Burtur við avlopskravinum

Johan Dahl, landsstýrismaður, skal hava eykajáttan til Rúsdrekkasøluna fyri at náa avlopskravinum sum er 16,8 milliónir krónur. Tí ætlar hann at opna tveir handlar afturat fyri at selja meira. Men tað er í stríð við endamálið at tálma rúsdrekkasøluni. – Burtur við avlopskravinum, søgdu fleiri tingmenn

Andlitsbráðið hjá Gerhardi Lognberg var týðiligt.
Hann smíltist, meðan hann stóð á tingsins røðarapalli.
- Nei, teksturin á síðu 30 má vera skemt, segði hann.
Nøkur tingfólk flenna játtandi.
Bill Justinussen, sum er limur í Fíggjarnevndini, segði eisini sína greiðu meining um málið, tá hann hevði orðið undan Lognberg.
- Eg visti ikki, um eg skuldi gráta ella flenna, tá eg las hesa síðuna, staðfesti tingmaðurin fyri Miðflokkinum.
Orsøkin er einføld.
Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, hevur ein trupulleika. Tað er lógarkrav, at Rúsdrekkasøla Landsins skal geva 16,8 milliónir krónur í avlopi á hvørjum ári.
Men Rúsdrekkasølan fer ikki at geva meira enn gott og væl 14,8 milliónir krónur í landskassan í 2010.
Tí á síðu 30 í heftinum um uppskot til eykajáttan hevur landsstýrismaðurin biðið um eina eykajáttan, soleiðis at avlopskravið verður rokkið. Ætlanin er at opna ein eksklusivhandil í SMS og opna nýggjan handil í Sundalagnum. Handlarnir skulu millum annað selja lutir, sum hava tilknýti til produktini, sum Rúsdrekkasølan selur.
Soleiðis kann Rúsdrekkasøla Landsins selja meira rúsdrekka og røkka málinum, sum er at hava 16,8 milliónir í avlopi.
Men uppskotið varð ikki tikið í álvara. Eingin tók undir við tí.

Skulu tálma
Við at trýsta á heimasíðuna hjá Rúsdrekkasøluni og trýsta á ‘rúsdrekka og heilsa’ stendur tað við stórum og svørtum bókstavum.
- Vit vilja verða við til at fyribyrgja misnýtslu, eru fyrstu orðini.
Endamálið er tískil ikki at selja so nógvar fløskur av Jägermeister, vodka ella Fisherman sum tilber. Tað er at tálma søluni av rúsdrekka.
Tað er í andsøgn við hvørt annað, at málið er at tálma nýtsluni, samstundis sum tú skal opnar fleiri handlar fyri at selja meira rúsdrekka og at røkka lógarkravda avlopsmálinum.

Avlopskravið burtur
Tað var serliga avlopskravið, sum sigur, at Rúsdrekkasølan skal tryggjað landskassanum heilar 16,8 milliónir krónur árliga, sum var tikið til umrøðu í tinginum í gjár.
Hans Pauli Strøm vísti fleiri ferðir á, at avlopskravið noyðist burtur, um politikkurin framvegis skal verða at tálma rúsdrekkanýtsluni.
- Er tað hugsandi, at avlopskravið er horvin úr fíggjarlógini í komandi ár?, vildi tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin vita frá Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Og Eidesgaard tók undir við Hans Paula Strøm. Tað er ikki rætt við avlopskravi, metti hann.
- Spurningurin verður í øllum førum viðgjørdur, segði landsstýrismaðurin.
Jóannes Eidesgaard vísti á, at rúsdrekkapolitikkurin, sum var skipaður í 1992, hevur tænt samfelagnum væl, men tíðin er helst búgvin til broytingar í lóggávuni.

Fleiri reistu spurningin
Eykajáttanaruppskotið hjá Johan Dahl reisti fleiri spurningar.
- Vit hava ongan møguleika at tálma nýtsluni soleiðis, segði Kári P. Højgaard sannførdur.
Bill Justinussen varpaði ljós á hækkaðu rúsdrekkaprísirnar. Hagtølini vísa, at føroyingar keypa minni brennivín, tí prísirnir eru ov høgir. Tað er stimbrandi.
- Tað má vera greitt, um ætlanin er at selja meira ella at selja minni, segði hann.
Bjørn Kalsø hevði eisini tikið støðu í málinum.
- Eg síggi onga ætlan í at opna tveir nýggjar handlar, segði hann.

Ongan annan møguleika
Johan Dahl skilti væl, at hansara eykajáttanaruppskot til Rúsdrekkasøluna var tikið til umrøðu.
Men landsstýrismaðurin hevur ikki aðrar møguleikar.
Tað er honum álagt at syrgja fyri, at Rúsdrekkasølan gevur 16,8 milliónir krónur í avlopi. Og hann hevur ikki aðrar møguleikar enn hesar, um tað skal halda, segði hann.
Avlopskravið varð hækkað úr 14,8 milliónum krónum og upp í 16,8 milliónur krónur í ár.
- Tað hongur ikki saman at hækka avlopskravið og samstundis tálma nýstluni. Veruleikin er, at eg havi ikki aðrar møguleikar, um eg skal náa málinum, segði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.