Triði dysturin hjá føroysku hondbóltskvinnunum í EM-undankappingini verður í høllini á Hálsi mikukvøldið. Føroyska A-landsliðið, sum spældi móti Serbia og Svøríki í heyst og tapti báðar dystirnar, spælir [...] Makedonia, sum eisini hevur spælt tveir dystir í EM-undankappingini, tapti við seks málum á heimavølli móti Serbia, og á útivølli móti Svøríki taptu makedonsku hondbóltskvinnurnar við 12 málum. Báðir dystirnir [...] Serbia vann 36-20 og Svøríki vann 33-15. A-landsdysturin millum Føroyar og Makedonia verður í høllini á Hálsi, og hann byrjar klokkan 19:00. Dómararnir eru úr Kekkia. Sunnudagin hittast liðini aftur í makedonska
russisku kvinnurnar vunnu ein knúsandi 34-17 sigur. Næstu liðini, ið sleppa framat á gula gólvinum á høllini á Hálsi, eru Føroyar og Ísland. Hesin dysturin verður mettur sum tann, har føroysku kvinnurnar [...] hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum ímillum Føroyar og Ísland. Harafturat verður dysturin varpaður út á Rás2.
Ísrael á uttanveltaðum vølli í bólki 2. Slovakia vann 31-22 á Ísrael á heimavølli, og er favorittur til at endurtaka sigurin á Ísrael, ið sannlíkt endar á fjórða plássinum í bólki 2. Slovakia endar á heimavølli [...] at vinna tann dystin. Serbia endar á heimavølli móti Turkalandi, ið tær leiktu javnleik 29-29 ímóti á útivølli. Vinnur Serbia á Turkalandi senda tær Turkaland niður á triðja plássið. Men tá er Turkaland [...] krútsterka niðurlendska liðnum á heimavølli fyrst. Niðurlond hava fult stigatal í bólki 3, og Niðurlond vinna sannlíkt á Portugal. Portugal endar á útivølli móti Kekkia. Portugal tapti á heimavølli 26-30 fyri Kekkia
Við stórsigri 32-21 á Kosovo í høllini á Hálsi í Havn hevur føroyska manslandsliðið í hondbólti tikið tey fyrstu fetini móti EM-endaspælinum í 2026. Í steðginum vóru Føroyar á odda 13-9. Tá 23 minuttir [...] minuttir vóru leiktir var Kosovo á odda 9-8, men eftir tað tóku okkara seg um reiggj, og eitt skiftið í seinna hálvleik vóru Føroyar á odda 28-15. Seinastu løtuna tóku okkara nakað av ferðini av, og tí slapp [...] Ukraina í Vilnius í Litava. Ukraina spælir móti Niðurlondum á útivølli í annaðkvøld klokkan 18.30. Málskjúttar: Óli Mittún 8/11, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7/11, Hákun West av Teigum 6/11, Teis Horn Rasmussen
(15-9) sigrinum á Rumenia í høllini á Hálsi. So er at vóna, at Eysturríki vinnur á Ukraina í kvøld á heimavølli, so bæði Føroyar og Ukraina hava tvey stig hvør tá vit hittast í høllini á Hálsi 26. apríl. [...] stóð ógvuliga væl í málinum, og føroyska verjan spældi ein góðkendan dyst, har Rumenia á heimavølli var hildið niðri á 25 málum. Nicholas Satchwell bjargaði 35,90 prosent av málmøguleikunum hjá rumenum, ið [...] Horn Rasmussen 2/2, Leivur Mortensen 2/4, Rói Berg Hansen 2/4, Tróndur Mikkelsen 2/7, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2/7, Helgi H. Hoydal 1/2, Óli Mittún 1/4, Hallur Arason 1/3. Bjargingar: Nicholas Satchwell
hondbólti hevur vunnið ein minniligan og glæsiligan 28-26 sigur á Rumenia í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn. Føroyar vóru á odda 15-9 í steðginum, men høvdu nógvan mótburð fyrra partin [...] partin av seinna hálvleiki, og tað eydnaðist rumenum at vinna seg upp á javnleik 20-20. Men føroyska liðið fekk høvdið fyri seg aftur. Pauli Jacobsen hevði nakrar bjargingar sum vóru avgerandi, og so fekst [...] løtuna. Hákun West av Teigum var helst dagsins maður hjá Føroyum við heili 11 málum. Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún gjørdu eisini mun við fimm málum hvør og nógvum fríspælingum til mál hjá øðrum
(16-14) á Ukraina í høllini á Hálsi. 12. oktober í 2022 taptu vit 25-29 (11-11) fyri Ukraina á útivølli. 13. apríl í 2019 taptu vit tepurt og óheppið 26-27 (12-12) fyri Ukraina í høllini á Hálsi. Í dystinum [...] dystinum á útivølli 10. apríl í 2019 taptu vit stórt 19-30 (7-13) fyri Ukraina, so vit bøttu nógv upp á úrslitið upp á tríggjar dagar. Í HM-undanundankappingardysti í Italia 11. januar í 2018 taptu vit greitt [...] vunnu Føroyar 36-30 (19-12) á Kosovo í Emerging Nations kappingini í innleiðandi bólkaspælinum. Føroyar møttu aftur Kosovo í hálvfinaluni, og tá vunnu Føroyar 31-23 (17-15) á Kosovo. Í finaluni í kappingini
ppingardystirnir móti Kosovo og Ukraina, verða leiktir ávikavist, á heimavølli í Høllini á Hálsi mikudagin 6. november kl. 19.00, og á útivølli í Vilnius í Litava sunnudagin 10. november klokkan 13. Tað [...] Kristiansand Topphåndbold (NOR) Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE) Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN) Óli Mittún, IK Sävehof (SWE) Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER) Vilhelm Poulsen,
spæla tveir EM-undankappingardystir móti Rumenia, 8. mars í høllini á Hálsi í Havn, og 11. mars í Bukarest er úttikið. Elias Ellefsen á Skipagøtu sum hevur verið úti við skaða í longri tíð er millum teir [...] HSF skrivar á heimasíðu síni, at føroyska liðið savnast til venjingar í Føroyum mándagin 6. mars, har liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin mikudagin 8. mars kl. 19.00 í Høllini á Hálsi. Hareftir ferðast [...] stig eftir tveir dystir í EM-undankappingini. Liðið tapti fyrst 36-32 á útivølli fyri Eysturríki, men vann hareftir 34-26 á Ukraina á heimavølli. Føroyar hava møtt Rumenia fimm ferðir áður og hava úrslitini
hesar 15 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 26. apríl á Hálsi og 30. apríl í Bregenz í Eysturríki. Málverjar : Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL) Pauli Jacobsen [...] liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin móti Ukraina mikudagin 26. apríl kl. 19.00 í Høllini á Hálsi. Útselt er til dystin. Hópurin ferðast til Bregenz í Eysturríki, leygardagin 29. apríl, har dysturin [...] Frederiksberg IF (DEN) Pauli Mittún, Kristiansand (NOR) Óli Mittún, IK Sävehof (SWE) Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE) Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN) Allan Norðberg, KA Akureyri