EM-undankappingardystur í hondbólti á Hálsi mikukvøldið

Triði dysturin hjá føroysku hondbóltskvinnunum í EM-undankappingini verður í høllini á Hálsi mikukvøldið. Føroyska A-landsliðið, sum spældi móti Serbia og Svøríki í heyst og tapti báðar dystirnar, spælir móti Makedonia, ið heldur ikki hevur fingið nakað stig higartil í EM-undankappingini.

 

Makedonia, sum eisini hevur spælt tveir dystir í EM-undankappingini, tapti við seks málum á heimavølli móti Serbia, og á útivølli móti Svøríki taptu makedonsku hondbóltskvinnurnar við 12 málum.

 

Báðir dystirnir, sum føroyska A-landsliðið hjá kvinnum spældi í heyst, endaðu við stórsigri til mótstøðuliðini. Serbia vann 36-20 og Svøríki vann 33-15.

 

A-landsdysturin millum Føroyar og Makedonia verður í høllini á Hálsi, og hann byrjar klokkan 19:00. Dómararnir eru úr Kekkia.

 

Sunnudagin hittast liðini aftur í makedonska høvuðsstaðnum Skopje.

 

Dia Midjord, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar 16 spælararnar til báðar EM-undankappingardystirnar móti Makedonia:

 

Vivian Petersen, Selfoss
Fríða Petersen, VÍF
Margit W. Frímundsdóttir, Neistin
Pernille Brandenburg, Vestsyssel
Bjarta O. Johansen, Kyndil
Ninna K. Johansen, DK
Eir M. Berg, Neistin
Tóra Eliasen, Stjørnan
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Liljan Djurhuus, VÍF
Durita J. Christophersen, VÍF
Marianna H. Jacobsen, VÍF
Agnas Olsen, VÍF
Kristianna H. Joensen, Ikast
Marianna G. Eystberg, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil