eisini at møða neistaliðið, sum í báðum hálvleikunum lá omaná, fyrstu 10 minuttirnar, fyri síðani at verða runnar um koll í 20 minuttir. Jú, sanniliga tykjast tær at meina tað í álvara hetta kappingarárið [...] sigast, at tær máttu vera tær báðar, Ingu Danberg og Bjrøg Patursson fyri uttan, umframt at Súna Mørk í fyrra hálvleiki fekk ein snudd í fótin, sum merkti hana restina av dystinum. Hetta skal tó ikki á nakran [...] eisini, sum at orkan á VÍF í ár er munandi størri, enn hon hevur verið áður. Tær bæði tora, orka og megna at verja offensivt, og hetta gevur eisini møguleikan fyri hópin av sjótálopum. Hetta tóktist eisini
viðgjørdu vit í gjár. Hinvegin loyva vit okkum at staðfesta, at tað er í tøkum tíma, at landsstýrismaðurin meldar út í hesum máli. Í øðrum lagi kann staðfestast, at samgongan hevur fingið enn ein álvarsaman [...] leggur afturat, at hann tekur misálitið frá Jensi í størsta álvara og fer at viðgera hetta á røttum staði. Vit fara ikki her djúpari inn í málið um herferðina móti Landssjúkrahúsinum, hetta evnið viðgjørdu [...] má sigast at vera heldur enn ikki løgið, at formaður Miðfloksins nýtir høvið at stinga landsstýrismanninum skør, heldur enn jaliga at medvirka til at finna haldgóðar loysnir. Løgmaður kann ikki loyva sær
virkandi formaður í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, at fundirnir í gjár hava ikki ført til nakra niðurstøðu, og at ætlanin er at møtast aftur í dag. Men hann sigur kortini, at nevndin í Suðuroyar Syðra [...] skrivar í morgun, at Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag brúkti dagin í gjár at viðgera støðuna, nú Bjarni Johansen er farin úr samstarvinum millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at skipa meiriluta í Vágs [...] Brattaberg, hevði kallað býráðið saman at skipa seg. Men av tí at tey bæði, sum eftir eru í Javnaðarflokkinum og umboðini hjá Sambandsflokkinum ikki møttu, so bar ikki til at seta fundin, sum sambært kommust
Hann sigur, at Føroya Tele hevur søkt um at brúka frekvensir, sum ikki eru sterkari enn teir, sum internetið í Føroyum hevur havt í nógv ár – Granskingin á økinum stuðlar ikki uppundir, at radiosignal [...] ni í grannalondunum siga tað sama. Heimsheilsustovnurin WHO kann heldur ikki vísa á, at geisling er skaðilig, men mælt verður kortini til, at granskað hetta meira. Poul Michelsen vísir eisini á, at sami [...] Av tí, at somu frekvensir eru brúktir í meira enn 25 ár, og ongar vísindaligar ábendingar eru um, at tað hevur skaðiliga ávirkan á heilsustøðuna hjá fólki, verður tað ikki mett at vera neyðugt at steðga
Bankarnir hava gjørt av, at tað ikki skal vera ókeypis at fáa eina maskinu í bankanum at telja og veksla pening hjá fólki. Bæði Eik og Føroya Banki hava nevniliga gjørt av, at tað kostar at nýta sjálvvirkandi [...] na, um tú ikki setir peningin inn á kontu í bankanum. Hetta vil við øðrum orðum eisini siga, at um ein fer í bankan við eini lítlari mongd av myntum, so loysir tað seg illa at fáa bankan at telja peningin [...] fyri tænastu Orsøkin til, at bankarnir hava gjørt av taka ómaksgjald fyri at fólk sjálvi nýta eina maskinu í bankanum er sambært Niels Joensen, privatkundaleiðara í Føroya Banka, at bankin hevur gjørt eina
og hetta var eisini fyrstu ferð nakrantíð, at Leiftur var í eini steypafinalu. Nú bleiv dysturin ikki vunnin, men sum Páll eisini segði áðrenn dystin, so var tað ikki nøkur fiasko, at Leiftur ikki bleiv [...] royndu at spæla okkum fram til nakrar kjansir og vera við til at mynda henda dystin, og tað haldi eg, at vit gjørdu, segði Páll Guðlaugsson, sum ásannaði, at hetta ikki var teirra dagur, og at ÍBV hevði [...] samstundis sum miðjan hjá Leiftur ikki riggaði eins væl og hon hevur gjørt fyrr, fyrst og fremst tí teir mistu henda eina miðvallaran seint í fyrra hálvleiki. - Vit megnaðu ikki at taka teir kjansirnar vit fingu
havnarlagið í bygdini. Hetta kemur afturat tí, at Skálavík eisini fekk 400.000 krónur í endurgjaldi úr Landskassanum fyrr í ár. Grótkastið á havnarlagnum í Hvalba fekk eisini so stóran skaða í eini ódn í vetur [...] at tað kostar einar 11 milliónir at gera aftur. Men ætlanin er ikki, at Hvalbiar Kommuna skal hava endurgjald, eins og Skálavíkar kommuna hevur fingið. Hetta skilja hvalbingar als ikki. Hetta er at gera [...] seg. Men teir staðfesta samstundis, at tað er ongin trygd fyri, at hetta verður samtykt, tí samgongan hevur ikki avtalað nakað á hesum øki. Teir viðganga, at hetta er lutfalsliga lítið endurgjald til Hvalbiar
oljuna í brúk sum vápn at kroysta norðmenn við. Men hann heldur heilt avgjørt, at hetta er eitt mál, sum vinnufeløgini á sjónum eiga at taka upp. Hann heldur, at tað hevði ikki verið órímiligt, at oljan kom [...] frá norðmonnum, at tað er neyðugt hjá okkum at brúka øll argument, vit hava fyri at fáa betri sømdir frá norðmonnum. Tí heldur hann, at vit eiga at gera norðmonnum greitt, at taka teir ikki betri partar fyri [...] gjørdi tað ikki mun, at tað nú vóru tað føroyingar, sum áttu skipið. Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at hann krevur ikki, at norðmenn skulu geva føroyingum nakað fyri einki. Men sannleikin er, at teir
grunda hjá Magna Arge at missa svøvnin. Og tað gera tey heldur ikki í Javnaðarflokkinum. Portalurin hevur fingið spyr.fo at gera eina veljarakanning, men Sjúrður Skaale heldur ikki, at slíkar kanningar kunnu [...] eisini, at tað er pínligt, at fleiri taka slíkt undirhald í álvara. Ein niðurstøða, Sjúrður Skaale serliga hevur hevt seg við, er at sambært kanningini eru tað 2,9 prosent, sum siga, at tey fara ikki á fó [...] merkir, at valluttøkan á næsta fólkatingsvali verður 97,1 prosent. – Tað verður ikki bara met í Føroya søgu - tað verður helst hægsta luttøka, sum nakrantíð hevur verið á nøkrum landsumfatandi vali í øllum
at hava misrøkt sínar skyldu sum lækni. Sjálvur sigur hann, at hendan tíðin hevur verið so trupul, at hann hevði hug at samanbara hetta sum at hava verið tvey ár í einum helviti. Men ikki fyrrenn í gjár [...] eg hevði ikki væntað ein slíkan ágang í einum føroyskum rættarsali, - Í einum føroyskum rættarsali, eiga vit at kenna okkum trygg, leggur hann afturat. Hann sigur, at hann ikki hevði ivast í at stevnt fyri [...] Hann sigur, at nú er bara at leggja hetta afturum og at líta framyvir. Ákærin hevur ikki tikið støðu til um málið skal skjótast inn fyri Landsrættin. Við fjølmiðlarnar í morgun segði ákærin, at tey nú fóru