- Tað eru nógvir fiskimenn, sum eru rættiliga slitnir, men tað gongur kortini rætta vegin, og umstøðurnar umborð á skipum eru vorðnar betri við árunum.
Hetta segði Jan Højgaard á landsfundi hjá Fiskimannafelagnum, sum varð hildin á Hotel Hafnia í gjár.
Hann vísti á, at fleiri skip eru bygd, og onnur er keypt nýggari og betri, enn tey gomlu skipini vóru. Eisini hava vit fingið fleiri nýggjari frystilínuskip.
Manningarumstøðurnar í nýbygdu og nýggjaru skipunum eru góðar, og arbeiðsumstøðurnar eru góðar og tryggari.
- Eisini verður dentur lagdur á, at menn á frívakt hava góðar umstøður at hvíla seg.
Jan Højgaard segði, at tað er eitt satt frambrot, at nógvir fiskimenn nú ikki arbeiða fleiri enn 12 tímar um dagin.
- Men, enn eru tó nógvir fiskimenn, sum hava 18 til 20 tímar arbeiðsdag. Hetta kann hava við sær, at menn ikki ansa sær nóg væl, og hetta kann í ringasta føri kosta lív ella gera fiskimenn óarbeiðsførar.
Hann segði, at Fiskimannafelagið áhaldandi arbeiðir fyri at bøta um hesi viðurskifti.
Á landsfundinum vísti Jan Højgaard á, at pensjónistar framvegis eru fyri skotum í politisku skipanini.
- Nógvir fiskimenn eru merktir av sínum langa og harða arbeiðslívi, og tí tekur Fiskimannafelagið ikki undir við, at pensjónsaldurin verður hækkaður.
Men, felagið tekur undir við, at pensjónistar sleppa at arbeiða uttan, at arbeiðsinntøkan verður mótroknað.
- Vit hava sent stutt hoyringsskriv til Almanna- og Mentamálaráðið, har vit siga nei til at hækka penjsónsaldurin og ja til at lata pensjónistar arbeiða uttan mótrokning, segði Jan Højgaard á landsfundinum.
Á hesi leinkju síggjast fleiri myndir, sum Birgir W. Høgnesen tók á landsfundinum í gjár - https://www.in.fo/news-detail/myndir-fiskimannafelagid-hevur-landsfund
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/ta-kambur-sakk-ber-illa-til-at-lysa-sorgina-vid-ordum