- Vit hava eina skúlaleið 6 sum koyrir einaferð um tíman millum 11.30 og 15. hon koyrir millum ein Hoyvíkar Skúla til Hvítanes. Men eg eri varug við, at hon hóskar ikki til skúlatíðirnar hjá børnunum, sigur Marin Katrina Frýdal. Hon sigur seg vita, at umsitingin hevur verið á fundi við bussfelagið, har hesin spurningurin millum annað hevur verði viðgjørdur.
- Hetta var eisini orsøkin til, at vit valdu at hava eina royndarkoyriætlan í ein mánað, so vit kunnu justera tíðir og rutur. Ætlanin er, at børnini skulu kunna brúka skúlaleið 6, sum eisini koyrir Millum Gilja og inn á Gøtu, sigur Marin Katrina Frýdal, sum ætlar, at hetta kemur í rættlag sum skjótast.