góðar og tryggari. - Eisini verður dentur lagdur á, at menn á frívakt hava góðar umstøður at hvíla seg. Jan Højgaard segði, at tað er eitt satt frambrot, at nógvir fiskimenn nú ikki arbeiða fleiri enn 12 tímar [...] tekur undir við, at pensjónistar sleppa at arbeiða uttan, at arbeiðsinntøkan verður mótroknað. - Vit hava sent stutt hoyringsskriv til Almanna- og Mentamálaráðið, har vit siga nei til at hækka penjsónsaldurin [...] kann hava við sær, at menn ikki ansa sær nóg væl, og hetta kann í ringasta føri kosta lív ella gera fiskimenn óarbeiðsførar. Hann segði, at Fiskimannafelagið áhaldandi arbeiðir fyri at bøta um hesi viðurskifti
verður mælt til: at Húsalánsgrunnurin (Bústaðir) raðfestir bygging av smáum og bíligum bústøðum til ung, lesandi og eldri, at kommunur fáa loyvi til at rinda partvíst fyri byggibúning, fyri at lækka prísin [...] prísin á grundstykkjum, at bústaðarskylda og avmarkingar á stutttíðarútleigu verða styrktar Eisini verður víst á, at stórt trýst er á bústaðarmarknaðinum, og at serligur tørvur er á smærri bústaðum, sum hóskar [...] bústaðarmarknaðinum og tryggja, at bæði ung og eldri finna hóskandi bústað.” Landsstýriskvinnan er farin undir at viðgera tilmælini í samráð við viðkomandi partar og lagt er upp til at seta í verk átøk, sum bæði
handtikin. Í fráboðan skrivar ráðið, at handtøkurnar vóru gjørdar fyri at forða fyri "órógvi av almennu skipanini". Samstundis ávarar ráðið um, at myndugleikarnir ikki fara at tola "kaos og provokatión." Sambært [...] væntanin, at Imamoglu fór at verða valdur sum valevni hjá CHP. Hann verður væntandi avhoyrdur av ákæruvaldinum í kvøld. Samstundis er ætlanin, at mótmælisfólk enn einaferð fara út á gøturnar at mótmæla. [...] eina tíðliga "kollveltingarroynd" fyri at forða Imamoglu í at bjóða Erdogan av á næsta forsetavalinum. Síðan handtøkuna eru túsundtals fólk farin út á gøturnar at luttaka í fyrst og fremst friðarligum
nøktandi til virksemið í dag, tí Firum er farið frá at vera eina alifyritøka til at vera ein granskingarfyritøka. Altso er farið frá at framleiða rogn til at framleiða vitan. Í eina tíð hava møguleikar verið [...] við P/F Thor um at leiga bygningin hjá teimum, sum liggur á havnarlagnum. Harumframt er avtala gjørd um at leiga økið vestan fyri bygningin. Í Hósvík eru góðir møguleikar hjá Firum at savna alt virksemið [...] eins og góðir møguleikar eru fyri at víðka virksemið hjá Firum í framtíðini. Umframt skrivstovur, fundarhøli, kanningarstovu, goymslu og verkstað verða eisini umstøður at gera royndir við livandi fiski og
hevur fingið fleiri at ógvast, men Trump heldur fast um, at tað eru ongar etiskar tvístøður knýttar at at taka ímóti henni. Forsetin hevur enntá sagt, at tað hevði verið býtt ikki at gjørt tað. - Eg fari [...] forsetum at taka ímóti gávum frá øðrum ríkisleiðarum ella fremmandum londum. ##med2## Men ónevndar keldur, sum ABC News hevur tosað við, hava sagt, at Hvítu Húsini meta, at tey hava tryggjað, at tað ikki [...] ongantíð at vera ein, sum sýtir slíkum tilboðum, segði hann í síðstu viku, tá hann varð spurdur um gávuna frá pressuni í Hvítu Húsunum. Harumframt hava eisini verið trygdarmál í sambandi við at brúka eitt
báðir undir við at geva byggiloyvi 29. februar í fjør. Tí er nærliggjandi at hugsa sær, at allir fimm limirnir í byggi- og býarskipanarnevndini á býráðsfundinum í dag taka undir við at geva endaligt byggiloyvi [...] Tórshavnar kommunu. Og tilmælið er ikki broyt. Tekniski stjórin mælir til at staðfesta avgerðina um at skriva út byggiloyvi við tí treyt, at økið uttan um kirkjuna verður endurskapað, soleiðis sum tekningarnar [...] hesum máli. Í øllum førum er rættiliga sannlíkt, at Tórshavnar býráð í dag fer at geva endaligt byggiloyvi til nýggju kirkjuna á Argjum. Lítið bendir á, at áhugabólkurin til varðveitslu av fríøkinum við
forsetanum, Donald Trump, at steðga krígnum. Eisini verður dentur lagdur á, at Ukraina hevur brúk fyri trygdarváttan fyri at kunna verja sítt fullveldi og mørk. - Tað verður upp til Ukraina at taka avgerðir um [...] segði undan fundinum fríggjadagin, at hann er sinnaður at stuðla trygdarváttanini fyri Ukraina. - Tað verður ikki í formi av NATO. Tað eru nøkur ting, sum bara ikki fara at henda, segði forsetin, sambært CNN [...] Zelensky hevur sagt við Donald Trump, at revsitiltøkini móti Russlandi skulu styrkjast, um eingin trípartafundur verður, ella um Russland roynir at sleppa undan at enda kríggið. - Trygdin skal tryggjast
við, at Marco Rubio ikki fór at vera í Washington D.C. Hetta er ein av orsøkunum til, at ongar fyrireikingar eru gjørdar til at tosa um Grønland, sambært Lars Løkke Rasmussen. Tó eru fleiri ting at tosa [...] men tað er ikki eitt evni á fundinum. - Tað vildi kravt, at vit báðumegin høvdu fyrireikað okkum til at tosa um Grønland. Tað vildi eisini kravt, at eg hevði havt mín grønlendska starvsfelaga við mær, sigur [...] Rasmussen snýr fundurin seg um at fáa meira at vita um rørsluna og hvussu álitið verður myndað. Vitjanin verður fram til í morgin. Á vitjanini fara teir báðir donsku ráðharrarnir at hitta týðandi amerikanskar
kommunu, heldur, at hetta vísir, at tað er eitt stórt potentiali í hesum útjaðarasamfeløgum. Nú fara starvsfólk hjá Vágs kommumu at velja umsøkjarar úr rúgvuni, sum so fáa møguleikan at flyta til Vágs í [...] ##med2## - Vit hildu at verkætlanin var stór í fjør, tá stívliga 700 umsóknir komu inn til nøkur fáa pláss á hvørjum staði. At tað so í ár komu næstan 15.000 umsóknir, er ikki heilt til at skilja. Magnus Pauli [...] Nomads Grant. 14.846 umsóknir komu inn, harav 5.961 ynskja at koma til Vágs og 4.429 hava ikki valt ein avísan stað. Hetta vita tey í Vágs kommunu at siga í dag. - Aftur í ár hevur Vágs kommuna bjóðað fólki
verða lættari at fáa fatur á kommunalum grundstykkjum til sethúsabygging! Hetta hevur verið eitt politisk ynski, sum farið varð undir at kanna tíðliga í vár. Síðan hevur verið arbeitt við at menna eina skipan [...] skipan, sum í størri mun skal tryggja, at tey, sum eru klár at fara undir bygging, hava møguleika at onga sær kommunalt grundstykki. Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna. Verandi leistur við sølu av grundstykkjum [...] tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv