Tað er pínligt at taka hetta í álvara

Magni Arge skal ikki missa svøvnin – og tað er ov tíðliga hjá Jørgeni Niclasen, og Bárði á Steig Nielsen at skjóta rakettir

Har er í hvussu so er eitt tal, sum er blóðskeivt. Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, nú Portalurin hevur almannakunngjørt eina veljarakanning, sum vísir, at bæði hann og hin Fólkatingsmaðurin, Magni Arge, fella á næsta fólkatingsvalið, ið verður seinni í ár.

 

Hinvegin verða tað fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, sum fáa fólkatingssessirnar. Men Sjúrður Skaale heldur, at enn er tað ov tíðliga hjá Jørgeni Niclasen og Bárði á Steig Nielsen at skjóta fýrverkið, og tað er heldur eingin grunda hjá Magna Arge at missa svøvnin. Og tað gera tey heldur ikki í Javnaðarflokkinum.

 

Portalurin hevur fingið spyr.fo at gera eina veljarakanning, men Sjúrður Skaale heldur ikki, at slíkar kanningar kunnu brúkast til at gera nakra álítandi mynd av støðuni

 

Har er talan um 5.000 fólk, sum sjálvi hava meldað seg til at vera við í slíkum kanningum. Tað er ein álvarsligur feilur, ti tað er neyvan umboðandi fyri allar veljarar, sigur fólkatingsmaðurin. Og hann heldur eisini, at tað er pínligt, at fleiri taka slíkt undirhald í álvara.

 

Ein niðurstøða, Sjúrður Skaale serliga hevur hevt seg við, er at sambært kanningini eru tað 2,9 prosent, sum siga, at tey fara ikki á fólkatingsval. Tað merkir, at valluttøkan á næsta fólkatingsvali verður 97,1 prosent.

 

– Tað verður ikki bara met í Føroya søgu - tað verður helst hægsta luttøka, sum nakrantíð hevur verið á nøkrum landsumfatandi vali í øllum heiminum, sigur Sjúrður Skaale. Og hann sigur, at tað er ikki álítandi, tað er ikki so frægt sum sannlíkt.

 

– Á seinasta fólkatingsvali var luttøkan stór, tí tá vóru umleið 65 prosent á vali. Næstseinast vóru 60 prosent á vali. Kanska hækkar valluttøkan í ár,  men upp um 70 prosent kemur hon ikki, er Sjúrður Skaale sannførdur um

 

Og hann spyr, hvussu ólukkan tey kunnu koma til nakra avgerandi niðurstøðu, tá ið tey vita, at eitt púra avgerandi tal er eini 30-40 prosent skeivt.

 

Trýst HER og les meiri um, hvat Sjúrður Skaale heldur um nýggju veljarakanningina