardagur. Tí júst henda dag tekur veljarin nakrar avgerðir, sum kunnu fáa avleiðingar fyri okkum øll. Og tí er tað so umráðandi, at vit brúka henda okkara rætt við ábyrgd. At vit ikki lata okkum tøla av nøkrum, sum í løtuni rørist í luftini, men taka avgerðina um valið við kjølfesti í okkara virðing fyri okkara medmenniskjum og í virðing fyri tí samfelag, vit øll skulu liva í.
Politikkur er koma hvørjum øðrum við. Politikkur snýr seg um umsorgan fyri hinum. Politikkur snýr seg menniskjur.
Tí er tað eisini umráðandi, at vit valdagin hava orku og vilja til eisini at hugsa um hini. At vit ikki lata valdagin verða dagin fyri sjálvsøkni. At vit ikki lata valdagin verða dagin við "smartum idéum. Men at valdagurin er dagurin, har vit koma hvørjum øðrum við. At vit seta krossin soleiðis, at hann ikki bert kemur okkum sjálvum til góðar, men at hann so vítt gjørligt kemur allari fjøldini til góðar.
Góði veljari.
Javnaðarflokkurin hevur nú borið sín boðskap fram, og vit hava gjørt hetta opið og erligt. Hann kemur at seta stór krøv til okkara politiska arbeiðsdag, men vit vilja fremja henda politikk, tí vit meta hann at vera tann rætta, og tí vit vita, at eingin annar flokkur tekur sær av hesum málum á sama hátt. Men sterkari vit eru tess meira orku og eldhuga fara vit at leggja í henda arbeiðssetning. Men styrkina fáa vit ikki frá okkum sjálvum, men bert frá teimum veljarunum, sum vísa okkum álit.
Sjálvandi er avgerðin tín, men vit kunnu tó vissa teg um eitt, og tað er, at vit ikki svíkja tað álit, okkum verður víst.
Gott val komandi týsdag