Fyrsti dysturin í EM-undankappingini hjá U17-kvinnum er spældur. Russland og Kekkia brustu saman, og endin var tann, at russisku kvinnurnar vunnu ein knúsandi 34-17 sigur.
Næstu liðini, ið sleppa framat á gula gólvinum á høllini á Hálsi, eru Føroyar og Ísland. Hesin dysturin verður mettur sum tann, har føroysku kvinnurnar hava størstan møguleika at fáa eitt gott úrslit. Dysturin byrjar kl 19.
Fitt av fólki er longu komið í høllina, meðan liðini hita upp. Áhugavert er at nevna, at fleiri íslendingar eisini eru komnir at stuðla sínum U17-kvinnum.
In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum ímillum Føroyar og Ísland. Harafturat verður dysturin varpaður út á Rás2.