Tórshavnar býráð samtykti 29. februar í fjør at geva endaligt byggiloyvi. Men eftir at málið varð kært, mátti málið ganga umaftur, tí allari partar í málinum ikki vóru hoyrdir. Men tað eru teir nú, nýtt tilmæli er gjørt í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu.
Og tilmælið er ikki broyt. Tekniski stjórin mælir til at staðfesta avgerðina um at skriva út byggiloyvi við tí treyt, at økið uttan um kirkjuna verður endurskapað, soleiðis sum tekningarnar, sum liggja við umsóknini um byggiloyvi, vísa, og annars við treytum, sum umsitingin setir.
Málið hevur verið fyri í byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar kommunu, har meirilutin í nevndini, Anja Weyhe, forkvinna, Heidi Lava Elgeirsdóttir úr Tjóðveldi og Bergur Robert Dam Jensen úr Javnaðarflokkinum tóku undir við tilmælinum. Hinir báðir nevndarlimirnir, Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum og Kári Johansen úr Kommunulistanum, málið fyri býráðið til endaliga atkvøðugreiðslu. Teir tóku báðir undir við at geva byggiloyvi 29. februar í fjør.
Tí er nærliggjandi at hugsa sær, at allir fimm limirnir í byggi- og býarskipanarnevndini á býráðsfundinum í dag taka undir við at geva endaligt byggiloyvi.
Hugsandi er, at Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum, Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, Tróndur Sigurðsson úr Kommunulistanum aftur hesaferð atkvøða fyri.
Sannlíkt er eisini, at Høgni Vilhelmsen úr Fólkaflokkinum tekur undir við málinum, og sum skilst tekur umboðið hjá Borgaralistanum, Guttormur í Skála, eisini undir við at geva endaligt byggiloyvi.
Spurningurin er so, hvat borgarstjórin ger. Vit hava spurt Elsu Berg, men hon vildi ikki siga sína støðu. Tað er kanska ósannlíkt, at ein borgarstjóri gongur beit ímóti tilmæli frá síni egnu fakligu umsiting, men tað kann sjálvandi henda í hesum máli.
Í øllum førum er rættiliga sannlíkt, at Tórshavnar býráð í dag fer at geva endaligt byggiloyvi til nýggju kirkjuna á Argjum.
Lítið bendir á, at áhugabólkurin til varðveitslu av fríøkinum við Sandá vinnur ljóð fyri sínum sjónarmiðum.