Herfyri gjørdust havnafólk ikki sørt skøkk, tá ein riðil av burkukløddum kvinnum komu gangandi gjøgnum býin. Tó so, kvinnurnar vóru ikki allar kvinnur, og burkurnar vóru ikki heilt ektaðar heldur. Hetta [...] avgjørdu, at tey ikki skuldu siga nakað ella á nakran hátt samskifta við fólk. Tey seymaðu sær búnar, og so var klárt at fara í býin. Leiðin gekk fyrst við bussi niðan í SMS og so til gongu oman í Vágsbotn [...] ílatin. - Vit høvdu væntað reaktiónir, men kortini ikki so nógvar so neiligar, sigur ein av næmingunum. Men tað er kanska verri at vísa eina jaliga reaktión til tílíkt, og tí verður heildarmyndin kanska eitt
eisini sína greiðu meining um málið, tá hann hevði orðið undan Lognberg. - Eg visti ikki, um eg skuldi gráta ella flenna, tá eg las hesa síðuna, staðfesti tingmaðurin fyri Miðflokkinum. Orsøkin er einføld [...] 16,8 milliónur krónur í ár. - Tað hongur ikki saman at hækka avlopskravið og samstundis tálma nýstluni. Veruleikin er, at eg havi ikki aðrar møguleikar, um eg skal náa málinum, segði Johan Dahl, lands [...] tilknýti til produktini, sum Rúsdrekkasølan selur. Soleiðis kann Rúsdrekkasøla Landsins selja meira rúsdrekka og røkka málinum, sum er at hava 16,8 milliónir í avlopi. Men uppskotið varð ikki tikið í álvara
Hvat er sum at fara í biograf til ein góðan film, ikki so nógv!!.. Tá vit meira tilkomnu endliga hava tikið okkum saman, fingið hendur á barnagentu og annars lagt alt til rættis, so at vit eina løtu kunnu [...] sær beinini, meðan tey seinastu, ið ikki hava bindindi til at sita, stilla seg í hurðina at roykja, so at restin er um at kvælast í royki. Altso álvaratos, er tað ikki uppá tíðina at betra um hesu viðurskiftir [...] í biograf. Sjálv eri eg javnan í biograf tá er eri uttanlanda, har er tað altíð filmurin, ið er settur í hásati. Slíkt rumisterelsi við keypi og royking, sum hesi upplivir ein ikki uttanlanda, uttan so
fjasutan dag til børnini - rættiliga átøkt jólaaftan, ið nógv hava lyndi til at blanda við jóladag - eins og Nicolina blandar Halloween við Alrahalgannadag. Burðardyggar høgtíðir - eitt gott mál Eg eri samdur [...] er upp á at finna aftur til kjarnuna í halgidøgunum, heldur enn at fylla teir við innantómum skrambli og lættisoppa undirhaldi. Eg vil ikki siga, at burðardygd skal gerast til eina religión í sjálvum sær [...] so gremja fólk seg um, at børn fáa marruna. Ikki er tað løgið. Eg vil onki hava við hetta at gera - meldi meg burtur úr hesum fjasinum. Akkurát sum vit ikki hava nokk av grýlum hangandi í hvørjum pela
yvir á kollektivu ferðsluna. Eisini er endamálið at ala børnini upp til á ein natúrligan hátt at brúka bussarnar, heldur enn at verða koyrd til og frá skúla, ítrótti, frítíðarvirksemi o. ø. í privatbili [...] kommununi. Sjálv eri eg serstakliga errin av Bussleiðini, tí tað fall í mín lut, sum forkvinna í teknisku nevnd í 2006, at reisa málið í sambandi við endurskoðanina av Bussleiðini. Og fari eg framhaldandi at [...] sølulista. Hetta er eitt grovt álop á frælsi hins einstaka. Ein og hvør vinnari hevur sítt fría frælsi til at selja vinningin ella gera við hann, akkurát sum honum listir. Javnan eru bæði flogseðlar, uttan
einaferð um tíman millum 11.30 og 15. hon koyrir millum ein Hoyvíkar Skúla til Hvítanes. Men eg eri varug við, at hon hóskar ikki til skúlatíðirnar hjá børnunum, sigur Marin Katrina Frýdal. Hon sigur seg vita [...] viðgjørdur. - Hetta var eisini orsøkin til, at vit valdu at hava eina royndarkoyriætlan í ein mánað, so vit kunnu justera tíðir og rutur. Ætlanin er, at børnini skulu kunna brúka skúlaleið 6, sum eisini
sjálvandi gott, at fólk í Kollafirði sleppa til Havnar í sambandi við skúla og arbeiði um morgunin og til hús aftur eftir loknan skúla- og arbeiðsdag, men tað er als ikki nøktandi fyri øll onnur, sum eisini hava [...] møguleikin fyri at kunna fara til Havnar og koma aftur til Kollafjarðar við býbussinum er so vánaligur, sum hann er nú. Støðan er í veruleikanum tann, at kollfirðingar ikki hava nóg góðan møguleika at brúka [...] koyra børnini til t.d. ítrótt og heinta tey. Hetta sleppa fólk í sjálvum høvuðsstaðnum undan, tí at tey hava møguleika at brúka bussarnar fleiri ferðir um tíman. Eftir mínari meining er tað ikki í lagi
pengunum, hóast eg spyrji meg sjálva, tá eg keypi í Miklagarði, hvør ið man keypa tey nítifimm procentini av vørum, sum eg sjálv ikki hyggi eftir. Jú, nógv er løgið og ein skilur ikki heilt marknaðarkreftirnar [...] Eg havi hug at fara eitt sindur víðari og hugleiða um Argir og um ta menning og ‘avmenning’, vit hava verið vitni til. Orsøkin til, at eg hugleiði um hetta er, at eg havi fingið eina fatan av, at tit sakna [...] geva kensluna av at hoyra til. Tí er tað ikki tað sum tað í botn og grund snýr seg um? Haldið mær til góðar, um eg havi gloymt at nevna onkran ella okkurt. Fyri at koma aftur til Argjar og Sambandsflokkin
verða karmur um fasilitetir til ítróttarvirksemi við skiftirúmum og brúsum, eisini fer at hava ein veitslu-og samkomusal til 250-300 fólk. - Haraftrat verða tvær stovur bygdar til frítíðarskúla, eins og v [...] venjingarrúm á umleið 100 fermetrar verður til bygdafólkið við ymiskum maskinum. Borgarstjórin sigur, at ætlanin er at keypa nýggjar maskinur til venjingarhølini, og hesar koma helst at kosta einar 400 [...] verða eisini áskoðarapláss. - Eg haldi, at fólk eru glað fyri nýggja fótbóltsvøllin, og her er longu komið lív í. Fleiri av barnavenjingunum hjá EB/Streymi eru her, tí børnini venja hvør sær og hava eina
trivist so væl á Skælingi, um tey ikki høvdu bil. - Eg hugsi ikki so nógv um, at eg altíð má av bygdini, tá eg skal okkurt ørindi, til dømis til handils. At koyra til Havnar tekur umleið hálvan tíma, og [...] fyrimunin, at einum ikki nýtist at hugsa stórvegis um klæðir, hár og make-up. - Tá eg velji klæðir um morgunin, hugsi eg fyrst og fremst praktiskt. Tað skulu vera klæðir, ið eg kann vera í, meðan eg gevi kríatúrunum [...] lærir at seta prís upp á náttúruna. Fyrr kundi eg gott finna uppá at blaka okkurt pappír niður á vegin, men tað hevði eg ikki funnið uppá í dag, tí nú dugi eg at síggja, hvat tað ger við umhvørvið, greiðir