liðfelagarnir í Fredericia taptu í dag í dysti á útivølli í donsku superliguni 1-2 fyri Viborg. Men tað kundi verið heilt øðrvísi, um VAR hevði riggað eftir ætlan í hesum dystinum. Tá 31 minuttir vóru leiktir [...] Viborg, Lucas Lund bóltin ein metur uttanfyri brotsteigin, og átti tí av røttum at fingið reytt kort. Tað vísa sjónvarpsmyndirnar heilt greitt. Men VAR spældi ikki við í hesari støðuni. Støðan var javnleikur [...] hann setti upp í málhornið. Tim Freriks javnaði við einum stútara bert sjey minuttir seinni. Longu sá tað út til, at Fredericia fór at fáa eitt stig við sær til Eysturjútlands, men í 89. minutti skoraði Yonis
rin, sum hevur staðið fyri førleikamenningini av føroyska læknatoyminum, hevur verið við til tær fyrstu viðgerðirnar. Tað vil siga, at Landssjúkrahúsið nú hevur neyðuga fakliga førleikan at fremja sku [...] viðgerðirnar eru fluttar til Føroyar. Tað er ein týðandi bati fyri sjúklingarnar og teirra avvarðandi. Samstundis er hetta ein liður í at menna føroyska Sjúkrahúsverkið. Har tað letur seg gera, eiga vit at menna [...] viðgerðir, sum áður vórðu framdar í Danmark. At viðgerðin nú kann fremjast á Landssjúkrahúsinum merkir, at tað eru umleið 40–50 sjúklingar færri um árið, sum hava tørv á at fara til viðgerðar uttanlands. Harumframt
Týskland hevur bjóðað seg fram at hjálpa Danmark við anti-dronuútgerð. Tað skrivar Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri í danmark á sosiala miðlinum X. - Eg fari at takka Týsklandi fyri hjálpina, sum [...] dronuverju, og er eitt úttrykk fyri tøttum danskum-týskum samstarvi. Saman eru vit sterkari, stendur. Tað er ikki greitt nærri, hvat Týskland hevur bjóðað Danmark. Verjumálaráðharrin skrivar heldur ikki, nær [...] til, at loftrúmið yvir flogvøllinum í Kastrup varð stongt mánakvøldið. Síðani hava fleiri dronur verið eygleiddar yvir øðrum donskum flogvøllum, og tær eru eisini sæddar á Skrydstrup flogvøllinum og seinast
og fleiri sameind hava sent flogfør á veingirnar í samband við eitt russiskt álop á Ukraina í nátt. Tað upplýsir herurin í Póllandi, samstundis sum sagt verður, at partar av pólskum loftrúmi eru stongd fyri [...] Pólland sent flogfør á veingirnar nakrar ferðir - sum oftast í samband við russisk álop, sum hava verið nær pólska markinum. Higartil eru ongar fráboðanir komnar um, at Russland í nátt hevur gjørt seg inn
og upplegg frá Mikkel Elbæk Jakobsen, og eitt korter undan leikloki var tað Áron Høj, sum staðfesti 2-0 heimasigurin. Nú var tað Markus Klein Danielsen, sum átti uppleggið. At talan var um týdningarmikla [...] Tað var ikki sørt av finaludámi yvir tí, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ í kvøld høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. KÍ kom til Runavíkar við 20 stigum, og NSÍ tók ímóti við 21 stigum. KÍ var undir strikuni [...] strikuni, og NSÍ var yvir strikuni. NSÍ vann í kvøld 2-0, og tað ber við sær, at NSÍ nú er á sætta plássi við 24 stigum, ið er sama stigatal, sum B36 hevur. KÍ er framvegis undir strikuni. At B36 og NSÍ
loftverjufregatt til økið Eystrasalt og økir um eftirlitið eftir millum annað dronuhendingar í Danmark. Tað boðar NATO frá fyri Reuters. Í fráboðan send tíðindastovuni sigur vesturlendska verjusamgongan, at [...] fleiri onnur lond meldað russisk brot á loftrúmið hjá NATO. Fundurin í hernaðarnevndini hjá NATO hevur verið ætlaður í eina tíð. Leygardagin heitti lettiski forsetin, Edgars Rinkevics, á NATO um at økja verjuna [...] NATO stuðlar øllum londum, sum hava upplivað brot á loftrúmið. - Undirtøkan hjá samgonguni hevur verið sterk og verður bara framhaldandi styrkt. - Hesar gerðir eru økjandi, fyrilitsleysar og seta lív í
Tað var veruleiki fyri einari viku síðani, tá ið skálamenn vunnu 4-0 í Sørvági, og í kvøld varð tað staðfest undir Mýruhjalla. Við 5-0 heimasigri í grannauppgerðini ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi er [...] er tað púra víst, at steðgurin hjá Skála í næstbestu deildini bara verður eitt ár, og at Skála í 2026 aftur verður í fremstu røð. Tá ið tað í síðsta umfari í fjør var veruleiki, at Skála fór at flyta niður [...] niður, varð tað roknað at vera óheppið, tí liðið mesta partin av árinum vísti avrik, sum vóru bestu deildini verdug. Tá vóru nógvir av teimum, sum nú hava verið við til at tryggjað liðnum uppflyting, eisini
leingi sá tað einki út fyri, at tað fór at eydnast liðnum at bjarga sær. Seinastu vikurnar hevur liðið við sigrum í Klaksvík og á heimavølli ímóti 07 Vestur lyft seg longur upp, og í dag var tað sera søtur [...] Tað var stórur fagnaður millum teir í árstalsfelagnum, tá ið dómarin Niklas Petersen bríkslaði fyri síðstu ferð í Gundadali í dag. Næstbesta liðið hjá B36 hevur stóran part av kappingarárinum verið á [...] søtur sigur, tá ið tað á heimavølli eydnaðist at vinna 1-0 ímóti ÍF, sum er á fjórða plássi. Sigurin ber við sær, at B36 hevur 24 stig og er í løtuni fýra stig frá niðurflytingarplássi. Málskjútti í dag
dent á, at dronuvirksemi ikki er staðfest. - Vit fáa nógvar áheitanir um dronuvirksemi í løtuni. - Tað skal vera eitt lágt mark fyri at boða frá hendingum, og løgreglan hevur eitt lágt mark fyri at gera [...] Tróndheimsfjørðinum á norsku vesturstrondini. Fregnartænastan hjá norsku løgregluni, PST, hevur eisini verið við, skrivar norska tíðindastovan NTB. /Ritzau/
Tað var at læra at lesa, skriva, rokna og at læra bíbliusøgu. Náttúruvísindi høvdu ikki innivist í skúlanum, tað var nakað, sum børnini lærdu heima við hús, alt eftir tørvi. Væntað varð, at børnini høvdu [...] foreldrini, og tí kundu læra tað praktiska frá teimum. Sostatt var stórur munur á, hvat einstaka barnið lærdi, umframt hvat teimum var í boði. Nógv er broytt; ella er tað? Erla Olsen PhD, lektari í lívfrøði [...] talið av kvinnum verið størri enn talið av monnum. Samfelagið stýrir skúla og læraraútbúgving Í tí søguliga tilfarinum, sum er grundarlagið undir hesi grein, er heilt greitt, at tað var samfelagið